hósdagur 4. mai 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
5. mai 2017
Tað var væntandi, at fiskivinnupolitiska
semjan hjá hesari samgonguni fór at verða
ein tungur burður. So tungur hevur hann
verið hjá teimum fýra undanfarnu sam
gongunum, síðani Bjørn Kalsø segði upp
fiskiloyvini til 1. januar í 2018, at púrt einki er
komið burturúr.
Tí stendur hendan samgongan eftir við
skegginum í postkassanum, ella við svarta
peri, kundu vit sagt.
Samgongan setti sær stór mál við eini lib
eralistiskari fiskivinnuskipan, sum skal ný
skipa høvuðsvinnu okkara – og loyva øðrum
og nýggjum kreftum at sleppa framat.
Tað hevur eisini verið ein spurningur,
hvørt tað er rætt at geva ávísum vinnuvirki
rættin at fiska, ella um tað at tilfeingið í før
oyskum sjóøki veruliga er ogn Føroya fólks.
Tá slík semja verður gjørd, so verður
gingið eftir lægsta felagsnevnara – at finna
ta minst møguligu broytingina, soleiðis at
øll kenna seg at eiga í endaligu loysnini.
Tað skert ikki burt, at verandi aktørar
í vinnuni mugu sætta seg av nýggjum.
Tað er púra greitt og eyðsæð hjá øllum, at
broytingar mugu og skulu til. Eingin hevði
væntað, at reiðarar og teir, sum sita á veiði
rættindunum í Føroyum beinleiðis fóru at
fegnast.
Hetta er aftur ein spurningur um virð
ispolitikk. Vilja teir, ið hava fingið veiður
ættindi ókeypis frá landinum, lata onnur
fáa burtur av køkuni, teir frammanundan
hava átt fyri seg sjálvar? Neyvan vilja teir
tað. Men samdir ella ikki samdir, so mugu
reiðarar læra at tillaga seg nýggjum markn
aðartreytum. Tað eru tað so mong onnur
sum mugu.
Tað er eisini púra í ordan, at hvør roynir
at verja sítt. Men her verður dekan ov nógv
spunnið, og ræðuleikar – sum kanska slett
ikki eru til, verða málaðir upp á veggin
av reiðarum, sum duga væl at fáa fólk og
fakfeløg í sín part.
Nú er málið á veg í Løgtingið – og tá
verða smálutirnir í uppskotinum almennir.
Alt hetta málið snýr seg um eina upp
søgn av veiðirættindum, sum allir flokkar
hava verið við til. Her og nú eisini talan um
eitt uppskot, sum sitandi landsstýrið – sum
tað síðsta í røðini – var noytt at gera, tí at
øll hini landsstýrini hava runnið undan.
Allir sjey flokkar á tingi hava mannað
landsstýrið hetta tíðarskeiðið.
Nú skulu broytingar fremjast. Vil tingið í
síni heild ikki fremja broytingarnar, sum má
samgongon einsamøll taka ábyrgd.
Bygdasøgan, sum Nes kommuna hevur latið
skrivað um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes,
varð givin út í gjárkvøldið á samkomu í Tofta
skúla.
Bygdasøgan telur trý bind. Tvey tey fyrstu
bindini er bygdasøga, meðan triðja bindið er ætt
arsøga. Tað er rithøvundurin Helgi Jacobsen ið
hevur skrivað bygdasøguna.
Ættarsøguna hevur Torleif Hansen skrivað
og lagt til rættis.
Bind 1 og 2 komu út
í gjárkvøldið, meðan
bind 3 kemur út seinni
í ár.
Borðið fangar – nú er at vísa ábyrgd
Les eisini blaðið
á telefonini
Bókasøvn eru
politisk amboð
Svend Højgaard
síða 24-25
Kjarnorkumono
polið hótt
Høgni Djurhuus
baksíðan
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Magnus Tausen er settur sum fyribilsstjóri á
Sernámi tað, ið eftir er av skúlaárinum 2017.
– Tað er rætt, at eg eri fyribilsstjóri á Ser
námi. Vit komu í eina løgna støðu, har stjórin
var sjúkrameldaður tað, ið eftir er av skúla
árinum. Áðrenn tað var varastjórin eisini
farin í farloyvi í eitt ár, og tí var eingin leiðsla
á stovninum, sigur Magnus Tausen.
Magnus Tausen starvast dagliga sum full
trúi á Stýrisdeilini á Mentamálaráðnum.
Magnus Tausen avsannar, at stjórin er
uppsagdur og vil heldur ikki viðmerkja, um
sjúkrafarloyvið er vegna starvsumstøður á
stovninum.
– Hetta er eitt lógligt forfall á tann hátt,
at eingin er koyrdur frá ella biðin um at fara.
Støðan kom brádliga, og tí varð valt at seta
eitt leiðslutoymi av fulltrúm frá Mentamála
ráðnum, ið skal tryggja, at arbeiðið á Ser
námi er tryggjað skúlaárið út, sigur Magnus
Tausen.
Sernám er ein stovnur undir Mentamála
ráðnum. Høvuðsuppgávan hjá stovninum
er at veita sernámsfrøðiliga ráðgeving, veg
leiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung upp
til 18 ár, kunnu styrkjast í menningini, sum
umfatar sosiala, kroppsliga, persónliga, máls
liga og kognitiva menning.
Helgi skrivar
Tofta søgu
Bók í trimum bindum
Sernám: Magnus Tausen
er fyribils stjóri