Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-08, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 19 • 8. MAI 2017 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ F øroyska ferðavinnan hevur ment seg ómeta­liga nógv seinnu árini, og útboðið av til­boðum til ferðafólk er fleirfaldað og víðk­ að markant seinastu tíggju árini. Fara vit nakað aftur í tíðina, so var tað fyri tað mesta ymiskir túrar við bátum, sluppum og túrar til gongu, ið vit høvdu at bjóða ferðafólki, men ein stór menning er farin fram, so í dag er úr­valið av tilboðum nógv størri. Ikki minst er tað innan meiri aktivar túrar, at nógv er hent. Rættiliga nógv ferðafólk leita sær til Føroya at ganga í fjøllunum og eisini at royna ymiskar avbjóðingar, sum føroyska náttúran hevur at bjóða. Men hvussu nógv vita vit føroyingar um tey tilboð, sum ymiskir veitarar hava av upplivingum í Føroyum, og hví gera vit ikki okkum dælt av hesum møguleikum og royna tilboðini? Útbjóðarar vísa seg fram Á tiltakinum, sum verður á Torginum í SMS leygar­dagin, fara fleiri av teimum, sum bjóða seg fram við tilboðum um at uppliva Føroyar á ein øðrvísi hátt, at vísa fram og greiða frá tí, sum tey hava at bjóða. Og tað eru veitarar innan nógvar ymsar grein­ar, sum taka lut í tiltakinum, og tí er einki at ivast í, at talan verður um eitt fjølbroytt tiltak, sum fer at varpa ljós á, hvussu nógv ymiskt, sum føroyska ferðavinnan hevur at bjóða ferðafólki og ikki minst eisini føroyingum sjálvum. Tey, sum koma at taka lut í tiltakinum, eru Garðahúsið, Hiking.fo, Blástein, Norðlýsið, NAX, Reika Adventures, Hotel Skálavík, Outdoor og Gjáargarður. Tiltakið á Torginum í SMS verður allan leygar­dagin frá klokkan 10 á morgni til klokkan 18 á kvøldið. Føroyar sum ferða­ mál hjá føroyingum Leygardagin komandi verður fokus sett á føroysku ferðavinnuna, tá ið stórt ferðavinnutiltak verður í SMS. Endamálið er at lýsa Føroyar sum ferðamál hjá føroyingum S unnudagin er mammudagur, og í hesum sambandi fer SMS at hava opið á Torginum sunnudagin. Tað verður latið upp longu klokkan átta sunnumorgunin á Torginum í SMS, har stórt tiltak verður, og har tað verður høvi hjá fólki at keypa bæði blómur, sjokulátu og annað gott. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum SMS hevur gjørt seinnu árini, og undirtøkan hevur verið stak góð. Fleiri av handlunum í SMS verða við í tiltakinum mammudagin, og tí verður møguleiki at keypa nógvar ymiskar gávur til mammuna. Fípan ger eitt stórt úrval av blómutyssum til dagin, og lidnir pakkar við bæði blómum, sjokulátu og øðrum góðum verða eisini at fáa til keyps. Aftur mammudagur í SMS