mánadagur 8. mai 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í løtum hevur spælið verið meistaraligt, men úrtøkan er fimm stig minni, enn hon er hjá
meistarunum og steypavinnarunum, og við sigri á Suðringum lyfti HB seg uppum grannarnar
FM FAVORITTARNIR Í B36
KIKSAÐU AFTUR HESAFERÐ
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Støðutalvan er so smátt far
in at líkjast tí, sum tað und
an
kappingarbyrjan
varð
roknað við, at hon fór at
gera. Hóast Suðringar taptu
tepurt ímóti HB í Gundadali,
so er nýggja samansetta liðið
framvegis í topp fimm.
Úrslitaliga vónbrotið hig
artil er B36. Í løtum hava teir
í árstalsfelagnum vísti fínt
fótbóltsspæl, men talvan
boðar ikki frá, at talan er um
gott fótbóltslið.
Í fínu líkindunum leyg
ardagin var tað striltið hjá
favorittunum at vinna fulla
úrtøku. KÍ vann 3-1 á heima
vølli ímóti ÍF, og HB vann 2-1
á heimavølli ímóti Suðring
um. Víkingur á heimavølli og
B36 á útivølli megnaðu ikki
fulla úrtøku ímóti uppflyt
arunum.
Í grannauppgerðini við
Løkin í Runavík legði Skála
fyri fyrstu ferð á árinum seg
framum miðskeiðis í fyrra
hálvleiki. Skálamenn vóru
frammanfyri í 55 minuttir,
men tríggjar minuttir undan
leikloki svaraði NSÍ aftur.
Úrslitini bóru við sær, at
B36 datt niður á sætta pláss
ið, og at HB nú er framman
fyri grannarnar.
Meistararnir í Víkingi og
steypavinnararnir í KÍ eru
borð um borð á odda.
Vónbrotið í Sarpugerði
Hóast heimamenninir síðsta
korterið vóru undirmann
aðir, eftir at Sorin Anghel
hevði sæð beinleiðis reytt
fyri ógvusliga takling, so
vóru víkingarnir ikki nøgdir,
tá ið síðsta bríkslið ljóðaði, og
máltalvan vísti 2-2.
Gert Hansen javnaði til
1-1 eftir horna, og hann legði
Viking framum við stútara
eftir horna.
– Tað riggaði ikki væl hjá
okkum. Ov nógv órógv var á
spælinum, men undan steðg
inum høvdu vit fleiri góðar
møguleikar, sum vit áttu at
umsett til mál og sigur, held
ur Gert Hansen.
Víkingarnir
pressaðu
síðstu løtuna fyri at skora
sigursmálið, og teir høvdu
bóltin í málinum, men dóm
arin kolldømdi fyri rang
støðu.
07 Vestur noyddist at
skifta málverja dygst undan
dystarbyrjan.
Veteranurin
Ivan Stojkovic varð skaddur.
Hetta var fyrsta ferðin, at 19
ára gamli Silas Eyðsteinsson
vardi málið, og tað megnaði
hann framúr væl.
– Vit eru væl nøgdir við
eitt stig í Sarpugerði. Hóast
vit vóru fleiri síðstu løtuna
enn mótstøðuliðið, so vóru
vit pressaðir. Tað er væl skilj
andi, um tað varð roknað
við, at vit áttu at trýst fyri
at skora sigursmálið, men
soleiðis tørnaði tað ikki út,
sigur 07 Vestur miðverjin og
liðformaðurin Martin Tau
sen.
– Teir spældu nógv upp
á langar sendingar til Ken
Fagerberg, og tað megnaðu
teir væl, tí hann vísti seg at
vera sera vandamiklan, stað
festir Gert Hansen.
Torstein Mýlingstind setti
hol á eftir fríspæling frá Ken
Fagerberg, og Ken Fagerberg
javnaði til 2-2.
Spældu við eld
í Klaksvík
Við 3-1 sigri lyfti KÍ seg fram í
oddin. Sigurin á ÍF var søtur,
tí í fjør taptu klaksvíkingar
4-2 á heimavølli ímóti ÍF.
Dagsskráin hjá fuglfirð
ingum er fyribils at sleppa
av niðurflytingarplássinum.
Burturúr
fimm
teimum
seinastu uppgerðunum er ÍF
úrtøkan tvey stig. Í Gunda
dali næstsíðsta leygardag
endaði tað við 4-0 tapi ímóti
B36.
