mánadagur 8. mai 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 19 • 8. MAI 2017
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
T
að gongur væl fíggjarliga í Eystur
kommunu. Á býráðsfundi mánadagin varð
ársroknskapurin fyri 2016 viðgjørdur og
góðkendur. Samlaða úrslitið í 2016 var eitt yvir
skot á 15,1 miljónir krónur.
– Eysturkommuna hevur nú onga nettoskuld,
men eina nettoogn á 8,4 miljónir krónur, sigur
býráðið í dag.
Kommunan er sostatt fíggjarliga væl fyri.
Inntøkurnar frá kommunuskatti í 2016 vóru 82
miljónir krónur, sum er út við 4,4 mijónir meira
enn í 2015. Inntøkurnar frá felagsskatti vóru
13,7 miljónir, sum er tríggjar miljónir krónur
meira enn árið fyri.
Fyri árið í ár eru stívliga 40 miljónir settar av
til løgur, eitt nú til barnagarð í Gøtu, jarðarkeyp
og útstykkingar, nýggja tilbúgvingarstøð, spilli
vatnsskipan, nýggja býráðshúsið, liðugtgerð av
Sarpugerði.
– Haraftrat er peningur settur av til fleiri
aðrar smærri íløgur, siga tey í Eysturkommunu
í dag.
Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan
Christiansen, man vera væl nøgdur við
fíggjarligu gongdina í kommununi.
Eysturkommuna
onga nettoskuld
P
hilip prinsur, ið verður 96 ár í næsta
mánaði, hevur nú avgjørt at taka seg aftur
frá øllum almennum tiltøkum, ið konga
familjan í Bretlandi annars skal møta upp tiil.
Tað hevur bretska kongahúsið boðað frá
sambært BBC.
Elisabeth drotning fer framhaldandi at hava
sama leiklut framyvir og gevst ikki fyribils.
Drotningin er 91 ára gomul og hon og Philip
hava í ár verið gift í 70 ár.
Elizabeth og Philip komu knappliga og fyrr
enn væntað til trúnuna í Bretlandi í 1952.
Pápi Elizabeth dtorning, George VI, doyði
knappliga av sjúku meðan tey bæði vórðu
burturstødd. Tey hava tí verið drotning og prins
ur í Bretlandi í 65 ár í ár.
Philip prinsur er forseti, verji ella limur í
næstan 800 felagsskapum, so hann hevur havt
nóg mikið at gjørt, men tað verður so framyvir
onkur annar, ið átekur sær hansara almennu
uppgávur.
Philip prinsur
gevst