týsdagur 9. mai 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. mai 2017 · Nr. 54
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Føroyingar ynskja sama til
knýti til Danmark, sum vit
hava nú.
Tað er í stuttum niður
støðan í kanning, sum Gallup
Føroyar hevur gjørt.
Í
kanningini
verður
spurt, hvat fólk halda um
ríkisrættarligu viðurskiftini,
um Fólkatingið hevði avtiki
fíggjarliga stuðulin til Før
oya.
Fólk høvdu møguleika at
svara soleiðis:
– At innlima Føroyar í
Danmark (tað vil siga, at
Føroyar verða amt uttan
lóggávuvald)?
– At fáa fullveldi (tað er
loysing)?
– At hava sama tilknýti til
Danmark, sum nú?
– Veit ikki.
Her svaraðu 61 prosent, at
tey, um blokkstuðulin var
burtur, vildu havt sama til
knýti til Danmark, sum nú.
30 prosent høvdu vilja havt
fullveldi.
7 prosent vita ikki.
2 prosent høvdu tá
viljað innlimað Føroyar í
Danmark.
Verður hugt eftir býtinum
millum
kynini,
so
vilja
kvinnurnar í størri mun
enn menninir hava sama
tilknýti til Danmark, sum
vit hava í dag. 67 prosent av
kvinnunum og 56 prosent
av monnunum svara, at um
blokkstuðulin var burtur,
so vildu tey varðveitt sama
tilknýti til Danmark, sum vit
hava í dag.
25 prosent av kvinnunum
vildu tá havt, at Føroayr
tók fullveldi. 35 prosent av
monnunum høvdu í so fall
vilja havt fullveldi.
Spjaðingin í aldursbólkum
vísir, at tey mest fullveldis
sinnaðu er fólk í aldrinum
40-49 ár. Av teimum høvdu 41
prosent vilja havt fullveldi,
sum blokkstuðulin var burt
ur, meðan 52 prosent høvdu
vilja varðveitt tilknýti til
Danmark, sum tað er í dag.
Fólk millum 50 og 59 ár
er tey, sum í størstan mun
høvdu viljað varðveitt sam
bandið við Danmark, sum tað
er. Har eru tølini 70 prosent
fyri at hava sama tilknýti til
Danmark, sum í dag, meðan
22 prosent høvdu viljað havt
loysing, um danski stuðulin
varð burtur.
Hyggja vit eftir landa
frøðiliga býtinum, so sæst,
at størsti bólkurin av teim
um, sum vilja hava sama
tilknýti til Danmark, sum
nú, er í Norðstreymoy. Har
siga 75 prosent, at tey vildu
havt somu viðurskifti við
Danmark, sum nú, um so var,
at ríkisstuðulin var burtur.
16 proenst vildu havt
fullveldi.
Økið, har bólk
urin, sum vildi
havt fullveldi,
er
størstur,
er í Suður
s t r e y m o y.
Har siga 38
prosent seg
vilja hava full
veldi, um ríkisstuðulin var
burtur. Men 54 prosent vilja
varðveita somu viðurskifit
við Danmark, sum nú.
VILJA VARÐVEITA SAM
BANDIÐ VIÐ DANMARK
Um so var, at Danmark tók burtur blokkstuðulin og
ikki fíggjaði danska stovnar í Føroyum, so ynskja
føroyingar kortini at varðveita sambandið við
Danmark, sum tað er í dag. Tað vísir nýggj kanning
KANNING
ANALYSA
Zakarias Wang
Ein spurningur, sum nógv
hevur verið umrøddur í før
oyskum politikki, er um før
oyingar eru saman við Dan
mørk av tí at vit fáa pening
frá hesum ríki.
Skipanin nú er soleiðis,
at vit fáa tann sonevnda
blokkin til tey málsøki, sum
vit ikki hava samtykt at
yvirtaka. Her er talan um
góðar 600 milliónir krónur.
Síðan verða nakrar hundrað
milliónir afturat markaðar
sum stuðul til Føroya. Hann
fer til sjóverju, løgreglu,
danskar stovnar sum eitt nú
ríkisumboðið, eins og hallið
av rættarskipanini.
Tað stendur beinleiðis í
heimastýrislógini, at danska
stjórnin kann samtykkja, at
tey málsøki, sum standa á
lista A, kunnu verða yvirtikin
av okkum um so er, at tað
hóvar stjórnini. Vit kunnu tí
nær tað skal vera noyðast at
vera tær góðu seks hundrað
milliónirnar fyriuttan, sum
vit í løtuni fáa í blokki.
Tað er heldur einki, ið
forðar stjórnini at senda okk
um rokning fyri allar aðrar
útreiðslur, sum Danmark
hevur av okkum. Vit kunnu
tí, nær tað skal vera, noyðast
at gjalda ta milliardina, vit
íalt fáa frá Danmark, í skatti
til okkara landsstýri.
