Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017 SOSIALURIN 55 32 Nú verður Sement aftur MYND: HEINESEN MYNDIR H andan ferðsluforðingin á Hvítanesvegnum herfyri var kanska, kanska, tann sein­asta hjá skulkarunum á Hvíta­nes­vegnum. Næsta ár verður karamellu­seraða ferðsluforðingin á Markna­gilsvegnum, men bara kanska. Kanska verður hon aftur á Hvíta­ nes­vegnum um eitt ár. Tað ger heldur einki, tí fólk, sum búgva í Hoyvík, skulu ikki til arbeiðis ella í skúla klokkan átta. Tað ber ikki til, tí klokk­an átta sita øll í bilum á Hvíta­nes­vegnum ella á Sunds­ veg­num. Tað gongur seint oman­ eftir, men skjótt niðaneftir. Tí eingin fer niðan í hag­an klokkan átta um morg­un­ in. Veit ikki, nær fólk í Hoyvík, sum hevur stolið postnummarið frá Paradísi, skulu í skúla ella til arbeiðis. Tað kundi eg havt kannað, men eg taki ikki váðan, tí kanska skulu tey sita á vaglinum klokkan átta. Eingin verður glaður við at vita tað. Heldur ikki tey í Hoyvík. Sjálvur gangi eg til arbeiðis. Klokkan átta er skjótari at ganga enn at koyra, men eg fari tó frá hús­um nógv fyrr enn tað. Og tá er eing­ in á vegnum uttan onkur, sum rennur. Hoyrdi herfyri, at onkur klókur maður segði, at tey, sum renna, leingja sær lívið við júst teimum minuttunum, sum tey brúka til at renna. Tey fáa ikki ein minutt, ikki 60 sekund, tað virkar at vera meira, 60 er meira enn ein, longur í lívinum enn renningin varar. Hvat er so vunnið? Sagt verður við øll tey, sum koma ov seint, at tey eiga at fara fyrr frá húsum. Gamaní, men gera øll tað, sita tey øll á Sundsvegnum ella á Hvítnesvegnum eitt korter fyrr og nærkast spakuliga, spakuliga, rundkoyringini ella krossinum. Arbeiðsplássið ella skúlin bíða tað sama. Siga vit nú, vit hava sum sagt ikki kannað tað, men siga vit, at øll eiga at møta klokkan átta, so kundi verið áhugavert at vita, hvussu nógv, tað kostar samfelagnum, at øll koma ov seint, tá nú sagt verður aftur og aftur, at tíð er pengar. Pengar eru ikki alt, verður eisini sagt í tíð og ótíð og har í millum. Men tað verður góðtikið, at øll í Føroyum koma ov seint, so tað man vera í lagi. Havi ofta hugsað um, tað loysir seg ikki at hugsa, ikki ov nógv, ið hvussu so er, og als ikki hart, men havi kortini hugsað um øll tey, sum koma ov seint, um tey so taka tað aftur í hinum endanum. Ella um tey duga klokkuna, tá tey skulu til hús. Ferðsluforðing er hvønn arbeiðsdag og hvønn skúladag á Hvítanesvegnum. Henni skipa tey fyri, sum koyra har. Tað er góðkent í Føroyum at koma ov seint, tí næstan øll gera tað. Og meirilutin ræður í einum fólka­ ræði. Tað er ikki so ringt kortini sum hjá arabarunum. Tá eg var í Bagdad fyri nógvum, nógvum árum síðani, ballaðist eg saman við nøkrum ungum monnum, sum lósu, studeraðu, har, ja, ein var í herinum og lærdi har. Teir vóru úr øðrum arabiskum londum enn Irak, ein var úr Jemen, minnist eg. Tá vit gjørdu avtalu um at hittast har ella har, mintu teir meg á, at tá teir søgdu klokkan trý, so meintu teir klokkan fýra og komu klokkan fimm. Haldi tó ikki, tað eg kann minn­ast nú, hatta var í 1973, at tað var so ringt. Í Føroyum er tað soleiðis, at eru fólk boðin klokkan sjey, so koma tey í fyrsta lagi klokkan hálvgum átta, men helst ikki fyrr enn klokkan nakað í átta, ella sórit nakað soleiðis har fyri at brúka nútíðarmál. Men, sum sagt, bara deyðin eisini kemur ov seint, so er í lagi. Hann er tó ikki boðin, men kemur kortini. Tað ber til at tveita hann á dyr nakrar ferðir, men eina ferð fæst hann ikki at fara, hvørki við góðum ella illum. Ein ævinlig ferðsluforðing. Alt steðgar med alla. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Ferðsluforðing hvønn dag BAKSÍÐAN 20. mai verður árliga tónleika­ kapp­ingin Sement aftur á skránni. Sement er tónleikakapping, sum Margarinfabrikkin í Havn skipar fyri, og verður hildin á Reinsarínum í Havn. Bólkar og einstaklingar kappast um at gerast Føroya besti nýggi bólkur. Hesuferð verður kappingin bert eitt kvøld. Higartil hava sjey bólkar meldað seg til kappingina, so enn er pláss fyri fleiri bólkum ella einstaklingum. Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum. Bólkurin skal í minsta lagi framføra tvey egin løg. Allar sjangrur eru loyvdar. Sement letur teir ungu og nýggju bólkarnar fáa møguleika at standa á palli og framføra egnan tónleik, umframt at vísa seg fram fyri miðlum, festivalum og øðrum. – Tónleikararnir fáa okkurt at venja fram ímóti og verða teir meira motiveraðir at gera egnan tónleik, at verða sæddir og fáa dirvið til at halda áfram við tí, teir gera, sigur Sement í tíðindaskrivi. Hamferð, Guðrun og Bartal, Sleepless Ghost, Absent Silver King, Lyon & the Colourstorm, Konni Kass & Bluesette hava áður vunnið kappingina. Vinningurin er tríggjar dagar í Studio Bloch við tøkningi. Vinn­ ingurin hevur virði á 17.000 kr.