mánadagur 8. mai 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 19 • 8. MAI 2017
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
F
lestu mannfólk í Føroyum kenna Hávarð í
Stórustovu sum fryntliga og fyrikomandi
sølumannin, sum í nógv ár hevur starvast
í Skálki í SMS. Hávarður hevur ein heilt serligan
eginleika til at fáa viðskiftafólk at kenna seg
væl, og tað var ikki heilt óvæntað, at tað varð
júst Hávarður, ið streyk avstað við heiðurinum
sum ársins sølufólk.
Nógv fólk heiðraðu Hávarð
Í sambandi við, at Hávarður fekk heiðurin, bleiv
bjóðað til kaffi og lagkøku í SMS hósdagin, og
nógv fólk nýttu høvi at støkka inn á gólvið og
heilsa uppá Hávarð.
Lars Müller eigur Skálk og er stjóri hjá Há
varði í Stórustovu:
– Hávaður hevur ótrúliga nógv at siga fyri
okkara fyritøku. Hann hevur verið her í 18 ár,
og hann hevur nógv at siga sum ein partur av
okkara andliti úteftir. Umframt at vera ein góður
seljari, so er hann eisini ein góður innkeypari,
ein góður starvsfelagi, og hann er eitt slag av
hornasteini í okkara fyritøku. Og so er hann
eisini bara fittur og hjálpsamur av nátúr, sigur
stjórin í Skálki.
Hann leggur afturat, at nógv fólk halda, at
ein góður sølumaður er ein, sum snakkar skjótt
og nógv, men tað er ikki so.
– Ein góður sølumaður skal eisini hava eitt
gott trúvirði og vera álítandi, og teir egin
leikarnar hevur Hávarð, sigur Lars Müller.w
Hávarður gjørdist
ársins sølufólk
Á Ársins Søludegi í Norðurlandahúsinum mikudagin bleiv Hávarður í
Stórustovu í Skálki kosin ársins sølufólk innan sølu yvir disk
Myndir: Karis við Brúgv