Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017 SOSIALURIN 52 32 Dansibandsfestivalur í Vági um vikuskiftið MYND: HEINESEN MYNDIR H atta var undirhald fyri allar pengarnar, segði ein, sum var til landsdyst í fótbólti hjá kvinnunum, Akvinnunum. Fyri allar pengarnar? Jú. Men atgongumerkið var ókeypis. Tað kost­ aði einki at sleppa inn at hyggja. Undirhaldið fyri allar pengarnar hevur tí neyvan verið stórt, eingir pengar, einki undirhald. Undirhald fyri ongar pengar. Ókeypis at síggja kvinnurnar sparka seg út í Evropa við ”vit vildu tað meira enn hinar.” Hvar er annars virðingin. Var eingin komin, skuldu tey rinda fyri at síggja kvinnur sparka? Men, sum ein annar segði, onkur gleði er ókeyp­ is enn. Eingin hevði viljað goldið fyri at sæð dreingir gjørt estetiskan fimleik. So tað er ikki heilt rætt, tá sagt verður, at alt kostar. Alt kostar ikki. Tað kostar einki at sova. Og vit, sum droyma heilar filmar, fáa teir fyri einki, ókeypis atgongd eisini har. Og líka skjótt gloymdir sum droymdir, dreymarnir. Kanska hevur onk­ur gjørt eitt video­spæl, har ræður um at drepa sum flest fyri at vinna. Kappast verður um roynd­irnar hjá Norðurkorea at bróta mono­polið hjá USA at brúka kjarnorkuvápn har á leiðini. Ikki bara har á leiðini, men á øllum leiðum. Ikki bara royna tey, men brúka tey. USA heldur seg eiga tann einarættin og leikar illa í, tá onkur annar eisini vil sleppa. Kapping er sunn, siga tey. Tey frelstu hava ringar dagar, tí hvør er størri fanin, Donald ella Kim? Báðir eru vandamiklir, men hvør er verri? Vónandi vinnur handan kvinnan franska valið. Hvar bleiv annars av øllum knarrinum um fleiri kvinnur í politikki, fleiri kvinnur í leiðarastørvum? Nú verður tað ein vanlukka, ikki bara fyri Frakland, men fyri okkum øll í Evropa, um ein kvinna gerst forseti. Ókey, kvinnur valdast. Handan franska er sum tann í Bretlandi á sinni, hon er (sum) ein maður. Stríðið um kvinnurættindi er ikki logikkur, tað er kenslur. Frakland hevur eisini kjarnorku. Men kvinnur eru so menniskjansligar, tær fara ikki at hótta við kjarnorku. Haldi ikki, minnist ikki, at Margareth hótti við henni, tá hon fór í kríggj sum fyrsti statsleiðari í Evropa eftir annan heimsbardaga. Politikkur, ikki bara her heima hjá okkum, men allastaðni, er undirhald fyri allar pengarnar, sum tey krevja frá okkum. Tað er jú eisini undirhald at drepa og fara illa við fólkum. Videospøl eru undirhald, og tað er veruleikin eisini. Veruleikin er undirhaldandi fyri øll tey, sum ikki eru við, sum ikki eru involverað, sum kvinnan segði. Høgrarák er nógva staðni. Ikki av ongum. Fólk eru vorðin troytt av øllum hasum møsninum um fólkaræði, og nú skulu vit hjálpa teimum veikastu. Tos og aftur tos og ikki annað. Og tað er okkara skylda, vit sum hava tað so gott og deiligt, at lofta øllum teimum, sum ikki hava tað gott og deiligt og rýma hendanvegin. Men tónin er vorðin harðari. Ikki hjá okkum enn, men hann kemur, tí hann er í Danmark, og vit gloypa, uttan at spyrja ella rodna, øllum siðum og ikki minst ósiðum í Danmark. Stóð við ein pylsuvogn í miðbýnum í Keypmannahavn seinasta heyst. Har stóðu eisini nakrir danskir menn. Hetta var stutt fyri aftur­ latingar­tíð. Tá spyr ein pylsumannin, hvat hann gjørdi við tær pylsur, hann ikki fekk selt. Eg plagi at geva nøkrum inn­flyt­ arum, sum halda til her í granna­lag­ num, tær, svaraði hann. Hvat fanin, gevur tú perkarunum at eta? Tú ert ikki í ordan. Tað var ikki eg, eg hevði givið teimum bank. Ein løta í tøgn. So sigur hann aftur: Nei, hatta kann eg ikki fyrigeva tær, at geva hasum pakkinum at eta. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Kjarnorkumonopolið hótt BAKSÍÐAN Dansibandsfestivalur er í Vági um vikuskiftið og alt vikuskiftið verður dansibandstónleikur og ein ørgrynna av tiltøkum á skránni í Vági. Fríggjadagin ber til at fara við Action Boat vesturum Suðuroynna, dansibandsundirvísing er við Onnu Kirstin Thomsen í Vágs Høll og Kringvarpið sendir bein­ leið­is úr Vági hetta kvøldið. Klokk­ an 23.00 byrjar dansurin, har dansi­bandsbólkarnir Gutta fra Scandi­navia og LM Band spæla til klokkan 04 um náttina. Leygardagin er somuleiðis møgu­leiki at fara vesturum Suður­ oynna við Action Boat av Vágseiði. Gongurtúrur við ferðaleiðara er á skránni, har farið verður eftir Trælagøtu niðan á Eggjarnar. Síðani er serlig Dansibandsgudstænasta við Bergtóri Bjarkhamar, presti á skránni, har Gutta fra Scandinavia og Hans Jacob Hjelm syngja og spæla. Dansiundirvísing er eisini á skránni áðrenn grillkvøld verður vesturi á Eiðinum. Kvøldið endar við dansi, har bólkarnir Fernadoz og Hans Jacob og Vinmenn spæla til klokkan 04.00.