mánadagur 15. mai 2017síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 15. MAI 2017
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: ORKUBLAÐIÐ
Vilmund Jacobsen
IREM er kend fyri sínar dygdarvørur gjøgnum
meira enn fimmti ár, og verksmiðjan hevur
spesialiserað seg í at framleiða og menna smáar
vatnmyllur. Hetta er gomul og vælkend tøkni,
sum burtur av er úr dygdartilfari.
– Tað er tann serliga tøknin hjá IREM við fleiri
dysum, ið spræna vatnið inn á vatnrættliggjandi
hjólið sum ger, at mest møgulig orka fæst úr
vatninum. Eisini elektroniska stýringin er ser
støk, og gevur hon støðugan javnan spenning
og frekvens.
Tað sigur Ólavur Poulsen, sum slett ikki er í
iva um, at ein vatnmylla bæði er besta, bíligasta
og grønasta orkukeldan, har áin er ein fyritreyt,
og umstøður annars eru til eina slíka skipan.
– Tá tú skalt fyrireika títt egna mikro-vatn
orkuverk, hava fyrireiking og ráðgeving størstan
týdning, og hesa ráðgeving eri eg førur fyri at
veita, sigur hann.
Servitan á økinum
Ólavur Poulsen sigur, at hóast áin alla hansara
tíð hevur runnið framvið húsunum í Vatnsoyrum,
og hann mangan hevur hugsað um vatnorku,
kom ikki verulig gongd á, fyrr enn ein vinmaður
hansara, sum hevði verið í Noregi, hevði tilfar
heim við sær at vísa honum.
– Við internetinum gjørdist eisini lættari at
samskifta, og eftir seks árum hevði eg mítt egna
mikro-orkuverk.
Fyrstu veruligu vitanina og upplæringina fekk
hann á Fossingkraft í Noregi, og seinastu árini
hevur hann útvegað sær servitan á økinum.
– Tað er soleiðis, at flestu vatnmyllur, sum
IREM hevur selt, eitt nú til Noregs, eru bundnar í
el-netið. Hetta ber ikki til í Føroyum sum er, men
SEV arbeiðir við at loyva øðrum at framleiða inn
á netið. SEV hevði einkarrætt til flestu áir, men
nú kunnu onnur eisini fáa loyvir.
Ólavur Poulsen vísir á, at IREM-vatnmyllur
kunnu framleiða inn á netið hjá SEV, og fyri
munirnir við vatnorku eru eitt nú, at hetta er
sera støðug orka - antin tað er vindur, stilli, sól
ella myrkt.
– Ein vatnmyllu-skipan er sera vælegnað í
føroyska umhvørvinum. Hon gevur mestu ork
una vetrarhálvárið, tá mest brúk er fyri orku; hon
bara gevur og gevur, brúkar einki og hevur ongar
rakstrarútreiðslur. Vatnmylluni nýtist vanliga
bara ein lítlan part av ánni, og tí eru eingi
náttúru-og umhvørvisárin. IREM vatnmyllan
hevur sera høgt virknaðarstig og gagnnýtir
orkuna 100 prosent av tí møguliga, so her er
einki spill. Tað er eisini ein góð kensla, at tað
vatnið, sum verður tikið, verður væl gagnnýtt.
Rein og ókeypis orka
Ólavur Poulsen, sum er førur fyri at hjálpa øll
um áhugaðum við fyrireiking, ráðgeving og
veiting av einum mikro-orkuverki, sigur, at loyvir
skulu til fyri at kunna fara í holt við eina slíka
verkætlan.
Hann vísir á, at Innlendismálaráðið og Um
hvørvisstovan kunnu geva 20 ára loyvir, og
Náttúrufriðingarnevndin skal søkjast um vatn
inntakið í ánni, eins og avtala má gerast við
lendishavarar.
Hvørjir eru so vansarnir?
Vatninntakið skal onkuntíð reinsast fyri eyr, og
neyðugt er at hava eina aðra tiltaksorkuskipan,
sum kann vera tann gamla/ verandi hitaskipanin,
um skerpingur ella drúgt hart frost rakar.
Ólavur Poulsen, sum sjálvur hevur havt eina
8kW IREM vatnmyllu í hálvt triðja ár, sigur, at
hann hesi árini hevur spart nærum alla oljuna.
Tað var bara nakrar fáar dagar í drúgva turkinum
í fjør, at myllan stóð still.
– Tað er ein góð kensla at kenna reina og
ókeypis hitan, bæði inni í húsunum og í heita
vatninum – vitandi um, at orkan hvørki kostar
ella dálkar. Ikki minst er tað ein góð kensla at
sleppa frá oljurokningunum. Ein vatnmylla er
ikki skjótasta og bíligasta loysnin, um vit hugsa
stuttskygt, men hetta er ein íløga fyri lívið, sum
eisini økir um virðið av húsunum.
Eigarin av VatnOrku leggur dent á, at IREM-
vatnmyllur eru nærum viðlíkahaldsfríar.
Hevur spart nógv
Fyrsti føroyingurin, sum hevur keypt sær eitt
mikro-vatnorkuverk frá VatnOrku hjá Ólavi
Poulsen, er el-innleggjarin í Kollafirði, Immanuel
Dam.
– Hetta hevur riggað serstakliga væl, og
síðan verkið varð sett í gongd hin 14. november
í fjør, havi eg brúkt fýra litrar av olju. Tað var
kavi, vatninntakið typtist, og eg tímdi ikki niðan
at reinsa inntakið beinanvegin.
Immanuel Dam sigur, at hann hevur spart
meira enn 18.000 krónur í olju, síðan orkuverkið
varð sett í gongd, og tað er fantastiskt.
– Vatnorkuverkið gevur so mikið nógv, at eg
klári at hita øll míni hús við hesum, umframt at
eg kann lata orku til einar fýra aðrar hitapumpur
í grannahúsum, um so er. Treytin fyri orkuverk
inum er, at tú hevur eina á, sum tú hevur fingið
loyvi at brúka burtur av, sigur hann.
Immanuel Dam sigur, at fólk, sum hava
áhuga fyri alternativari orku, eru vælkomin at
síggja vatnorkuverkið hjá honum í Kollafirði.
Tey, sum kundu hugsað sær at vita meira um
teir møguleikar, ið eru hjá VatnOrku, kunnu vitja
fyritøkuna á básinum á Orkustevnuni, og til ber
eisini at venda sær til Ólav Poulsen á tlf. 230050
- ella um teldupostin olavur@vatnorka.fo
Teir hava sítt
egna orkuverk
Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum, sum í nógv ár hevur havt áhuga fyri vatnorku, eigur fyritøkuna, VatnOrka. Hann
umboðar vatnmyllur, sum italska verksmiðjan IREM framleiðir, og hetta umboð hevur hann havt í eini tvey ár
Her stendur vatnmyllan og gevur orku til
upphiting og heitt vatn, og myllan klárar
saktans at veita fýra øðrum hitapumpum
nóg mikið av orku til hita og vatn
Mynd: Vilmund Jacobsen
Immanuel Dam og Ólavur Poulsen
við snotuliga mylluhúsið, sum
stendur beint í túninum. Er hurðin
aftur, hoyrist einki til mylluna
Mynd: Vilmund Jacobsen