Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÓVANLIGA FÁ MÁL Vanliga verða nógv mál skotin í Effodeildini í mun til aðrar deildir, men tað er eitt lið, sum hevur hildið dystirnar niðri á óvanliga fáum málum í ár. Tað er Skála. Skála hevur higartil spælt sjey dystir í Effodeildini, og í teimum eru tilsamans sjey mál komin. Tað gevur sjálvsagt eitt mál í miðal fyri hvønn dyst, og tað er greitt fæst av øllum liðunum. Skála fekk sítt fyrsta mál í opnum spæli og Hákun Edmundsson sendi NSÍ-áskoðarunum eina heilsan, men Árni Frederiksberg oyðilegði veitsluna hjá Skála við útjavnandi máli stutt fyri leiklok. Pætur Albinus Tað var dystur um Runavíkar kommunu, tá ið NSÍ og Skála leygardagin hittust í dýrdarveðri við Løkin, har heimaliðið NSÍ, við tveimum forloysandi sigurum á rað, nú skuldi royna seg ímóti einum av botnliðunum. NSÍ hevur tað fyri at gera av við botnlið, men Skála hevur okkurt yvir sær í ár. Ongan sigur hava Skála fingið til høldar enn, men við fýra javnleikum og einari ótrúligari sterkari spæli­skipan við fáum málum ígjøg­num, skuldi tað neyvan gerast lætt og testa tolsemið hjá heimamonnunum úr Runa­vík. Umráðandi var tað fyri NSÍ, at tann annars ivasami topp­skjúttin, Klæmint A. Olsen, hóast smáskaða gjørd­ist førur fyri at spæla, men í hinum endanum var mál­verjin, Símun Rógvi Han­ sen, burturstaddur í lestrar­ ørindum og varð avloystur av Karstin Hansen. Skála hevði hinvegin teir regluligu leikararnar við og kundi manna ta vanligu byrj­ unaruppstillingina. NSÍ stríddist Tað gjørdist rímiliga skjótt greitt, at hetta ikki júst var dag­urin hjá NSÍ. Góða spælið, sum plagar at eyðkenna lið­ ið, hekk illa saman. Ikki tí – Skála eigur eisini rós fyri at standa væl á vøllinum og at duga væl at lesa spælið av. Teir løgdu fleiri ferðir upp ímill­ um uppspølini hjá NSÍ, og hetta gav Skála møguleikan at fara í mótálop. Serliga umvegis veng­urnar, har NSÍ ikki var ser­ liga væl mann­að, og gav hetta eitt nú pláss til kvika høgra bakkin hjá Skála, Ara Olsen. Tað var umvegis eitt slíkt álop, at Skála loypti hvøkk á heimamenninar við at leggja seg á odda mið­ skeiðis í fyrra hálvleiki. Eftir innlegg varð bólturin ikki ruddaður nóg langt burtur av vandaleið, og so var fyrr­ verandi NSÍ-arin, Hákun Edmundsson, tilreiðar og skeyt bóltin inn við handaru stong til 1-0 til Skála. Hetta var fyrsta mál í opn­um spæli hjá Skála, sum síðsta vikuskifti fekk sítt allarfyrsta mál í Effodeildini – tá umvegis brotsspark ímóti 07 Vesturi. Skelkur Tað var eyðsæð, at leiðslu­ málið hjá Skála loypti hvøkk á NSÍ. Heimamenninir høvdu eina løtu um at fóta sær aftur, tí fyrstu løt­una eftir málið var Skála nevni­ liga ruddiliga omaná, og við eitt sindur meira av neyv­ leika kundi Skála eisini økt um leiðsluna. Hákun Ed­munds­son og aðrir við royndu seg við langskotum áðrenn NSÍ eftir fyrsta gjøg­ num­spælda álopi var nær við at fáa góðan møguleika, men høgrabeinið hjá Árna Frederiksberg var ikki nóg stint í tí førinum, og Andras Gango, sum stóð ein góðan dyst í Skála-málinum, hevði ongar trupulleikar. Størsta møgu­leikan, helst tann allar­størsti í dystinum, fekk Jákup Johansen hjá Skála tveir minuttir undan hálv­leiks­ steðginum. Árakað sjálva fimm-meturin var hann ótarnaður, men skotið fór fram­við málinum. Ein gyltur møguleiki hjá Skála at økja um leiðsluna, men hálvleiksstøðan varð 1-0 til gestirnar. Satsaðu Í seinna hálvleiki valdi NSÍ at satsa alt fyri eitt. Karl Løkin, sum hevði fingið gult kort í fyrra hálvleiki, varð útskiftur, og í hansara stað kom Bárður J. Hansen. Verju­kendi miðvallarin varð offraður fyri kvika bakkin, ella vongleikaran, sum hann er vorðin umskúlaður til í NSÍ, og hetta setti av álvara ferð í NSÍ. Bárður var mest eyðsýndi leikarin hjá heimaliðnum í seinna hálv­ leiki. NSÍ var annars lívgað meiri upp, tí setningurin var greiður – øll segl máttu repast, skuldi tað ikki gerast til eitt risa vónbrot og eitt tap ímóti Skála. Skála gjørdi tað tó ikki lætt fyri heimamenninar. Tað er lættari at bróta niður enn at byggja upp, og hetta gjørdi Skála. Tað hevði Skála eisini ráð til, tí teir vóru á odda 1-0 og skuldu einans verja leiðsluna. NSÍ hevði ilt við at spæla seg til teir stóru mál­møgu­ leikarnar, men ein slíkan fekk Petur Knudsen, tá ið hann smekkaði til fyrstuferð staddur inni í brotsteiginum. Fyrrverandi NSÍ-málverjin, Andras Gango, var tó sum ein køttur og fekk sligið bóltin upp um málið. Mál Tá ið einans tríggir minuttir restaðu í, megnaði NSÍ lok­ sins at fáa ta útjavnandi málið. Skála var annars ikki undir alstórum trýsti, men eftir at ein av mongum bólt­um varð oystur inn í feltið, fekk Skála ikki ruddað burtur longri enn til brots­teigarmarkið, har Árni Frede­riksberg tók sær ríki­ligt av renningarferð til dundurskotið, sum hann lang­aði upp undir nettakið og í mál til 1-1. – Mítt fokus var at skjóta so hart sum tilber og at halda bóltinum niðri. Tað var ikki so lætt, tí bólturin sprakk, so eg mátti halda honum niðri soleiðis at hann ikki fleyg út av stadion, sigur Árni Frederiksberg um útjavnandi málið, ið eis­ ini gjørdist tað seinasta í dystinum, sum harvið endaði við 1-1-javnleiki. albinus@sosialurin.fo FÁAR MINUTTIR FRÁ FYRSTA SIGRINUM Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Skála argaði NSÍ: