Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 15. MAI 2017 4 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ H in 30. januar í 1991 kundi verið dagurin, tá ungi havnardrongurin, Beinir Poulsen, læt lív. Hann starvaðist tá sum slaktari hjá P/F Poul Hansen. Av tí at hann hevði meitt seg í fingurin, var hann sjúkrameldaður eina tíð. Hendan dagin var hann tí farin til Kirkjubøar, har hann hálvavegna var uppvaksin, at hjálpa Páll bónda at koyra tøð við traktori út á Bø. Um hetta mundið vóru teir í ferð við at gera seyðahús har úti. Ein húsvognur stóð á staðnum, sum teir brúktu at drekka kaffi í. Tá ið teir høvdu sitið og fingið sær, fór Beinir út at flyta traktorin, so at ein annar mað­ur kundi sleppa framvið við einum lastbili. Samstundis tømdi hann tøðtangan. Hann gjørdi seg til reiðar at fara heimaftur í bygdina eftir einum lessi afturat. Av tí at hann ikki sá tangan í speglinum á innilokaða raktorinum, royndi hann at stilla tað, meðan traktorurin spakuliga koyrdi fram. Brádliga var hann komin so langt út á vegjaðaran, at framhjólið fór útav. Hann koyrdi meira ferð á fyri at koma upp á vegin aftur, men tá gleið traktourin við tanganum afturúr útav og fóru á rull. Beinir ætlaði at leypa út, men tað bar ikki til. Hann helt tí rimmarfast um rættið. Tað einasta, hann hevði í huganum, var, at halda fast og at verða klárur at svimja í land, tá ið hann brast í sjógvin. Brattlendið, har traktorurin vóru bóltandi omanetir, var um fjøruti metrar. Bakkin, har hann fór útav, var líka høgur. Tað var eingin mjúk lennding, tá ið hann kom niður í grótið við sjóvarmálan, men til alla lukku lendi hann á hjólunum. Dekkini sprongdust, felgurnar kleimd­ ust saman, og akslarnir bognaðu. Beinir stóð uppi, tá ið hann kom niður í grót­ ið, og breyt annað lærið og annan fótin. Hann royndi síðani at sleppa út úr húsinum, men beinini vildu ikki bera hann. Hann datt fram eftir rommum og fekk stóran skaða í andlitið. Koritni kláraði hann at sleppa út. Hann bæði svam og togaði seg heilt upp á turt. Hann sveim­aði í øðrum heimi. Hoyrdi ljóð úr erva frá vegnum, skilti ikki, hví eingin kom sær til hjálpar. Hann hugsaði eisini meira um tann brotna traktorin, enn um skaðan, hann sjálvur hevði fingið. Kona Páll bónda hevði verið við drekka og pannu­køkum til menninar, sum arbeiddu úti á Bø. Hon gekk eftir vegnum omanfyri, har Beinir lá, men var ikki vitandi um, hvat hent var, og sá heldur ikki traktorin. Seinnapartin fóru syninir hjá Páll heim at mjólka. Av tí at teir møttu lastbilinum, máttu teir koyra heilt út á niðara vegjaðara. Tá fingu teir eyga á eitt útstoyt, sum stakk upp úr svørinum. Erisini sóðust spor frá traktorhjólunum oman gjøgnum brattlendið. Teir vóru sera illa við. Meðan annar rann oman á bakkan at hyggja, bakkaði hin útaftur til húsvognin til pápa teirra. Nú kom róp í. Páll royndi at koma tí neyð­ stadda til hjálpar. Men traktorurin var farin út av á einum stað, har illa var atkomandi. Páll slapp sær tí niður nakað uttanfyri og svam so haðanífrá inn í urðina. Ikki var ráðiligt at røra Beinir, tí hann kundi havt fingið skaða í ryggin. Tyrlan hjá sjóverjuni kom tó skjótt á staðið við einari børu, sum teir loraðu niður. Men hetta skapti trubulens. Børan fór at mala og var slongd uppaftur móti tyrluni. Har kundi staðist enn størri skaði, tí kom hon í rotorin , so datt tyrlan niður – helst beint niður , har Beinir lá. Men tíbetur var hon snarað um hjólini á tryluni. Teir noyddust tí at flúgva avstaðaftur fyri at fáa hana av aftur hjólinum. Ikki var ráðiligt at royna aftur tá, og tí setti trylan seg í Kirkjubø. Farið var við báti úr bygdini Kirkjubø og út móti urðini, men aftur var óeydna við teimum. Báturin fekk motorsetðg, og tí bar ikki til at gera nakað. Tað fór at skýma. Enn lá Beinir niðri við sjóvar­málan, og nú fór kuldin av álvara at gera