Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51 Við Miðnámsskúlan í Suðuroy er – treytað av góðkenning frá myndug­ leikunum og treytað av ætlaðum virk semi – eitt ársvikariat í landa­ frøði, alisfrøði og støddfrøði. Eisini eru nøkur tímalærarastørv sum adjunktur ella lektari leys at søkja í læru greinunum: støddfrøði, alisfrøði, landafrøði, miðlafrøði, sálarfrøði, tónleiki, enskum, týskum, leiklist og sponskum og serliga við atliti til FHS og Búskapar­ breyt: kunningartøkni, sølubúskapi, virkisbúskapi, innovatión, dekoratión, altjóðabúskapi og vinni lívsrætti. Krøv til førleika sambært før leika­ kunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum. KT er týðandi partur av frálæru og fyrisiting skúlans. Tí er neyðugt, at komandi lærarar skúlans hava KT førleikar á brúkarastøði. Umsøkjarar, ið ikki hava námsfrøðiliga útbúgving, og sum verða settir, skulu í august mánaði taka námsfrøðiligt innleiðsluskeið, ið Mentamálaráðið skipar fyri. Lønartreytir eru eftir sáttmálanum millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjamálaráðið. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðslu skúlans. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 10. mai 2017. Miðnámsskúlin í Suðuroy att: Ole V. Laursen, deildarleiðari Grønudalur 2 FO – 950 Porkeri ole.v.laursen@skulin.fo tlf. 221063 Miðnámsskúlin í Suðuroy Lærarar til Miðnámsskúlan í Suðuroy skúlaárið 2017 – 2018 Varastjóri til Suðuroyar Sjúkrahús Starvið sum varastjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi er leyst at søkja til setan 1. juni 2017 ella eftir nærri avtalu HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Sum varastjóri verður tú ein partur av yvirskipaðu leiðsluni á Suðuroyar Sjúkra húsi. Næst fyrisetti er sjúkra hús stjórin. Suðuroyar Sjúkrahús hevur umleið 110 fólk í starvi í fleiri yrkisbólkum. Ábyrgd og heimildir hjá sjúkrahúsleiðsluni • Sjúkrahúsleiðslan hevur í felag yvirskipaðu leiðsluna av Suðuroyar Sjúkrahúsi. Í hesum liggur: visjónir, mál og menning, sjúklingaviðgerð, diagnostikkur og røkt, gransking, langtíðar fysisk og fíggjarlig planlegging, stovnsmenning og leiðslumenning. • Sjúkrahúsleiðslan skal virka og uppfatast sum ein heild við sjúkrahússtjóranum sum tann, ið hevur endaligu ábyrgdina yvirfyri Heilsu- og innlendismálaráðnum. Serligt ábyrgdarøki hjá varastjóranum • Ábyrgd av yvirskipaðu samskipanini á røktarfakliga økinum. Ábyrgdarøkið og arbeiðsuppgávur eru neyvari greinaðar í starvslýsing, sum er til taks. Førleikakrøv • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur (autorisatión) • Útbúgving innan sjúkrarøkt frá hægri lærustovni • Leiðsluroyndir, bæði innan røktarøkið og við fíggjarætlanarábyrgd • Kunnleiki og innlit í fíggjarstýring • Holla vitan um sjúkrarøktina á fleiri økjum • Framskygni viðvíkjandi røktarfakligu menningini • Kunna taka avgerðir saman við hinum í leiðsluni • Skapandi evni og óbundin av vanahugsan, duga og tora at raðfesta uppgávur • Góð samstarvsevni • Góð samskiftisevni • Góð leiðsluevni Løn og setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, stig 48 umframt eina ikki eftirlønargevandi leiðaraviðbót, sum er 5.000 kr. um mánaðin. Setanarøkið fevnir um Heilsu- og innlendis- málaráðið og stovnar undir tí. Arbeiðsstaður verður Suðuroyar Sjúkrahús. Setanarmyndugleiki er Heilsu- og innlendismálaráðið. Talan er um fulltíðarstarv. Tann, ið settur verður, má tola møguligar broytingar í starvinum. Nærri fæst at vita um starvið, starvslýsing v.m. við at venda sær til Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóra, tlf. 343300 ella ronnie@ssh.fo. Umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Sjúkrahússtjórin Suðuroyar Sjúkrahús Sjúkrahúsbrekkan 19 FO-800 Tvøroyri Umsóknarfreistin er 10. mai 2017. Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Móttøka í sambandi við, at fysioterapistovan Stimbur hevur 25 ár á baki, verður móttøka á viðgerðarstovuni á Hoyvíksvegnum leygardagin 6. mai frá kl. 11-15 Øll eru hjartaliga vælkomin Hoyvíksvegur 29 | 100 Tórshavn | Tel. 317677 | stimbur@olivant.fo