mánadagur 15. mai 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Liðini eystanfyri Sundalagið eiga øll heiðursmerkjaplássini og bæði niðurflytingarplássini,
meðan tey bæði stóru feløgini í høvuðsstaðnum hava ilt við at skava stig saman
HØVUÐSSTAÐURIN
ER UM AT MISSA STEVIÐ
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað var nógv, sum spældi við
hjá KÍ ígjár. Fleiri at teimum,
sum hava verið roknað at
vera avbjóðarar hjá teimum
bláu mistu, og klaksvíkingur
vunnu fulla úrtøku í torføru
avbjóðingini í Trongisvági.
Tað varð roknað sum
meiri enn hálvkiksari hjá
B36, tá ið tað endaði málleyst
við Margáir. Í gjár fóru teir í
HB krøktir úr Streymnesi.
Harvið er HB seks stig aftan
fyri KÍ, sum sunnudagin fær
vitjan av HB.
Javnleikurin við Margáir
fyri stórari viku síðani vr
vónbrot, og aftur í gjár á
Skála meiri enn hálvkiksaði
tað hjá B36, sum nú er sjey
stig frá toppinum.
Tríggir javnleikir á rað
byrgja ikki fyri, at Skála nú er
undir strikuni. Heimasigurin
á HB við Margáir í gjár lyftir
EB/Streym upp um strikuna.
Hóast
javnleikur
ímóti
grannunum og meistarunum
í Víkingi verður roknað at
vera gott úrslit í Fuglafirði,
so er ÍF eftir áttanda umfar
niðast.
Í Víkinga leguni kendist
tað sum smeitur, at tað ikki
eydnaðist at vinna í Fugla
firði.
Mest sannførandi sigurin
í gjár vann NSÍ. 4-0 ímóti 07
Vestur lyfti teir gulu fram
á bronsupláss. Stóri lúsing
urin minnir 07 Vestur á, at
einki kemur av sær sjálvum.
Eftir átta stig í fýra dyst
um sveið tað eyka nógv, at
álopstrumfurin Ken Fager
berg longu í fyrra hálvleiki
noyddist skaddur av vøllin
um.
Torført at skala
klaksvíkingar
KÍ er framvegis ósigrað. Av
rikið og úrslitið í Trongisvági
undirstrikar, at tað er torført
at fáa bilbukt við bláa liðið.
Í gjár vóru ábendingar um,
at fótbóltsspælið er farið at
batna.
– Hetta var arbeiðssigur.
Vit vóru fokuseraðir, og burt
ursæð frá stórum møguleika,
sum Búi Egilsson fekk bein
anvegin, so vóru tað ikki
nógvir
møguleikar
ímóti
okkum. Tá ið Jón Krosslá
Poulsen javnaði til 1-1, hugdu
vit ov nógv eftir bóltinum
og vóru ov illa skipaðir, tá
ið Búi Egilsson legði innfyri,
sigur KÍ liðformaðurin Jonas
Flindt Rasmussen.
Tit gjørdu tykkum dælt
av verjuvillu, tá ið tit skoraðu
til 2-1?
– Innskiftingarnar hjá
okkum komu væl við. Dion
Splidt var ágrýtin og vann
bóltin frammarlaga í høgru
og legði fyri føturnar á Al
bert Adu, sum skoraði. At
Jóannes Bjartalíð setti hol á
dygst undan steðginum við
fínum skoti, kom sjálvandi
sera væl við.
Í leguni hjá Suðringum
var vónbrotið stórt.
– Vit vísa góðan hugburð,
og vit fingu um endan, tá
ið vit javnaðu, og lítla løtu
seinni brast bólturin í innaru
síðu á stólpanum. So vitjaði
gamli veikleikin, sum er, at
vit gera mistøk í verjustøðu.
Tað kostaði eitt mál, vit
mistu momentum, og KÍ reið
stormin av, staðfestir mál
skjúttin hjá Suðringum Jón
Krosslá Poulsen.
– Poul Ingason varð eftir
steðgin fluttur fram í álopið.
