Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. mai 2017 · Nr. 54 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Minningargrein: Auðbjörg Þorsteinsdóttir (1924-2017) Leivur Grækarisson Madsen (1924-2015) Leivur Grækarisson Madsen varð føddur tann 9. juni 1924. Foreldur hansara vóru Gregorius (Grækaris) Madsen og Anna Sophie Elisabeth Madsen í Kvívík. Systkin hansara vóru Arngrím, Gunnhild, Hjørdís, Tórstein og Ingibjørg. Leivur and­ aðist tann 24. julí 2015 og fór til gravar úr Vesturkirkjunni í Havn. Auðbjörg Þorsteinsdóttir varð fødd 4. juni 1924. Foreldur hennara vóru Þorsteinn Gunnarsson og Margrét Grímsdóttir á Ketils­stöð­ um í Mýrdal. Systkini Auðbjargar vóru Unnur, Unnur Guðjónína, Gunnar, Jóna og Guðjón. Auðbjörg andaðist tann 23. mars 2017 og fór til gravar úr Vesturkirkjuni í Havn hósdagin tann 30. mars 2017. Sonur Leivs og Auðbjargar er Leifur Grétar Leivsson, føddur tann 9. oktober 1972, búsitandi í Keyp­mannahavn; kona hansara er Connie Leivsson, fødd 17. januar 1970; sonur teirra er Gustav Leifs­ son, føddur 21. desember 2008. Móðursystir okkara, Auðbjörg Þor­steinsdóttir frá Ketilsstöðum í Mýrdali, og maður hennara, Leiv­ur Grækarisson Madsen úr Kví­vík, eru farin. Bæði tvey and­að­ust í Tórshavn, Auðbjörg tann 23. mars 2017 og Leivur fyri knøpp­um tveimum árum síðani. Barna­heim teirra vóru á bygd, har land­búnaður og útróður vóru gerandis­kostur og livibreyð. Arbeitt varð á sjógvi og landi, og øll hjálptust at við at fáa til vega tann fong, ið lívið gav, heilt frá barna­ árum til ellidagar. Auðbjörg og Leivur vóru sínum egnu tjóðum serstakliga trúgvir tænarar, bæði í mótgangi og við­ gangi, og mæltu stolt og avgjørd til loysing og trygga framtíð í før­oyskum og íslendskum ment­ anar­samfelagi. Lívið at enda var hugurin mangan á fornum heima­beiti, har ið foreldur og flest­øll børn vuksu upp, og har sló hjartað heitast. Leivur sleit barna­skógvarnar heima hjá for­ eldrunum, Grækaris og Onnu, í Kvívík saman við fýra systkjum, ið øll fingu gott í beinið, bæði ment­anarliga og samfelagsliga, og bóru við sær tað samfelagsliga lyndi, ið enn leggur lunnar undir tað føroyska samfelagið. Faðir Auð­bjargar doyði á ungum árum, men Margrét, móðir hennara, stóð treyst eftir, livdi av tí, ið bøur og hagi góvu av sær, og fekk tey evna­ ligu børnini at fóta sær. Lívsleiðin hjá Leivi og Auðbjørgu varð tó eisini laðað av ymiskum øðrum, ið hevði stóra ávirkan á bú­setu, samlív, arbeiðsøki og heims­mynd­ ina sum heild. Nógv er tað, ið sameinir før­ oyska og íslendska tjóð, og tey, ið koma langt av leið, hava lyndi til at halda, at talan er um eitt­ ans fólk við tveimum mál­før­ um. Skyldskapin er lætt at fáa eyga á. Sereyðkennini hjá hesum báð­um tjóðunum eru teimum, ið har búgva, tess greiðari og eru á ein hátt støðið undir bæði sjálvsmedviti og stirðili hjá eini smátjóð, ið stríðist fyri egnu ment­an í baldrutari altjóða­ eind. Hóast støddin er ymisk, og tjóðrættarstøðan ikki er tann sama, eru vinalagið og virð­ing­in okkara ímillum stór og týdn­ingar­ mikil. Tjóðirnar báðar eru í mong­ um førum tengdar og kunnu læra nógv hvør av aðrari. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá ið sagt verður, at føroyingar eru á odda, tá tað kemur til at veita hjálp á fellisárum, og verður kagað aftur í tíðina, sæst, hvussu grannalondini bæði hava hjálpt hvørjum øðrum at hóra undan í ringum tíðum. Í sjeytiárunum kom hópin av ís­ lendingum henda vegin at leita sær skjól og linna. Tað sama kann verða sagt um fleiri føroyingar, ið hildu til Íslands í arbeiðsørindum aftan á seinna veraldarbardaga. Hetta samskifti gjørdi tjóðirnar treystari, elvdi til samstøðu og gav stirðil og megi. Leivur var ein av teimum mongu, ið fótaði sær og mentist á arbeiðsøkinum, ið grannatjóðirnar báðar eiga í felag. Hann kom ung­ ur til Íslands, tá ið kríggið var um at verða liðugt, og