hósdagur 4. mai 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017
SOSIALURIN 52
26
Ikki við: Lukasz Cieslewicz (Knæskaði,
3-4 vikur), Philipp Lund (Vøddaskaði,
2-3 vikur), Hannes Agnarsson (Knæ
skaði, ógreitt hvussu leingi), Jógvan
Skeel Nolsøe (Vøddaskaði, 2 vikur),
Høgni Eysturoy (Lærkriki, 2-3 vikur),
Bjarni Petersen (Vøddaskaði, 2-3 vikur),
Fróði P. Rasmussen (Skaddur, ógreitt
hvussu leingi) Erlendur Magnusson
(Burturstaddur), Magnus Holm
Jacobsen (Burturstaddur) Ivasamir:
Alex Mellemgaard (Lærkrikin)
Ikki við: Arnbjørn Hansen
(beinskaði, 2-3 vikur)
Ikki við: Martin Bergvold
(Vøddaskaði, 1-2 vikur), Daniel
Elly Pedersen (Vøddaskaði, 2-3
vikur)
Við aftur: Heðin Hansen (Eftir
leikbann)
Ivasamur: Dánjal á Lakjuni
(Lærkrikin)
Ikki við: Hørður Askham
(Leikbann, ov nógv gul), Jonas
F. Rasmussen (Leikbann), David
Langgaard (Skaði, ógreitt
hvussu leingi)
ÍTRÓTTUR
JÓANNES HANSEN
S
jeynda umfar í Effo-deild
ini verður í morgin, leyg
ardagin, tá ið tað verður
spælt frá klokkan 15.00 og
fram til nakrar minuttir í klokkan
20. Hetta umfarið er leygardag, tí
fyrru hálvfinalurnar í steypakapp
ingini eru settar at vera mikudagin
í næstu viku.
Tað resta trý umfør, áðrenn øll
liðini hava dystast ímóti hvørjum
øðrum. Umfar eftir umfar verður
sammett við, hvussu støðan var
eftir hetta umfarið í fjør. Tað er ein
máti at ýta av uppá.
Venjararnir, spælararnir og
viðhaldsfólkini sammeta sjálv
andi eisini við undanfarin ár,
samstundis sum tað verður undir
strikað, at kappingarárið er langt,
og at tað ræður um at vera við í
toppstríðnum, tá ið endaspurturin
verður í oktober.
Tá ið sammett verður við gongd
ina í fjør, so man tað vera rættari at
sammeta úrtøkuna ímóti teimum
einstøku liðunum heldur enn at
gera støðuna upp sum heild. Hetta
slagið av uppgerð vísir, hvussu tað
eitt nú er vignast hjá Víkingi í ár
ímóti eitt nú KÍ, ið var tað liðið, sum
í fjør var stóri avbjóðarin hjá vík
ingunum.
Talvan vísir, at tað liðið, sum í
seks teimum fyrstu umførunum
í ár hevur staðið seg best, tá ið
sammett verður við somu mót
støðulið í fjør, er liðið hjá suðring
um. Í fjør var TB í bestu deildini.
Úrtøkan hjá TB/FCS/Royn higartil
í ár verður sammett við úrtøkuna
hjá TB ímóti teimum liðum, sum
TB/FCS/Royn hevur spælt ímóti
higartil í ár. Um talan er um fleiri
dystir á t. d. heimavølli, so er úr
slitið í fyrra dystinum í fjør nýtt
at sammeta við.
Í fjør fluttu AB og B68 niður. EB/
Streymur og 07 Vestur eru nýggj í
deildini. Úrslitini hjá hinum liðun
um ímóti EB/Streymi og 07 Vestur
higartil í ár eru sammett við tey
ímóti ávikavíst AB og B68 í fjør.
Uppflytararnir – EB/Streymur
og 07 Vestur – eru ikki við í talvuni.
Støðutalvan eftir seks umfør sigur,
at uppflytararnir hava staðið seg
eitt sindur betri í ár, enn uppflyt
ararnir stóðu seg fyrstu seks um
førini í fjør.
07 Vestur hevur vunnið sjey
stig, og EB/Streymur hevur vunnið
fýra stig. Í fjør vóru B68 og Skála
nýggj lið í fremstu røð. Eftir seks
umfør í fjør hevði B68 trý stig, og
Skála hevði fýra stig.
Tey við størst
afturgongd hittast
KÍ-ÍF: PETUR REINERT KL. 18.00
Úrtøkan hjá ÍF er sjey stig minni,
enn hon var í fjør ímóti teimum
somu seks, sum higartil í ár hava
verið mótstøðuliðini.
Eitt av glæsiligu úrslitunum hjá
ÍF í fjør var, tá ið tað beinanvegin
eftir summarsteðgin endaði við 4-2
sigri í Klaksvík.
– Eftir stórtapið ímóti B36 í
Gundadali ætla vit okkum at vísa
heilt øðrvísi hugburð og avrik í
Klaksvík, sigur ÍF miðvallarin Niels
Pauli Danielsen.