Ímóti KÍ var hugburðurin
væl betri. ÍF legði bragdliga
fyri, og bæði Niels Pauli
Danielsen og Bogi Reinert
Petersen høvdu stórar møgu
leikar, áðrenn miðvallarin
Semir Hadzbulic setti hol á
fyri KÍ. Albert Adu økti dygst
undan hvíldini.
Klaksvíkingar góvu ÍF
gott pláss at hava bóltin á,
og fuglfirðingar spældu seg
til møguleikar, hóast tyngdin
í framrættaða partinum ikki
var so stór. KÍ átti nógvar
møguleikar, og træverkið
hjálpti Henrik L. Jensen.
Sum seinni hálvleikur leið,
kendist sum um at heima
menninir fóru at hugsa um
avbjóðingarnar, ið standa
fyri framman. Heimafólkið
varð illa kløkkað, tá ið Ari Ó.
Ellingsgaard eftir innlegg úr
høgru minkaði um munin. So
spenti ÍF álopsbogan í botn,
og hann brast, tá ið Páll A.
Klettskarð eftir skjótt mót
álop staðfesti 3-1 heimasig
urin.
Stankov er loysnin
Makedonski
Aleksandar
Stankov hevur verið á HB
liðnum tíggjar tær seinastu
ferðirnar. HB fann ikki málið,
áðrenn nýggi álopsspælarin
slapp framat – eftir 2-0 ímóti
07 Vestur endaði tað tvær
ferðir málleyst – men nú
gongur sum eftir ánni.
Stankov skoraði ímóti
Víkingi, og ímóti Suðringum
var hann bjargingarmaðurin.
Búi Egilsson legði beinan
vegin Suðringar framum,
eftir at Jón Krosslá Poulsen
hevði spælt hann leysan. So
smekkaði Stankov til. Hann
javnaði til 1-1, og undan
steðginum skoraði hann sig
ursmálið.
– Tað er hugaligt, tá ið
álopsspælarar skora mál. Vit
fótaðu okkum skjótt eftir
skelkin, sum tað var, tá ið
suðringar skoraðu beinan
vegin. Í øðrum hálvleiki var
nógv tómgongd, men tað
bilti ikki, tá ið máltalvan vísti
2-1, sigur HB veteranurin
Símun Samuelsen.
Jón Krosslá Poulsen var
ikki heilt misnøgdur, hóast
tað endaði við 2-1 tapi.
– Longu áðrenn vit skor
aðu, høvdu vit stóran møgu
leika. Eirikur Magnusarson
varð trýstur niður, og vit
hildu okkum eiga brotsspark.
Stankov var stóri munurin.
1 stig úti móti
FM vinnarunum
er absolut
góðkent!
Serliga tá vit
hava 4 av teimum fyrstu 11
uttanfyri við skaða!
Gott at hava góðar menn
sum kunnu traðka til og í
karakter.
Skála
yvirpresterar
yvir alt
forstand
og skorar
uppá sín einasta ordiliga
málkjans, ímeðan vit hava
ein kollektivan offdag.
Tað verður betri næstu ferð!
Góðir!
Sól og
summar í
Gundadali.
Men sólin
skein ikki á
okkum. Okur fara at repa
seglini og blása KÍ av
vøllinum. SUĐRINGAR!
Flott kempa
í dag.
Bussurin stóð
parkeraður
framan fyri
EB/Streyma málið í dag. Eitt
stig á kontuna er góðkent.
Saman standa vit sterk
Góður dystur
nógv skot uppá
mál spenandi
til tað sýsta
sjálvt um kí var
betri vit vóru heldigir at vit
ikki fingu reytt til endan
Koyr á ÍF
B36 tit eru
okkar eitt og
alt! at bólturin
ikki vildi tad
sama sum vit
onnur vildu í dag er bara kav
rotid! vit eru hvíti tigarin og
vit geva ikki upp
Veit ikki hvat
eg skal siga,
2-2 móti einum
uppflytara er
bara ikki gott
nokk! Gamaní skora vit tvey
mál men vit mugu eisini
verja betur fyri! Vit mugu
bara koyra á víđari! Drívi á
dreingir! WLYV
REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN
RÓGVI DAM EB/STREYMUR
SÆBJØRN LEITI ÍF
LISSI MOURITSEN B36
JOHN REID NYBO VÍKINGUR
7. umfar: