mánadagur 8. mai 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 19 • 8. MAI 2017
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Í
desember mánaði í 1975 fóru línubátarnir
Reynsatindur og Tummas T ávikavist úr
Sandavági og av Tvøroyri, at sigla heim undan
Vesturgrønlandi, har skipini hvødu verið á salt
fiskaveiði. Ein av manningini á Reynsatindi var
Birgir Nielsen á Nesi, sum er ættaður úr Sanda
vági. Hann var fyrsti stýrimaður. Teir vóru farnir
avstað stutt eftir ólavsøku, so túrurin hevði ver
ið langur.
Skipararnir høvdu gjørt av, at teir skuldu
fylgjast heim. Av eini ella aðrari orsøk var
Reynsatindur komin at vera nakað framman fyri
Tummas T. Komnir miðskeiðis millum Kappan og
Reykjanes setti skiparin á Reynsatindi, Dánjal
Petur, ið er beiggir Birgir, á Tórshavn Radio. Tá
hoyrdi hann, at tosað varð við Tummas T, at teir
vóru illa staddir, og skjótt skilti hann, at eldur
var í skipinum.
Dánjal Petur royndi gjøgnum sendaran at fáa
fatur í Tummas T fyri at fáa teir at telja, so at
hann kundi seta peilaran á teirra knattstøðu.
Tað eydnaðist, og Dánjal Petur heitti á skiparan
á Tummas T, Valter Thomsen, og bað teir ikki
fara av skipinum. Bara einaferð fekk hann peilað
teir av, so mistu teir sambandið við skipið, og tað
kom ikki aftur. Skiparin, Valter, hevði tá staðið
við horninum úti á bátadekkinum og tosað, tí alt
logaði inni í skipinum.
Reynsatindur vendir aftur, og kós varð nú
sett móti knattstøðuni, sum teir høvdu peilað
seg á. Men Tummas T var langt frá teimum,
einar 15 tímar, Umborð á Reynstindi máttu teir
tí liva við vónini um, at peilingin var røtt, og tí
betur, tað var hon.
Tá ið teir høvdu siglt í nógvar tímar síggja teir
eitt far á radaranum. Skipið er beint fyri stavn,
men vetrarmyrkur var, og einki ljósi var umborð,
tí streymurin var farin av eldinum. Heldur ikki
sást nakað til royk í myrkrinum. Men skipið var
Tummas T.
Ikki var tað nøkur tespilig sjón, tá ið Reysna
tindur kom fram á neyðstadda skipið. Alt aftur
skipð var kolað upp. Øll manningin stóð frammi
á bakkanum, har teir í nógva kuldanum høvdu
gjørt sær eitt skýli at standa undir. Eisini høvdu
teir tikið báðar gummibátarnar við sær fram á
bakkan.
Veðrið versnaði skjótt, og umstøðurnar at
fara undir at bjarga manningini vóru alt annað
enn bjartar. Eitt týskt vaktarskip har á leiðini
var eisini á veg til hjálpar. Av Reynsatindi varð
rópt yvir á Tummas T og spurt, um teir vildu
sleoppa umborð til teirra ella, um teir heildur
ynsku, at týska skipið skuldi taka teir. Har varð
beinanvegin svarað, at teir heldur vildu umborð
til okkara.
Tað var alt í einum, at hesir ísakøldu neyð
støddu menninir á Tummas T settu annan
gummibátin út, so at hann kundi dríva oman
ímóti Reynstindi, sum lá í læ. Fimm menn fóru
í bátin í senn. Bigir stóð við lúnningina sjálvur
annar og tók ímóti teimum.
Tað rullar illa, og viðhvørt vóru nógvir metrar
niður til gummibátin. Tá ið Reynsatindur við
hvørt legði seg í annað borðið, var báturin nær
um javnur vi lúnningina. Tað var tá, teir fingu
tikið ein mann fyri og annan eftir inn á dekkið.
Manningin á Tummas T hevur óivað skunda sær
í tey oljuklæði, sum fyrst lógu fyri. Onkur maður
var í so trongum oljudansi, at tað var torført at
fáa tak í hann. Birgir mátti krøkja neglirnar so
fast, hann orkaði í oljuklæðini fyri at fáa ein av
monnunum innum. Einaferð, teir hálaðu batin
yvir, fór hann aftur um hekkuna á Reynsatindi,
og tað var ikki gamans leikur í so ringum veðri,
men tað eydnaðist kortini at fáa menninar inn
um lúnningina.