fekk starv sum umsjónarmaður á loð­ skinns­garðinum hjá vinnulívs­ mann­inum Sigurði Pálmasyni á Hvamm­stanga. Hann róði út við ís­lendingum og fekk nógvar vinir á útróðarplássunum uppi á Norðulandinum, í Grønlandi og Norður-Noregi. Seinni komu bæði hann og fleiri landsmenn hans­ara aftur til Íslands, men nú fyri at steðga. Um sama mundið var Auðbjörg flutt til Reykjavíkur at arbeiða á einum góðgætisvirki, har hon í fleiri ár framyvir hevði sína dagligu gongd . Auðbjörgu og Leivi dámdi ser­ stakliga væl at arbeiða við gróður­røkt, og urtagarðarnir hjá teimum báðum vóru framúr væl hildnir. Leivur var av sonnum eitt arbeiðsgrev, og hetta sást aftur øll árini hann starvaðist sum ar­ beiðsformaður hjá Véltækni hf. í Reykjavík, á Bacalao P/F í Tórs­ havn, og heima við hús aftan á langan arbeiðsdag, tá ið farið varð í holt við at hjúkla um hús, heim og urtagarð, grønmeti og annan gróður, og hugna sær við vinum og skyldfólki Sonnum vinum líkt, skiftu tey bæði millum búsetu í tjóð­lond­ un­um báðum og fluttu til Føroya í 1977, við tí lítla soninum, Leifi Grétari, sum nú starvast og býr saman við konuni og syninum í Danmark. Sonur teirra, Gustav, er sum faðirin ein sannur sólargeisli í lívi Auðbjargar og Leivs. Bú­ set­an, lívið og gerandisdagurin í tvinn­andi tjóðlondum bar brá av tjóðskaparkenslu, samhaldshuga og gávumildi. Eitt nú løgdu tey bæði á sinni stórt arbeiði í Før­oy­ inga­felagið í Reykjavík, har Leivur eitt skifti var formaður. Nógvir før­oyingar, ið løgdu leiðina til Íslands, nutu gott av hjálpsemi og gesta­blídni hjá teimum báðum, Leivi og Auðbjørgu. Auðbjørg og Leivur arbeiddu fyri samfelagsligari rættvísi og rættindunum hjá eini smátjóð at ráða fyri sær sjálvari. Leivur var tjóðveldismaður oman háls, góð­ur røðari og altíð til reiðar at kjakast um tjóðarrætt Føroya, og Auðbjørg helt seg heldur ikki aftur á stjórnmálaøkinum, serliga tá ið Ísland og Føroyar vóru í andgletti. Altíð var hon til reiðar at birta upp undir víðgongdar ábøtur bæði í orðum og verki. Heilt til tað síðsta, fyri fáum døgum síðan, tosaði hon um tann brennandi hug, ið hon hevði at basa ranglæti, ið hon, so gløgg sum hon var, visti at almúgan í hennara egna landi enn verður fyri. Á elliárum, tá ið Leivur hevði lagt frá sær, lógu tey bæði ikki á løgg, men hjúklaðu um hús og heim, gróður og fólk, og komu regluliga til Íslands at hitta tey mongu skyldfólk og vinir, ið tey áttu frá farnari tíð. Í tí seinastu mót­brekkuni, tá ið heilsubrek gjørdi vart við seg, fingu bæði tvey góða umsorgan á hvíldar- og ellis­ heimi í Tórshavn og ómeta­ligan stuðul frá nógum góðum fólki Vit vilja við hesum vísa Leifi Grétari, familju hansara og Jónu systur Auðbjargar, inniliga sam­ kenslu. Eitt langt og eydnuríkt lív er komið at enda, og nógv eru minnini um hesi góðu menniskju. Vit takka og heilsa við sakni. Margrét S. Gunnarsdóttir og Gunnar Á. Gunnarsson Føðingardagur 31. mai verði eg 50 ár. Vit fara at halda føðingardagin leygardagin 27. mai kl. 11 - 15 á Verkstaðnum VÒN, Hóvabrekka 1, Argir. Tað hevði glett meg, at sæð allar mínar góðu vinir og familjuna til eina hugnaliga løtu og ein góðan bita. Hjartaliga vælkomin øll. Tórur í Puntabyrgi (tlf. 216510 - punta@olivant.fo) Brúdleyp Leygardagin 13. mai giftast Fríðhild Reinert Norðgerð, Leirvík og Bogi Johannesen, Skála. Vígslan verður í Skála kirkju kl. 13.00. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 17, og frá kl. 20 eru øll hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum á Sjókafeini í Runavík. 90 ára føðingardagur 10. mai fyllir Esther K. Berg 90 ár. Dagurin verður hildin í hølinum hjá pizzaria á Tvøroyri. Opið hús er frá kl 13-17. Øll eru vælkomin. 90 ára føðingardagur 4. juni verður Palma Dal-Christ­ iansen 90 ár Dagurin verður hildin í sjóndepilinum á Íslandvegi 10a leygardagin 3. juni frá kl 13.00 Øll eru hjartaliga vælkomin