mánadagur 8. mai 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 19 • 8. MAI 2017
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
T
iltakið í Handilsgøtuni miðbýnum í Havn
seinasta leygardag og leygarkvøld eydn
aðist fantastiska væl.
Tað eru fyriskipararnir, Páll Breckman, Beinta
Poulsen, Bergtóra Ó. Poulsen og Bogi Vík, samd
um. Ikki færri enn 29 handlar og fyritøkur stóðu
aftan fyri tiltakið.
Men, hvør er so Handilsgøtan í Havn, spyr
onkur kanska, sum ikki hevði høvi at vera við
hesaferð.
Eins samd um, at »by night« tiltakið var ein
brakandi susses, eru fyriskipararnir eisini samd
um, at Handilsgøtan í miðbýnum í Havn er Dr.
Jakobsensgøta við síðugøtum. Dr. Jakobsensgøta
er meginæðrin, og síðugøturnar eru Tróndargøta,
Sverrisgøta, Magnus Heinasonargøta, Bøgøta og
Tórsgøta.
Tað vóru handlar og fyritøkur í hesum um
hvørvi, sum tóku seg saman og bjóðaðu til ym
iskt undirhald og gott til góman.
Í Handilsgøtuni eru nógvir handlar, bæði
klædna-, skógva-, búnýtis-og matvøruhandil, og
her eru eisini frisørar, ferðaskrivstova og hotell.
Stappað við fólki
Longu tíðliga um dagin næst seinasta leygardag
var nógv fólk at síggja í Handisgøtuni og so
hvørt, sum tað leið út á seinnapartin, og kvøldið
stundaði til, var so nógv fólk í umhvørvinum,
sum tað ongantíð hevur verið áður.
Veðrið var gott, tó at tað í løtum kundi kenn
ast eitt sindur kalt, men tað kom ikki ein dropi
av himli.
Eitt 30 metrar langt og seks metrar breitt
tjald var sett upp í gøtuni við opnum síðum, og
Fantastiskt tiltak í
Handilsgøtuni í miðbýnum
Tey, sum reka virksemi í Handilsgøtuni í miðbýnum í Havn, siga, at tiltakið næst seinasta leygarkvøld
hevur knýtt vinnurekandi í økinum nógv tættari saman. Áður kendu fólk nóg illa hvønn annan. Men, í
dag virkar alt sum ein familja. Tiltakið hevur gjørt, at vinnurekandi í Handilsgøtuni nú koma hvørjum
øðrum meira við, og umhvørvið er soleiðis vorðið enn hugnaligari, enn tað nakrantíð hevur verið áður
Meira á síðu 18