Tað gjørdi góðan mun, og tað
er positivt, at venjarin hevur
fleiri møguleikar at hugsa
um.
Tóki var í luftini
Tað var rómur í EB/Streyma
leguni, tá ið Rúni Gaardbo
bríkslaði fyri síðstu ferð, og
máltalvan vísti 1-0. Einsam
alla málið skoraði Tóki av
Lofti dygst undan steðgin
um, tá ið hann eftir innlegg
frá Arnari Dam tveitti seg
fram og við høvdinum sendi
bóltin í málið.
Harvið varð málturkurin,
sum hevur vart í 360 minutt
ir, burtur.
– Hetta er fyrsta ferðin, at
eg skori í bestu deildini, og
tað kennist framúr. Serliga
tá ið málið ber trý stig við
sær. Vit vóru væl skipaðir, og
tá ið HB noyddist at sleppa í
verjupartinum, so hevði Leif
Niclasen, sum avloysti meg,
møguleika at økja um leiðsl
una, sigur væl nøgdi EB/
Streyma málskjúttin.
Í HB leguni var vónbrotið
ógvuliga stórt.
– Vit høvdu møguleik
arnar, sum skulu til fyri at
skora málini, ið eru neyðug
at fáa fyri at vinna, men vit
fingu ikki hol á, og eisini
í øðrum førum kendu vit
okkum ikki at hava margin
alirnar við okkum. Vit eru
ikki teir fyrstu, sum mugu
staðfesta, at tað er torført
at fáa hol á ímóti liði, sum
hevur alt fólkið í og kring
egnan brotsteig, og hetta
var ikki nóg gott, sigur HB
liðformaðurin Jóhan Troest
Davidsen.
Misnøgdin var stór
Tá ið Alex Troleis bríksl
aði fyri síðstu ferð í góð
veðrinum í Fuglafirði, var
tað týðuligt, at tað bæði
millum heimamenninar og
víkingarnar var meiri harm
ur um at hava mist tvey stig
enn góð kensla um at hava
megnað javnleikin, ið gjørdi
um seg.
Dánjal á Lakjuni stútaði
ÍF framum stutt eftir steðg
in. Næstu løtuna koyrdi ÍF á,
og tað vóru fleiri støður, tá
ið tað var um reppið, at tað
eydnaðist at økja um leiðsl
una. So við og við øktist
trýstið á heimamálið, og átta
minuttir undan leikloki var
tað fyrrverandi ÍF spælarin
Adeshina Lawal, sum eftir
upplegg frá innskifta Andre
as Lava Olsen stútaði bóltin
í málið.
– Hugburðurin var góður,
og tað hekk í løtum væl
NSÍ er og
verður okkara
marra! Og
tá stuðuls
leikarnir eru á
lazarettini, so er hatta tað
sum kan henda. Vit koma
sterkt aftur.
Nógv for
vánaligir
partar!
Meen fínt fyri
málúrtøkuna
hjá okkum, og ikki minst hjá
El Capitán!
Góðir!
Jólagávur,
føðingar
dagsgávur,
mammu
gávur. NÚ ER
NOKK!! Tað er til at missa
hárið av 😊 Vit mugu taka
ALT innaftur í Gøtu næstu
ferð. SUÐRINGAR!
Nú kemur
sólin fram í
sundalagnum
8 stig
Saman standa
vit sterk
Kann gott vera
víking brennur
okkurt,
men vit
burdu vunni.
harmuligt at vit ikki vinna,
serliga í dag
Koyr á ÍF
Eg hati
javnleikir !
Tími ikki meira
javnleikir !
Vrææææææ
Men tó einaferð og altíð !
Píniligt avrik!
Vit eiga at
vinna á ÍF, líka
mikiđ hvar
vit spæla!
Vit mugu bara innstilla
kanónirnar til komandi dyst.
WLYV
REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN
RÓGVI DAM EB/STREYMUR
SÆBJØRN LEITI ÍF
LISSI MOURITSEN B36
JOHN REID NYBO VÍKINGUR
8. umfar:
Adeshina Lawal tryggjaði Víkingi annað stigið
Mynd: Álvur Haraldsen