Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-08, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 19 • 8. MAI 2017 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ … Fantastiskt tiltak í Handilsgøtuni í miðbýnum her var eisini eitt lítið tjald, sum harmoniku­ menn­inir spældu í. Hotel Havn hevði opið, og her høvdu fólk høvi at vitja inn á gólvið, eins og handlar og fyritøkur í økinum høvdu opið, so fólk altíð kundu støkka inn á gólvið. Ymiskt var til undirhald, og her varð lagt fyri við Guðrið Hansdóttir, og síðan framførdu onnur, eitt nú Sámal Ravnsfjall og harmonikumenn, ið settu ein serstakan dám á kvøldið. Her vóru heitir pottar, sum fólk kundu fara í ókeypis, og her var eisini eitt fiskakar sum kaldur pottur. Tíðliga um kvøldið vóru serliga børn og ung í pottunum, og sum kvøldið leið nýttu fleiri og fleiri ung og vaksin høvi at bloyta sær kroppin. Pottarnir høvdu stóran áhuga á tiltakinum, og tað vóru eisini fleiri, sum vóru í kalda fiska­ karinum. Á tiltakinum vóru eisini mótasýningar við klæðum, hári og bundnum pløggum, og her varð FK-trappan brúkt sum meginpallur. Alt varð etið Sum eitt serstakt tiltak í Handilsgøtuni vórðu tríggir grísar og tvey lomb grillað, og her høvdu fólk høvi at keypa sær ein góðan bita, sum kundi etast í tjaldinum. Í tjaldinum vóru plattar settir saman sum borð og stólar, og hetta riggaði alt óføra væl. So nógv fólk var í Handilsgøtuni hetta kvøld­ ið, at long bíðirøð var eftir at fáa ein bita av grill­ aða grísa- ella lambskjøtinum, og tað vóru tey, sum bíðaði tað mesta av einum tíma eftir tí góða bitanum við tilhoyri. Sum skilst á fyrireikarunum, vóru nógv fleiri fólk í Handilsgøtuni, enn nakar hevði torað at droymt um. Tiltakið hevði eisini við sær, at rættiliga nógv fólk var í býnum í Havn hetta kvøldið yvirhøvur, og tað vóru eisini handlar aðrastaðni í býnum, sum høvdu fólk til væl út á kvøldið. Handlar og fyritøkur høvdu opið til umleið klokkan 23, men fólk var í Handilsgøtuni til langt út á náttina. Tey, sum fyriskipaðu tiltakið, eru sannførd um, at hetta verður ikki seinasta tiltak av slíkum slag. Gott fyri samanhaldið Tey, sum reka virksemi í Handilsgøtuni í mið­bý­ num í Havn, siga, at tiltakið hevur knýtt vinnu­ rekandi í økinum nógv tættari saman. Áður kendu fólk, sum reka handil og aðra vinnu í gøtuni, nóg illa hvønn annan. Men, í dag virkar alt sum ein familja. Gongur tú ein túr gjøgnum gøtuna í dag, steðgur tú fleiri ferðir á at práta við onnur vinnurekandi í økinum, og soleiðis var tað slett ikki fyri tiltakið. Tiltakið í Handilsgøtuni hevur gjørt, at fólk, sum hava sítt dagliga arbeiði í gøtuni, nú koma hvørjum øðrum meira við, og umhvørvið er soleiðis vorðið enn hugnaligari, enn tað nakran­ tíð hevur verið áður.