mánadagur 15. mai 2017síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 15. MAI 2017
8
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Bygma Balslev søkir lærlingar...
Vit sóknast eftir 3 sølulærlingum!
Vit gleða okkum til at fáa nakrar lærlingar, sum eru við til at taka ábyrd, vísa áhuga
og fegnir vilja læra og arbeiða. Gott lag og lætt sinni er góður eginleiki at hava við, tí
vit skulu eisini hava tað stuttligt, tá vit arbeiða. Saman við góðum starvsfeløgum,
skalt tú verða við til at tryggja okkara kundum bestu tænastu í einum nýmótans
virki í stórari menning.
Í lærutíðini lærir tú millum annað at selja, um kundarøkt, byggitilfar, amboð, máling,
besløg, arbeiðsklæðir, el osfr.. Eisini lærir tú tað sum krevst í einum nútímans virki,
so sum goymslustýring, innkeyp, logistikk, marknaðarføring og annað.
Lærlingaútbúgvingin hjá okkum er eitt gott grundarlag fyri eini spennandi yrkisleið,
um tú ætlar tær at starvast innan sølu.
Í lærutíðini skalt tú nakrar ferðir á skúlabonk í Danmark. Tað er neyðugt at tú hevur
FHS- ella HH-prógv. Næmingar ið taka prógv í summar eru eisini vælkomnir at søkja.
Størvini verða sett skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir røttu fólkunum.
Send eina umsókn til balslev@balslev.fo í seinasta lagi 21. mei.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til:
Hera í handverkarabúðini á tlf. 34 50 80
Sjúrð í timburdeildini á 34 50 13
ella Alex í byggibúðini á 34 50 32
Bygma Balslev
Bygma Balslev - Vegurin Langi - 188 Hoyvík - tlf. 345000
BYGMA BALSLEV
SØKIR LÆRLINGAR...
Leiðari til hvítvøruverkstaðið
Elding í Tórshavn søkir eftir einum hvítvørutøkningi
Elding er størsti hvítvøru- og elektronik-
handil í Føroyum við handlum í Tórshavn,
Klaksvík og online.
Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum
menningarmøguleikum. Starvið umfatar
leiðslu, samskipan og umvælingar.
Tín profilur:
El-tekniska bakgrund, so sum
elektrikari/el-innstalatør/
maskinútbúgving ella líknandi
Royndir innan líknandi øki
Góð samstarvs- og samskiftisevnir
Tekur tekniskar trupulleikar sum eina
avbjóðing, sum kann loysast
Rímuliga góðan telduførleika
Er ábyrgarfull/ur, málrættað/ur og
dugir væl at gera uppfylgjandi arbeiði
Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða:
Góða upplæring frá okkara veitarum,
sum td. Miele, har góður møguleiki er fyri
áhaldandi tøkniligari menning.
Umsóknarfreist:
Umsóknarfreistin at søkja starvið er
31. mai.
Meira kunning:
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Ert tú áhugað/-ur at søkja starvið og ynskir
at hoyra meira, ert tú vælkomin at seta
teg í samband við Mads A. Winther á fartlf.
529000 ella á teldupost maw@elding.fo
Umsóknin skal sendast til:
Elding Elrisin
maw@elding.fo
E l d i n g | H o y v í k s v E g u r 6 5 | T E l 3 5 9 0 0 0 | E l d i n g @ E l d i n g . f o | w w w . E l d i n g . f o
Tvøroyrar kommuna søkir einum
gartnari til eitt spennandi og
fjølbroytt fulltíðarstarv.
Arbeiðið fevnir um:
- Ábyrgd og røkt av grønum økjum
í býnum
- Skapa og evna nýggj øki
- Røkt av kirkjugørðum
- Førleikakrøv:
- hevur royndir á økinum sum
gartnari ella tilsvarandi yrki, ella
útbúgving sum gartnari
- gott yvirlit og góð evni til
samstarv
- hevur royndir við prosjektum, at
skapa og útinna
Vit sóknast eftir gartnara,
sum:
- kann arbeiða sjálvstøðugt
- er skapandi og hevur eyga fyri at
prýða
- megnar at samskipa uppgávurnar
saman við øðrum
- hevur góðar eginleikar at
samskifta við fólk
Løn og setanartreytir:
Gartnarin hevur tilvísing til
býarverkfrøðingin í kommununi.
Starvið verður lønt og sett sambært
sáttmála millum Kommunala
Arbeiðgevarafelagið og avarandi
yrkisfelag.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Umsóknin, saman við CV, skal
sendast til:
Tvøroyrar Kommuna
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
og skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 26.
mai 2017, kl. 12.00.
Meiri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Tummas Sørensen,
býarverkfrøðingur, tlf. 211712.
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
GARTNARI
TIL TVØROYRAR KOMMUNU