hósdagur 4. mai 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017
SOSIALURIN 52
4
FISKIVINNUSKIPANIN
ÁRNI GREGERSEN
S
jalvdan hevur ein heil
samgonga arbeitt so nógv
í smálutum við eiinum
lógaruppskoti, sum við
hesum. So at siga hvørt einstakt
tingfólk hevur roynt at seta síni
egnu fingramerki á semjuna.
Hyggja vit eftir hvat er komið
burturúr higartil, so vísir tað seg,
at størstu broytingar í mun til
tað, sum landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum, Høgni Hoydal,
legði fram, eru hendar í viðurskift
unum hjá uppsjóvarflotanum..
Tær broytingarnar eru komnar
eftir politiskar telvingar, har serliga
tveir mans úr Javnaðarflokkinum,
Bjarni Hammer og Kristin Mich
elsen, sótu best í talvinum. Teir
skákaðu samgonuleiðsluna til
hon mátti leggja kongin og gera,
sum teir báðir taktisku telvararnir
vildu hava.
Broytinganar eru fyrst og
fremst antitrust og so greiðaru
reglurnar um, hvat skal seljast á
uppboðið – bæði av rættindum og
veiddum fiski.
Uppsjóvarvinnan og vinnan
sum heild hevur onki ynski um, at
nakað av rættindunum skal seljast
yvir eina uppboðssølu, men semj
an gongur út uppá, at nú verða 25
prosent av rættindunum seld á
uppboði.
Viðvíkjandi antitrust eru mark
ini broytt, men tey fara ikki at hava
afturvirkandi virknað.
Bjarni Hammer, Kristin Michel
sen og Hanna Jensen úr Framsókn
kunnu liva við hesum, tí tey rætt
indi uppsjóvarflotin hevur, er nóg
stór – í hvussu so er, sum kvoturnar
eru nú.
Einasta, sum ørkymlar har er, at
tað eru ókendu kvoturnar fyri 2018,
sum skulu vera grundarlag undir
býtinum.
Fjarleiðirnar
Greitt er, at suðringarnir hava
fingið sítt ígjøgnum við uppsjóv
arskipanini og harvið tryggja flot
anum nóg nógv veiðurættindi
Hinvegin sær út til, at bæði fjar
fiskaflotin og heimaflotin fáa tað
meira torført í komandi tíðum.
Hanus Hansen, reiðari, í Klaks
vík, er helst tann, sum higartil
hevur havt hvassastu viðmerk
ingarnar til semjuna. Hann sigur
avgjørdur, at teirra virksemi fer at
minka munandi, tí tað er tað, sum
politiska skipanin vil.
Óluva Klettskarð, Tjóðveldi, er
ein av teimum, sum stendur aft
anfyri semjuna. Hon fær harðar
ákoyringar, men hon hevur valt at
fylgja floksdisiplinini í Tjóðveldi.
Hon skírir útmeldinganar frá
Hanusi Hansen fyri spinn. Hon
er vitandi um, at hetta kann kosta
henni atkvøður, men sigur sjálv,
at hon kanska missir frá teimum,
sum rópa harðast, men at hon
hevur undirtøku millum mong
onnur.
Eftir tí, sum Hanus Hansen sig
ur, so er semjan nú verri enn upp
runaliga uppleggið og hetta fer at
hava við sær, at JFK noyðist at selja
annan trolaran, sum roynir í Bar
entshavinum.
Fyri heimaflotan gav nýggja
semjan onga broyting. Onki bendir
á, at nakar í politisku skipanini
hevur havt áhuga í at berjast fyri
tí partinum av fiskivinnuni.
Politikkurin
Politiskt var tað soleiðis, at Fram
sókn vildi fara langt og selja nógv
á uppboðssølu. Tjóðveldi vildi fara
næstan líka langt, meðan Javnað
arflokkurin helt eftir.
Klárt at Javnaðarflokkurin fekk
sín vilja við uppsjóvarfiskinum og
kann vinna nakað við tí. Hinvegin
er heimaflotin framvegis sera
ónøgdur, tí so skjótt tað fer at ganga
betur við botnfiskinum undir Før
oyum, so skal tað, sum kemur aft
urat seljast á uppboðssølu.
Heimaflotin hevur havt tað
ógvuliga tungt seinnu árini. Fyri
at hann skal halda fram, so er
neyðugt, at fiskastovnarnir koma
uppaftur á eitt støði, har teir tola
fiskiskapin og at flotin fara nakað
at liva av.
Hendir hetta, so sigur semjan, at
tað sum fer uppum søguliga lágu
tølini skal seljast á uppboðssølu.
Hetta rakar hart og heimaflotin
finst at, at ongin hevur talað teirra
sak.
Tað tykist sum hetta bara er
góðkent, uttan at politiska skip
anin hevr givið sær far um avleið
ingarnar.
Úrslitið, sum tað liggur í dag
áðrenn vit kenna lógaruppskotini,
ger suðuroyartingmennirnar til
sigurharrar, men møguliga Javn
aðarflokkin til tapara, tí onki er
gjørt fyri heimaflotan.
Fyri landsstýrismannin við
fiskivinnumálum og Tjóðveldi er
tað eitt greitt afturstig, at bert 20
– og ikki 60 prosent – av veidda
fiskinum skal seljast á góðkendari
føroyskari uppboðssølu. Hetta fer
at ávirka, hvussu skjótt vit megna
at virðisøkja okkara fisk meira.
Framsókn er partur av hesum.
Tey kunnu vera nøgd við, at hol er
komið á uppboðssøluna av rætt
indum, men semjan sum heild er
ikki nóg víðgongd. Tað sigur Poul
Michelsen, formaður, men sigur
samstundis, at flokkurin stendur
við semjuna.
Í komandi viku koma uppskotini
um nýggju fiskivinnuskipanina í
Løgtingið.
GREINING Nógv talvfólk skuldu flytast fyri at samgongan kundi semjast
um ein leist fyri nýskipan av fiskivinnuni at koma í gildi 1. januar.
TAPARAR OG VINNARAR
Í FISKIVINNUSEMJUNI
Óluva Klettskarð, Tjóðveldi, valdi at halda floksdisplinina. Sæpurningurin
er um tað fer at kosta henni atkvøður til komandi val.
Kristin Michelsen og Bjarni Hammer kunnu vera nøgdir
Hanus
Hansen,
reiðari,
hevur
havt tær
hvassastu
viðmerk
ingarnar.