vart við seg. Ein børa varð lorað niður til skadda mannin, og menn komu úr bygdini við árabáti. Tað eydnaðist teimum at sleppa inn í urðina. Men run var í sjónum, tí var bjargingin ikki vandaleyst. Menninir bóru skjótt at. Á einari aldu komu teir inn ímóti, riptu børuna inn í bátin og fóru útaftur á somuy aldu. Tað var um hár gjørt, at báturin ikki koppaði. Tað tyktust vera trupulleikar við bjargingini allan vegin ígjøgnum, og enn fleiri enn nevndir eru her. Síðani sleipaði Árni Nybo í Hesti bátin heim í bygdina, har tyrlan førdi dreingin á Lands­sjúkra­ húsið. Tá vóru gingnir umleið tríggir tímar, frá tí vanlukkan var hendi. Kropshitin á Beinir var tá komin niður á 27,9 stig, og var støðan tí hættis­ lig. Tá ið Beinir hevði fingið hitan aftur í kroppin, var hann lagdur undir fyrsta skurðin. Fimm dagar seinni fekk hann eina stóra skurðviðgerð afturat. Umleið tvær vikur seinni varð hann útskriv­ aður. Beinir sigur, at vanlukkan stóð bara sum ein dreymur fyri sær í mánaðir, og hann misti eisini svøvnin. Ikki fyrr enn hann og elsti bróður hansara vóru á ferð í Danmark, hendi nakað: Teir svóvu í einum vørubili nærhendis motorvegnum. Um náttina vaknar hann brádliga, og við eitt stóð øll hendingi púra klár fyri houm. Síðani svav hann trygt sum eitt barn hvørja nátt. Beinir sigur tó, at hann hevur ikki somu følilsi í kroppinum eftir vanlukkuna, tað er sum hann ikki merkir pínu á sama hátt, sum aður. Pápi Beinir, Hjartvard, var kendur í Kirkjubø. Tá ið hann fekk boðini um at sonurin hevði koyrt útav við traktorinum, fekk hann við tað sama fatur i elsta soninum, Brestir, sum koyrdi lastbil og bað hann koma til Kirkjubøar. Tað, ið hann ætlaði, var at fáa hann at hjálpa til at fáa líkið av soninum og beiggjanum upp á vegin. Tað má tí hava verið ein tungur túrur hjá teimum báðum. Tað, sum ivaleyst hjálpti Beinir, var, at hann var í sera góðari venjing. Hann spældi honbólt við Kyndli. Í fleiri ár var hann við at vinna FM heitið. Longu sama ár kundi hann venja aftur, men hann var kortini ikki líka væl fyri, tí hann var lætnaður umleið fjøruti pund hesa tíðina. Mamma Beinir er sjúkrasystir. Hann og mamman hava altíð havt eitt serligt tilknýti, har tey hava vitað av hvørjum øðrum. Hon koyrdi hendan dagin ørindi inni í Havnini við ommu Beinir. Tá ið hon kom heim, hekk ein seðil á hurðini, har hon var biðin at ringja til Kirkjubøar. Hon varð beinanvegin greið um, at nakað var hent soninum. Hon fekk fatur í Brestir, sum segði: – Beinir er ikki deyður, men hann hevur koyrt út av. Hon skuldi koyra til Kirkjubøar, men beint tá kom tyrlan um Reynið, og koyrdi hon tí oman á landssjúrkahsíð, og var har um somu tíð sum teir komu við Beinir. Mamman sigur: – At Beinir kom frá vanlukkuni við lívinum styrkir avgjørt um trúnna á Gud, sum øllum valdar. Omman hevði á munni, at hann hevur havt einglaverju, sum hon eisini skrivaði í sálmabók hansara. Brim hevði verið í eina heila viku, men tað var stilt hendan dagin. Kvøldið eftir, at Beinir varð fingin uppaftur, vaks hann vindin, og brim leygðist inni við land í eina heila viku. Traktoruin var næstan burtur, tá ið tey einaferð sluppu oman at taka myndir av honum. Tøðtangin, sum hekk í traktorinum, sást ongantíð aftur. Nú 20 ár eftir hendingina (í 2011, red.) merkir Beinir lítið og einki mein av hendingini. Bóltaði 70 metrar oman til sjóvarmálan Við loyvi frá forlagnum Føroya Met úr bókini »Skakandi tilburðir VI«, 2011, sum fæst í bókahandlum kring landið. 1991: Hann royndi at sleppa sær út úr stýrhúsinum, men beinini vildu ikki bera hann. Hann datt fram eftir rommum og fekk stóran skaða í andlitið. Kortini slapp hann út og bæði svam og togaði seg upp á turt. Sveimandi í øðrum heimi hoyrdi hann ljóð uppi frá vegnum., skilti ikki, hví eingin kom honum til hjálpar Beinir Poulsen nýtti nógva tíð at hjálpa Páll bónda í Kirkjubø