Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. mai 2017 · Nr. 54 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað er gott, um Løgtingið sam­tykk­ ir, at tey, sum fáa sær hitapumpu, skulu sleppa undan at rinda mvg av í­løg­uni. Tað er gott, at landið kann stimbra undir, at fólk velja aðrar hita­loysnir, enn oljufýr. Tað er ikki gott, at SEV ger streym við dálkandi tungolju. Men tann trup­ulleikin verður ikki loyst­ ur við, at fólk framhaldandi skulu velja sær oljufýr at hita hús síni við og dúva upp á olju frá duo­polu­ num báðum, Effo og Magn. Kappingarráðið sigur, at olju­ fel­øg­ini í Føroyum taka ov stóran vinn­ing av neyðsynjarvøruni, sum olja er. Oljufeløgini vísa hesum blakt aft­ur. Men at tað loysir seg at eiga feløg, sum selja olju í Før­ oy­um, bera roknskapirnir hjá duo­ pol­u­num boð um. Seinastu fimm árini hava ís­ lend­ing­arnir, sum eiga Magn, og reið­ar­ar­nir, sum eiga Effo, fingið um­leið 175 milliónir krónur í vinn­ ings­býti. Vinningsbýtið eru peng­ ar, sum verða tiknir úr feløgunum og latn­ir eigarunum. Hetta skal ikki misskiljast so­ leið­is, at vit ikki unna fólki, sum gera íløgur í vinnulívið, at tey fáa av­kast burturúr. Tað er jú enda­ málið við at gera íløgur í vinnu­lív­ ið. Men tað eru nakrar vørur, sum er lívs­neyðugar fyri okkum, og har er oljan so týðandi. Vit kunnu tí ikki velja oljufeløgini frá. Eing­ in mynd­ug­leiki í Føroyum hev­ur tamarhald á, hvussu olju­prís­ir verða skrúvaðir upp og nið­ur – her verður altíð víst til markn­að­ ar­kreft­ir úti í heimi, sum vit – og so slett ikki føroysku oljufeløgini – hava nakra sum helst ávirkan á. Magnstjórin kann væl hava rætt í sínum kritikki av SEV – um tað, at al­menna monopolfyritøkan SEV eig­ur at lata privatar veitarar sleppa at framleiða inn á netið. Er tað betri fyri brúkaran, so skal tað sjálvandi gerast sum skjót­ ast. Men tað skerst ikki burtur, at ein­staki brúkarin fær ikki gjørt so nógv annað, enn at fáa sær útgerð at hita sær húsini »grønt«. Keypir hann sær oljufýr, so verður hann ong­an­tíð »grønur«. Fær hann sær til døm­is hitapumpu, eitt nú við jarð­hita, so hevur skipan, sum er »grøn« so títt og knapt sum SEV, ið føroysku kommunurnar jú eiga, kann veita okkum grøna orku. Til ta tíð eru vit ikki nóg grøn. Men tað skal ikki binda okkum til oljufeløgini, at landið ikki er nóg grønt. Hetta fer alt at leggja nátúrligt trýst á SEV um grøna framleiðslu. Tí er at vóna, at Løgtingið sam­ tykkir uppskotið um mvg-aft­ur­ ber­ing til teirra, sum fáa sær grøn­ ar hitaskipanir. At landið ikki er »grønt« skal ikki binda okkum til oljufeløg ja til aðrar hitaloysnir 2018 Mynda­ kalendarin komin síða 4 Fortel børnum um sjúkuna Heilsusíða Síða 10 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Lions Club í Havn hevur gjørt av at heiðra Óla Jac­ob­ sen sum Ársins borgara 2017 Á hvørjum ári verður onk­ ur borgari, felagsskapur ella ann­ar, ið onkursvegna hevur gjørt serliga samfelagsnyttu, heiðr­aður av Lions Club Tórs­havn. Hesaferð er heiðurin fall­ in Óla Jacobsen í lut, sum í drúgt áramál var fak­fel­ags­ lei­ð­ari og longu tá vísti, at hann hevði hug og hegni til skriv­ligt avrik. Hann byrjaði í gamla FF- blað­num við áhugaverdum grein­um og søgum, og nú hev­ur hann í fleiri ár havt í Sosi­al­i­num sín fasta teig um kend­ar og minni kendar før­ oy­ing­ar. Somuleiðis hevur hann leit­að upp tilfar um øll tey, sum grivin eru í kirkju­garði­ num á Svína­ryggi í Havn. Til­far, sum hevur frøtt les­ar­ ar­nar og givið kunnleika um fólk, sum fyri langt síðani vóru farin í gloymskuna. Fyri hetta arbeiði er Óli Jac­ob­sen nú heiðraður av Li­ons Club Tórshavn sumn árs­ins borgari 2017, og um­ framt heiðurin fylgir við ein lít­il peningagáva upp á 5.000 krón­ur. Óli er ársins borgari 2017 Árliga várkonsertin hjá Nes Sókn­ar Mus­ikk­fel­ag verð­ur í Løkshøll í Runavík í kvøld 10. mai klokkan 20. Skráin er fjølbroytt, og fer horn­orkestrið m.a. at fram­føra tey trý løgini, sum ork­estrið fer at spæla á musikk­stevnuni, sum verður í Sør­vági Dýra Biðidag 12. mai. Hesi eru Castell Caerdydd, The Acrobat (Hans Jákup Abr­a­h­amsen spælir trombon solo) og Land of My Fathers. Eisini fara Kenneth Jones, trom­pet, og Súsanna H. Olsen, trom­pet, at spæla nøkur løg. Bir­gitte Schnakenburg, flygul, hev­ur fylgispælið. Kenneth Jones stjórnar ork­estr­i­num, sum telur eini 20 spælarar í øllum aldrum. Várkonsert í Løkshøll í kvøld Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Heini Olsen frá Lions Club Tórshavn og Óli Jacobsen, sum er heiðraður sum Ársins borgari 2017