Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Tað vóru nakrar lyklastøður í fyrra hálvleiki, sum kundu gjørt dystin við Løkin spenn­ andi, men tá saman­um­ kom, so vann NSÍ greitt 4-0. Maskinan í Runavík tykist væl smurd, meðan 07 Vestur er uttan størstu profilarnar – tað tolir felagið ikki í longd­ ini. NSÍ er nú á triðja plássi og hevur trý stig upp til KÍ, sum er oddalið í kappingini. Runa­víkingar eru eisini í hálv­finaluni í kappingini um Løg­manssteypið, har tann fyrra endaði við 2-2 javnleiki í Klakasvík. Avgerandi løtan NSÍ fór til hálvleiks við eini 2-0 leiðslu, har Klæmint A. Olsen skoraði bæði. Tað kundi tó verið eitt sindur øðrvísi, tí Ken Fagerberg hevði størsta møguleikan í dystinum undan 2-0 mál­in­ um. Hann brendi og fór út skaddur løtu seinni. Tað sást aftur á spælinum og NSÍ kundi lættliga vinna 4-0. Jens Joensen økti til 3-0, eftir hornaspark, meðan Pet­ ur Knudsen staðfesti sigurin við máli til 4-0. Uttan Ken Fagerberg kom 07 Vestur ikki til nakran málmøguleika, meðan brús­ andi álopsspælið hjá NSÍ aft­ur var at síggja við Løkin. Nakað, sum skal bera NSÍ á mál, tí restin av liðnum er ikki í FM klassa. Skal NSÍ gera sær tankar um at vinna FM, so skulu fýra teir fremstu spæla væl. Klæmint skal skora Sunnudagin sóu vit aftur Klæmint A. Olsen í vanliga leik­lutinum. Hann var fyrstur á inn­ leggini og skarp­ur framman fyri málið. Eisini arbeiddi hann hart í verjustøðu. Tú situr ikki við eini kenslu av, at NSÍ javnan kann vinna á hinum stóru liðunum. Tí verður lykilin at vinna dystir sum hesar uttan júst hendan mátan. Við góðum álopsspælið, har hugflogið er gott á liðnum. Klæmint A. Olsen skal verða toppskjútti aftur í ár, um NSÍ skal vinna FM – tað inniber so eisini at Árni Frederiksberg spælir væl. Verjan verjast Í dystinum móti 07 Vestur sóu vit eisini ein veikleika hjá NSÍ. Tá tú leypir á við nógvum fólki, so verður tú eisini útstillaður í verju­part­ inum. Í hesum førinum kom Ken Fagerberg tvær ferðir í góðar støður, sum skuldu havt givið minst eitt mál – hin støðan endaði við gulum korti. Víkingur prógvði í fjør, at tú kanst koma langt við eini góðari verju. Ein til ein, so er verjan hjá NSÍ ikki millum tær bestu, men kann Anders Gerber finna eina loysn, har verjan verður vard móti spælarum sum Páll A. Klettskarð, Ken Fagerberg og Anderas Lava Olsen, so er NSÍ komið langt. Breiddin má traðka til NSÍ valdi at skifta Klæmint A. Olsen út í gjár, tá sigurin var tryggjaður. Tað sigur tó eitt sindur, at hann verður test­að­ ur á dystardegnum og spælir, hóast hann hevur pínu. Tað sigur eitt sind­ur um týdn­ ingin, sum lið­skiparin hevur fyri liðið. Jónleif Højgaard kom í hansara stað, men er ikki ein áleypari á sama hátt. Hesa ferð skoraði Petur Knudsen, aðrar ferðir hava tað verið aðrir, sum hava traðka til. NSÍ hevur brúk fyri, at breiddarspælararnir bjóða seg frá, tá tað stendur á. Liðið hevur eitt avbera gott næstbesta lið, sum við tíðini kemur at kasta spælarar av sær, men skal tað verða í ár, so mugu teir bjóða seg fram nú. Vinna á teimum stóru Í fjør fekk NSÍ bank í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, tá teir taptu í Klaksvík. Í ár javnaði NSÍ í evstu løtu, og er á odda tá liðini møtast aftur. Tað kundi tú tikið sum eitt tekin um, at NSÍ er í betring, tá tað kemur til stóru dystirnar. Skal NSÍ vinna FM, so skal liðið mótprógva, at tað bara vinnur á teimum lítlu. Tað passar sjálvandi ikki heilt, men okkurt er um tosið. Gerber skal finna røttu uppstillingina Anders Gerber er nú venjari á øðrum ári í NSÍ. Fyrsta árið royndi hann seg við trimum í verjuni og einum spælistíli, sum ikki heilt riggaði. Í ár síggja vit meiri javnt góð avrik, har tað ikki eru nógvar broytingar á liðnum. Hevur Anders Gerber funnið røttu samansetingina, so kann tað geva fleiri stig av sær í longdini. Um hetta mundið í fjør hevði NSÍ 12 stig, men longu tapt heili fýra dystir. Nú er bara tann eini taptur og tað sigur eitt sindur um, at grundin er blivin nakað sterkari. Okk­ urt bendir eisini á, at FM vinn­arin í ár ikki kemur um tey 60 stigini, tí tey ”minnu” liðini fáa fleiri stig. Ikki leypa framav Tað er skjót at gera ov nógv av í einum einstøkum dysti. 07 Vestur var uttan fleiri lyklaspælarar, men hetta liðið fekk hóast alt stig móti Víkingi. Trygvi Mortensen segði tó bæði undan og eftir dystin, at hann ikki satsaði nakran spælara til hendan dystin, men spardi teir til dystirnar móti hinum liðnum, sum væntandi koma at liggja longur niðri á stiga­ talvuni. Runavíkingar eru væl smurdir í løtuni. Ein sigur á ÍF í seinasta dystinum í fyrsta triðinginum hevði fyri­bils staðfest, at NSÍ við í FM stríðnum í ár. trondur@sosialurin.fo Runavíkingar fingu ein kvøkk í fyrra hálvleiki, men annars vístu runavíkingar, at teir eru til reiðar at bjóða av í oddinum. Vit hyggja nærri at hvussu NSÍ kann halda 70 ára føðingardag sum FM vinnari. 07 Vestur satsar upp á profilar, men tað nyttar lítið, tá teir sita uttanfyri JENS JOENSEN: MÍTT MÁL Karismatiski miðverjin hjá NSÍ, Jens Joensen, er sannførdur um, at tað var hann sum skoraði til 3-0. Eftir hornaspark er trunkaspæl og bólturin endar í málinum. – Eg rakti bóltin við økslini, so hatta er mítt mál, sigur Jens Joensen við einum skálkabrosi. Sjónbandamyndirnar vísa, at hann helst ikki eigur málið, men enn er hann skrivaður sum málskjútti. Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Væl smurdir runavíkingar: NÚ KEMUR NSÍ