Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 12. mai 2017 Enn er einki sum bendir á nakað skrædl hjá lands­stýrissamgongu sum úrslit av upp­ skot­i­num um fiskivinnunýskipan. Seinasta veljarakanningin, sum vit hava í blað­num í dag, vísir, at samgongan held­ur tørn. Býtið av løtingssessum millum and­ støðu og samgongu er tað sama, og býtið mill­um samgonguflokkarnar er eisini tað sama. Í andstøðuni broytist býtið við tað, at Sjálv­stýri sambært kanningini ikki kem­ur upp um sperrumarkið, og at Sam­bands­ flokk­urin og Fólkaflokkurin fáa tey bæði um­boð­ini afturat, eitt í part. Hetta merkir so, at ágangurin í­móti samgonguni vegna fiski­vinnu­ný­skip­an­ ar­upp­skot­ið, ikki hevur havt nevniverda á­virk­an. Eitt er, at reiðararar hava gjørt vart við seg, tó at teir ikki hava verið so samdir í kri­tikk­i­num, alt eftir, hvørji áhugamálinum eru. Men annað er, at fleiri fakfeløg eru farin sam­an við reiðarunum í stríðinum ímóti sam­gonguni. Men tað tykir so ikki at gera tann stóra munin. Bera vit saman veljarakanningar, sum vórðu gjørdar undir seinastu samgongu, sum sat frá 2011 til 2015, so gekk hon fram í fyrstu kann­ingunum eftir valið. Men so dragn­aði. Tá samgongan hevði sitið í sløk tvey ár hevði hon í kanning mist 8,7 prosent av und­ir­tøkuni. Sitandi samgonga hevur sitið í slakar 20 mán­aðir og hevur mist 2,8 prosent av und­ ir­tøkuni. Aksel V. Johannesen kann eisini ugga seg við, at hóast Sonja Jógvansdóttir við sínum 1.021 at­kvøð­u­num vendi flokkinum bakið, áðr­enn samgongan varð skipað, so sæst tað ikki aftur, og hevur ikki verið at sæð aftur í und­ir­tøkuni hjá Javnaðarflokkinum í velj­ ara­kann­ingu­num. Sonja Jógvansdóttir fekk 3,2 prosent av atkvøðunum á løg­tings­vali­ num, og afturgongdin hjá Javn­að­ar­flokk­i­ num í hesi kanningini er 0,4 prosentstig. Tað er vanligt, at samgongur ganga aftur í kann­ingum. Og at flokkurin hjá løgmanni gong­ur aftur. Tað var eitt eindømi, tá Sam­ bands­flokk­urin sum løgmansflokkurin á løg­tings­valinum í 2011 gekk fram við 3,7 pro­sent­stig­um. Serliga uppskotið um fiskivinnu­ný­skip­ an­ina er aðalroyndin hjá bæði Aks­eli V. Johanensen, løgmanni, og hjá lands­stýr­is­ sam­gonguni. Standa tey royndina, so ber nógv til hjá samgonguni. Nú er Endurnýtslan hjá Tórshavnar kommunu á Hjalla aftur opin sum vanligt gerandisdagar mánadag til hósdag frá klokkan 8 til 17 og fríggjadagar frá klokkan 10 til 17. Leygardagar er opið frá kl.10-17. Síðani eldur var í køstinum inni á brennistøðini fyri góðum tveimum mánaðum síðani, hevur hon verið stongd og partvís stongd. Tórshavnar kommuna skrivar, at fyrivarni tó verður tikið fyri, at ruskgoymslan aftur kann gerast full, og at Endurnýtslan tí aftur kann hava avmarkaðar upplatingartíðir. Fyribils er tó opið aftur sum vanligt. Aksel og samgongan halda tørn Endiliga opið endurnýtslan Les eisini blaðið á telefonini Ferðsluforðingar hvønn dag Høgni Djurhuus baksíðan Mest gagn fyri flest Svend Højgaard síða 22-23 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Sosialráðgevar í Al­manna­ verki­num innstillaðu teir arbeiðs­gevarar, sum tey mettu hava gjørt serligan mun, tá tað snýr seg um at hava fólk við ser­lig­um tørvi í starvi. Í innstillingini hevði sos­ ial­ráð­gevin skrivað, at Reyni Service hevði víst heilt ser­ stakt tol, góð evni at seta seg inn í støðuna hjá borgarunum, og at felagið dugdi sera væl at seta hóskandi krøv. Harumframt varð undir­ strik­að, at Reyni Service var far­ið langt út um tað, sum kann vænt­ast av einum ar­ beiðs­gevara. Úrslitið er, at borg­ar­arnir trívast í starvi sín­um, hava fingið styrkt sjálvs­álit og sjálvsvirði og eru í dag ein samvirkin partur av ar­beiðs­plássi­num. Heiðurin, Ársins rúmligi arbeiðsgevari, var fyrstu ferð lat­in í 2015, og tá varð tað EL- Net, sum fekk standmynd og heiður. Reyni Service ársins rúmligi arbeiðsgevari Á myndini síggjast Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service, Eyðgunn Sam­uel­sen, lands­stýris­ kvinna í Almannamálum og Lennart Magnusson, um­boð fyri Verkstaðið Vón, sum hevur gjørt standmyndina