mánadagur 8. mai 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 19 • 8. MAI 2017
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Bygma Balslev søkir lærlingar...
Vit sóknast eftir 3 sølulærlingum!
Vit gleða okkum til at fáa nakrar lærlingar, sum eru við til at taka ábyrd, vísa áhuga
og fegnir vilja læra og arbeiða. Gott lag og lætt sinni er góður eginleiki at hava við, tí
vit skulu eisini hava tað stuttligt, tá vit arbeiða. Saman við góðum starvsfeløgum,
skalt tú verða við til at tryggja okkara kundum bestu tænastu í einum nýmótans
virki í stórari menning.
Í lærutíðini lærir tú millum annað at selja, um kundarøkt, byggitilfar, amboð, máling,
besløg, arbeiðsklæðir, el osfr.. Eisini lærir tú tað sum krevst í einum nútímans virki,
so sum goymslustýring, innkeyp, logistikk, marknaðarføring og annað.
Lærlingaútbúgvingin hjá okkum er eitt gott grundarlag fyri eini spennandi yrkisleið,
um tú ætlar tær at starvast innan sølu.
Í lærutíðini skalt tú nakrar ferðir á skúlabonk í Danmark. Tað er neyðugt at tú hevur
FHS- ella HH-prógv. Næmingar ið taka prógv í summar eru eisini vælkomnir at søkja.
Størvini verða sett skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir røttu fólkunum.
Send eina umsókn til balslev@balslev.fo í seinasta lagi 21. mei.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til:
Hera í handverkarabúðini á tlf. 34 50 80
Sjúrð í timburdeildini á 34 50 13
ella Alex í byggibúðini á 34 50 32
Bygma Balslev
Bygma Balslev - Vegurin Langi - 188 Hoyvík - tlf. 345000
BYGMA BALSLEV
SØKIR LÆRLINGAR...
SØKIR HANDILSLÆRLING
Umsókn sendast til:
SKEMMAN, staravegur 7, Postboks 3278, 110 Tórshavn
ella á teldupost: skemman@skemman.fo
HANDILSLÆRLINGUR
GERST
LÆRLINGUR
HJÁ OKKUM
OG FÁ NÓGVAR
GÓÐAR
FYRIMUNIR
Løn sambært galdandi sáttmála hjá S&K. Fyri at gerast næmingur í
Skemmuni krevst FHS útbúgving ella onnur miðnámsútbúgving.
Hevur hetta tín áhuga, send so eina skrivliga umsókn
UMSØKNARFREISTIN ER 21. MAI 2017
Meira fæst at vita um læruplássið við at ringja til
Dan Hansen à tel. 898501
Mammudagurin
14. mai er Mammudagurin. Dagurin verður hildin
annan sunnudag í mai.
Sum so nógv annað, so hevur hesin dagurin
sín uppruna í Amerika. Tað var í 1872, at Julia
Ward Howe (1819-1910) fann upp á at halda
henda dagin, Julia Ward Howe var høvundur og
stríddist eisini fyri, at kvinnur fingu valrætt.
Upprunaliga var ætlanin at dagurin eisini
skuldi verða ein dagur fyri friði. Seinni var tað
Anna Jarvis (1864-1948) sum gjørdi dagin
meira kendan, tá hon heiðraði mammu síni,
sum arbeiddi fyri m.a. at minka um barnadeyðan.
Sum tíðin gekk, so varð dagurin ognaður øllum
mammum og teirra arbeiði.
Síðani 1914 hevur Mammudagurin, Mothers
Day, verið almennur heiligdagur í USA.
Hendan Anna Jarvis brúkti nelikin sum ímynd
mammudagin. Nelikur skuldi ímynda dygdirnar
hjá mammuni: m.a. kærleika, trúfesti, miskunn
semi og vakurleika.
Livdi mamman, so høvdu børnini reyðar nelik
ar, var mamman deyð, vóru tær hvítar.
Hóast ætlanin ikki var at Mammudagurin
skuldi vera handilsligur, so fæst alt møguligt
lekkurt og vakurt at gleða mammurnar við
henda dag. Og gott er tað.
Mothering Sunday
Áhugavert er, at í Stórabretlandi var ein gam
al siður frá 1600-talinum, sum minnir ikki heilt
onki um Mammudagin.
Tá var tað soleiðis, at fjórða sunnudag í føstu
fingu børn og ung, sum vóru úti og tæntu, frí at
fara heim til síni kæru og familjan fór so saman
í kirkju. Helst í eina størri kirkju. Dagurin varð
kallaður Mothering Sunday og var ofta einasti
dagur á árinum, at øll familjan kundi vera saman.
Í Norðurongland og Skotlandi varð dagurin
kallaður Carling Sunday. Navnið er eftir
pannukøkuni, kallað carlings, sum tey
ótu henda dag.
Aðrastaðni í landinum varð borðreitt við
siðbundnum høgtíðsmati.
Mothering Sunday var um at fara í søguna,
tá dagurin fekk íblástur frá amerikanska deg
num og eitur nú eisini Mothers Day og verður í
dag hildin á sama hátt sum í Amerika. Tó verður
hann í Stórabretlandi enn sum fyrr hildin fjórða
sunnudag í føstu.
Kelda: Wikipedia, den frie encyklopædi
Mammudagurin