KÍ úrtøkan higartil er fimm stig
minni. Ímóti ÍF er við sigri møgu
leiki at betra um hesi hagtølini.
– ÍF hevur áður víst seg at vera
torført mótstøðulið hjá okkum í
Klaksvík, tá ið teir hava verið álops
sinnaðir. Avbjóðingin hjá okkum er
nú at arbeiða okkum fram til rættu
miðverjuna, nú bæði Hørður Ask
ham og eg eru leikbannaðir, sigur
KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Ras
mussen.
Hava ikki tapt tíggju
ferðir á rað
VÍKINGUR-07 VESTUR: EILER
RASMUSSEN KL. 17.00
Í steypakappingini syrgdi B36 í
fjórðingsfinaluni fyri, at víkingar
nir vórðu varpaðir úr kappingini.
Í landskappingini er Víkingur
topplið, sum framvegis ikki hevur
tapt. Nú hevur Víkingur spælt
tíggju landskappingardystir á rað
uttan at tapa. Síðsta tapið var 18.
september í fjør, tá ið KÍ í 23. umfari
vann 2-0 í Sarpugerði. Úrtøkan hig
artil er eitt stig størri enn í fjør.
Eitt stig í Gundadali ímóti HB er
at liva við, hóast vit sjálvandi vóru
vónbrotnir, tá ið dómarin koll
dømdi tað, sum vit hildu vera 3-2
sigursmálið. Tað er lagt afturum, og
nú er fokus á avbjóðingini, sum tað
er at fáa vitjan av 07Vestur, sigur
Víkinga vongverjin Gert Hansen.
Í 07 Vestur leguni kendist tað at
vera vónbrot, at tað ikki eydnaðist
at megna meiri enn 1-1 á heimavølli
ímóti Skála.
– Nú eiga vit fýra ferðir á úti
vølli á rað. Tað er ímóti teimum
fýra, sum í fjør endaðu ovast.
Higartil í ár hava vit víst styrki í
kontraspælinum, og tað vóna vit
fer at eydnast væl í Sarpugerði, har
talan sjálvandi er um stóra avbjóð
ing, sigur 07 Vestur venjarin Trygvi
Mortensen.
NSÍ hevur rættað kumpass
NSÍ-SKÁLA: KÁRI J. Á HØVDANUM
kl. 17.00
Eftir javnleik ímóti EB/Streymi
og tap ímóti Víkingi megnaði NSÍ
fyri tveimum vikum síðani fyri
fyrstu ferð higartil í ár at vinna
fulla úrtøku á heimavølli, tá ið tað
endaði 1-0 ímóti HB. Síðsta sunnu
dag var talan um søtan 3-1 sigur í
Trongisvági.
Úrtøkan higartil í ár er trý stig
størri, enn hon var í fjør, tá ið tað
at enda restaðu seks stig í at vinna
FM, eitt nú tí NSÍ tvær ferðir tapti
við Stórá.
– Skála hevur sera væl skipaða
verju, so vit eru greiðir yvir, at tað
skal tol og góður hugburður til,
um tað skal eydnast at arbeiða og
spæla okkum til møguleikar, stað
festir NSÍ liðformaðurin Klæmint
A. Olsen.
Í 1-1 javnleikinum í Sørvági skor
aði Skála fyrsta málið í ár. Skála er
einasta liðið, sum higartil ikki hev
ur vunnið fulla úrtøku:
– Vit fegnast um allar fýra javn
leikirnar, og vit arbeiða miðvíst
fyri at vinna fyrsta sigurin. Um vit
skulu lyfta okkum úr botninum, so
er tað neyðugt, at vit vinna fulla
úrtøku viðhvørt. Vit rokna við
møguleikanum, at tað kann verða
ímóti NSÍ. Tað er positivt, at vit
hvørja ferð spæla okkum til mál
møguleikar, sigur Skála málverjin
Andras Gango.
Skála úrtøkan higartil er eitt
stig lakari enn í fjør.
Pílarnir peika rætta vegin
EB/STREYMUR-B36: DAGFINN FORNÁ
KL. 16.30
Hóast tað endaði við 1-0 tapi í
Klaksvík, so er EB/Streyma venj
arin, Heðin Askham, nøgdur við
gongdina og hugburðin hjá spæl
arunum:
– Vit arbeiða við at samanspæla
nýtt lið. Persónligu mistøkini eru
fækkað heilt nógv, og tað verður
lagt nógv fyri í venjing og undir
dystunum. Í løtuni eru vit aftast,
men eg eri vísur í, at vit hava góðar
møguleikar at røkka málinum, sum
er at vera á hvussu so er á áttanda
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
EB/Streymur
KÍ
ÍF
FÓTBÓLTUR Sammett við í fjør hevur framgongdin higartil í ár verið størst
hjá Suðringum ímóti teimum liðunum, sum higartil hava verið á skrá
Upptakt til 7. umfar:
AFTURGONGDIN ER
STØRST HJÁ ÍF OG KÍ