Skiparin á Tummas T var seinasti maður,
sum var tikin inn á dekkið, og soleiðis eigur tað
at vera. Brigir minnist so týúliga, at skipararnir
hálsfevndust og søgdu:
– Sig Gudi takk!
Birgir greiðir frá, at hann minnist, hvussu
glaður hann og allir umborð á Reynsatindi vóru,
tá ið bjargingin var av og leggur afturat, at
hann ikki kann ætla, hvussu glaðir menninir á
Tummas T hava verið. Hesa løtuna kom serliga
fram fyri hann, hvussu verulig gleði kennist. Ta
ið gleðin her á jørð kann kennast so ævintýrlig,
hvussu tá við teirri óendaleysu gleðini, sum er í
ævinleikanum, sigur hann.
Skipið Rasmus Effersøe av Tvøroyri var eisini
á heimveg, men teir vóru langt frammanfyri.
Ein av manningini har umborð átti tveir sýnir
við Tummas T. Sjálvandi vóru tað ikki hugnalig
tíðindi fyri hann at frætta, hvussu statt var um
borð á Tummas T. Teir tosaðu eisini um at venda
aftur fyri at taka lut í bjargingini, men tað hevði
verið nyttuleyst, tí teinurin var alt ov langur.
Eftir bjargingina var tosað aftur og fram,
um teir skuldu taka Tummas T upp á sleip, ella
teir skuldu lata týska skipið taka sær av hes
um. Veðrið var ringt, og hann boðaði frá óveðri.
Sleipaðu teir skipið, so áttu teir tað, men skuldu
teir taka tað upp á sleip, so noyddust menn um
borð aftur fyri at seta róðrið soleiðis, at skipið
sigldi beint.
Birgir og annar maskinmeistarin bjóðaðu
sær til at gera hetta. Men tíbetur broyttu teir
avgerðina, tí bæði illveðrið og tað, at tað var
ivasamt, um teir náddu heim til jóla, fekk teir at
lata týska skipið taka sær av sleipinum.
Tað vísti seg eisini, at avgerðin var røtt, tí í
illveðrinum gekk illa hjá týska skipinum at sleipa.
Teir slitu endarnar millum skipini fleiri ferðir.
Tá ið eitt skip, ið var so væl útgjørt við endum,
hevði so nógvar trupulleikar, hevði tað verið
munandi verri við sleipiútgerð, ið Reynsatindur
hevði, sigur Birgir.
Nú gjørdist manningin á Reynsatindi tvífalt
so stór. Um fjøruti mans vóru umborð, og tí ikki
nóg nógvar koyggjur til allar. Men væl bar til,
teir skiftust um koyggjurnar, og summir svóvu
á onkrum beinki.
Eftir at vera komnir á Havnina, og menninir
vóru settir í land, fekk skiparin á Reynsatindi
eitt stórt vakurt blómutyssi frá reiðarínum. T.
F. Thomsen á Tvøroyri, sum átti Tummas T, fyri
at hava bjargað manningini. Týska skipð fekk
heiðrustekin frá Tryggingini fyri at hava sleipað
vrakið á Havnina.
Tað ið hevði størsta týdningin fyri manningina
á Reynsatindi var gleðin um at hava bjargað
neyðstøddu monnunm á tvøráskipinum og ført
teir í hav í øllum góðum.
Bjargaðu manning
av brennandi skipi
Við loyvi frá forlagnum Føroya
Met úr bókini »Skakandi
tilburðir VII«, 2012, sum fæst í
bókahandlum kring landið.
1975: Skiparin setti á Tórshavn Radio. Hann hoyrdi, at tosað var við Tummas T, og at teir vóru
illa staddir, tí eldur var í skipinum. Hann royndi gjøgnum sendaran at fáa samband við teir fyri
at fáa teir at telja, so hann kundi seta peilaran á teirra knattstøðu. Tað eydnaðist, men bara
einaferð fekk hann peilað teir av, so fór sambandið. Hann fekk ikki fatur í teimum aftur
Birgir Nielsen av Nesi var 1. stýrimaður á
Reynsatindi, tá Tummas T. brendi í 1975