Vanliga
verður
hesin
veruleiki kveistraður burtur.
Sagt verður, at danir ikki
kundu funnið upp á slíkt,
og tí er ikki vert at hugsa
um hetta. Men veruleikin er
tann, at teir hava rætt til at
gera hetta undir tí skipan vit
liva undir.
So verður sagt, at fáa
vit ikki hesar pengarnar úr
Danmørk, so verður tað so
illa statt hjá okkum, at vit
noyðast at gerast ein partur
av Danmarkar ríki, sleppa
okkara egna flaggi og gerast
eitt danskt amt, soleiðis
at vit koma undir donsku
grundlógina, sum ásetur,
at okkara unglingar fara at
tæna herskyldu til danska
herin. Hetta er spell, men
vilja danir ikki gjalda okkum
peningin, so verður einki
annað at gera.
Onnur siga, at um so er,
at danir vilja leggja hesa
milliardabyrðu
á
okkara
herðar, so er einki annað at
gera hjá okkum enn at geva
teimum durafjórðingin og
loysa frá teimum, so vit fáa
fullveldi.
Onnur halda, at hóast
danir leggja hesa byrðu á
okkara herðar, so skulu vit
bara lata sum einki, og halda
fram við tí skipan, sum vit
hava í dag.
Men av tí, at tað er betri
at vita enn at gita, so bað eg
Gallup um at kanna hvørja
áskoðan, ið 525 tilvildarliga
valdir føroyingar høvdu til
hesar møguleikar.
Tað vísti seg, at undir
tøkan fyri innliming í Dan
mark var lítil. Bert 2% av før
oyingum halda, at vit skulu
gerast eitt danskt amt um so
er, at stjórnin kravdi, at vit
skuldu sleppa henni undan
at krevja eina milliard frá
donsku
skattgjaldarunum
at flyta til okkara. Hetta er
sostatt undirtøkan fyri, at
danska stjórnarskráin skal
gerast okkara stjórnarskrá,
og vit skulu gerast vernd
arskyldigir í danska herinum.
Tann flokkur, sum skaraði
framúr í hesum spurningi,
var Sambandsflokkurin, tí
har vóru tað 3%, sum vildu
sleppa at limast inn.
Næsti spurningurin var
um fullveldi, t.e. loysing, um
so er at danir ikki vildu gjalda
okkum hesa milliardina. Tey
vóru eini 30% av øllum velj
arunum. Merkisvert var, at
fullveldið hevði undirtøku í
øllum flokkum. At Tjóðveldi
var á odda var ikki óvæntað,
men at 3% av veljarum Sam
bandsfloksins tóku undir við
hesum sjónarmiði var heldur
óvæntað.
Hinir 2/3 vildu annað
hvørt ikki svara ella hildu,
at vit kundu halda fram við
somu skipan sum higartil.
Her er helst ov illa frágingið,
tí um so er, at danir krevja, at
vit yvirtaka øll tey málsøki,
sum danir í løtuni gjalda
meir ella minni, so verður
lóggávuvaldið hesum økjum
viðvíkjandi hjá løgtinginum,
og tá er skipanin als ikki
tann sama sum tann, vit í
dag liva undir.
Henda lítla kanning tykist
tí at prógva, at Danmørk
onga sum helst orsøk hevur
til at gjalda nakrar pengar
til Føroya. Sjálvt um teir í
morgin halda uppat at gjalda
pengarnar, so fara føroying
ar framvegis at vilja vera
saman við teimum.
Hetta er beint tað øvuta
av tí, sum danir í hundrað
ár hava fingið at vita úr Før
oyum.
Føroyskir
flokkar
hava sagt teimum, at um so
var, at teir ikki guldu hesar
krónurnar, so fóru føroying
ar at loysa frá teimum. Teir
hava trúð hesum, og hava
goldið pengarnar fyri at fáa
okkum at vera saman við
sær.
Nú vísir tað seg, at teir
eru hildnir fyri spott, og
hava goldið okkum pengar
av misgáu.
Hvørjar avleiðingar hetta
fer at fáa í ókomnum tíðum
er sjálvandi óvist, tí tey
flestu vilja heldur gita enn
vita. Hetta er eisini galdandi
fyri danskar ráðharrar.
Tað sigur Zakarias Wang, samfelagsfrøðingur og íðin stríðsmaður fyri at føroyskum fullveldi. Hann
hevur biðið Gallup Føroyar kanna, hvat føroyingar halda um ríkisrættarligu viðurksiftini, um so varð, at
Danmark ikki longur rindaði blokkstuðul til Føroya og fyri tað, sum danskir stovnar í Føroyum kosta.
Meira um
kanningina
í Vikuskiftis
Sosialinum
Gallup-kanningin 2. mai 2017:
– Danmark onga orsøk at gjalda okkum pengar