Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 15. MAI 2017 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: ORKUBLAÐIÐ Vilmund Jacobsen HDYGD verður við á Orkustevnuni, og her hevur kenda fyritøkan í Vatnsoyrum sjónligan bás beint við inngongdina, tá tú kemur inn í fram­ sýningarhøllina. Við sær á básinum fer HDYGD at hava onkur vindeygu úr stóra og fjølbroytta úrvalinum av vindeygum og hurðum, sum fyritøkan framleiðir. Í konseptinum hjá HDYGD eru trævindeygu sum klassikari við sjarmu, hugna og stíli, og fram­vegis í dag eru fleiri av vindeygunum í nýtslu, sum eru frá byrjanini hjá fyritøkuni í 1968. Hetta borgar fyri veruligari góðsku, má sigast. Ynskja viðskiftafólk sær vakrar og hugnaligar trærammur innan, og vilja sleppa undan við­ líkahaldi uttan, eru træ/aluvindeygu ein skilagóð loysn. Ein triði møguleiki er plastvindeyguni, sum HDYGD hevur framleitt síðan 1990. Vindeyguni eru sera snøgg og krevja mest sum onga røkt. Einans vanligt vask og at smyrja gangandi lutir­ nar. Í konseptinum hjá framleiðaranum í Vatns­ oyrum eru eisini dygdar hurðar - ella andlitið til dyrnar til heimið hjá tær - og hesar verða fram­ leiddar, soleiðis at tær hóska til einstaka tørvin. Ikki gera sum Finn! Hóast kappingin við útlendskar framleiðarar og innflytarar í Føroyum er hørð, er stjórin í HDYGD, Jóhan á Mýrini, onga løtu í iva um, at við at keypa vindeygu og hurðar frá HDYGD, fáa viðskiftafólk bæði besta og bíligasta vindeygað fyri hvørja krónu, tey brúka, tá tættleiki, haldføri og livitíð verða havd í huga. – Tí siga vit í onkrari av okkara lýsingum: “Ikki gera sum Finn. Keyp ordilig føroysk vindeygu sum halda!” Tað eru rættiliga nógvir kundar, sum er komnir illa fyri av vánaligari góðsku av útlendskum vindeygum og hurðum. Stjórin vísir á, at meðan vindeygu hjá HDYGD hava prógvað seg at halda í harðbalda føroyska veðurlagnum í meira enn 30-40 ár, hendir tað alt ov ofta, at fólk hava stórar trupulleikar við útlendskum vindeygum, sum ofta verða tikin úr aftur eftir 4, 6 ella kanska 10 árum, tí haldbari og tættleiki ikki vóru, sum tey roknaðu við. – Vit vita, hvat haldgóðskan hjá okkum stendur fyri, og tí kunnu vit saktans veita fleiri ára garanti. Føroyska veðurlagið krevur heilt ómetaliga nógv av vindeygum, sum tískil muga liva upp til tey krøvini, ið veðrið setir. Og hetta er aðalmálið, sum vit hava sett okkum at klára. Hetta er snøgt sagt orsøkin til, at vit eru HDYGD og hava útvið 50 fólk í starvi. Jóhan á Mýrini vísir á, at í Føroyum er bæði regn og vindur saman, og ólíkt øðrum londum regnar í heilum uppeftir, sum hann tekur til. - Vindurin kroystir vætuna inn allastaðni, og hetta krevur sjaldsama væl gjørd vindeygu. Vit kenna føroyska veðurlagið, tí vit liva við tí hvønn dag. Hóast verðulagið, so hava vit prógvað sum nokk teir einastu, at vindeyguni og hurðarnar hjá okkum á HDYGD veruliga klára hetta trýstið, eisini eftir 30 árum. Tí hava vit ongan trupuleika við at økja trygdina til kundan upp í 12 ár - og enntá upp í 15 ár, um kundin samstundis tekn­ ar eina viðlíkahaldsavtalu, har vit koma út og smyrja og viðlíkahalda vindeyguni. Tá taka vit okkum av øllum vanligum sliti og smyrjing. Ein­ asta undantakið er málingin av trævind­eyg­ unum. Alt annað er við. Alt eftir ynski Stjórin sigur, at HDYGD veitir eina haldgóða vøru og eina góða tænastu, og tað er avgjørt ein fyrimunur, at framleiðsla og tænasta eru so nær viðskiftafólkunum. – Tá tað einaferð verður neyðugt at skifta slitlutir út, hava vit hesar á goymslu. Og kon­ sept­ið er soleiðis uppbygt, at vit hava eykalutir heilt aftur til 1971. Vit fáa javnan uppringingar frá viðskiftafólki, ið hava keypt útlendskt, men ikki fáa eykalutir og tískil muga skifta vindeyga. Tað er sera óheppið. Men, tá keypa tey vanliga HDYGD vindeygu, tí tey ikki vilja enda í somu støðu aftur. Starvsfólkið hjá HDYGD eru serfrøðingar á økinum og veita hjálp og vegleiðing allan vegin frá tekningini, og enntá heilt til vindeygað er ísett, um viðskiftafólk ynskja tað. – Vit kenna eisini týdningin av, at vindeyguni hóska til tað heim, sum viðskiftafólk ætla sær. Jóhan á Mýrini vísir á, at HDYGD eisini sam­ starvar við aðrar veitarar, og her ímillum arki­ tektar, tá talan er um størri byggiverkætlanir. – Vit veita okkara viðskiftafólki júst tað, tey ynskja – eisini, tá talan er um serligt snið, skap, stødd, litir ella ávís ynski eru um serglas og ymiskar funktiónir. Eitt nú hava vit eitt ógvuliga gott samstarv við heimskenda veitaran av aluminiumsprofilum, Schuco. Vit hava longu leverað og ísett fleiri størri projektir av alum­ iniums fasadum v.m., eitt nú til nýggja og snotu­ ligu býráðshúsini hjá Eysturkommunu. So, vit spenna um alt, sum hevur við góðskuvindeygu og hurðar at gera. Stjórin leggur dent á, at góð starvsfólk og nøgd viðskiftafólk eru týdningarmestu súlurnar í virðisgrundarlagnum hjá HDYGD. – Vit gera alt fyri, at tíni vindeygu og hurðar halda so leingi sum til ber, og okkara mál er, at HDYGD-vindeygu og hurðar eru tættari og halda longur enn nakað annað á føroyska mark­naðinum – og at kundin tískil til eina og hvørja tíð fær mest fyri hvørja krónu. Hetta er snøgt sagt eitt krav, sum vit seta okkum sjálvum. Okkara drúgvu royndir á marknaðinum og í føroyska veðurlagnum gera, at vit saktans kunnu liva upp til hetta aðalmál, sigur Jóhan á Mýrini, stjóri. Samband við HDYGD HDYGD er at hitta á tlf. 355 000 ella á teldu­ posti post@hdygd.fo Eisini ber til at fáa fakfólk framvið. Nýggjur sølumaður er settur í miðstaðarøkinum, Bergur Lützen, sølumaður í Havn. Bergur er at hitta á tlf. 290291 ella á bl@hdygd.fo og stinni sølu­ maðurin í Eysturoy og Norðoyggjum er eingin minni enn Gunnleif (“Gulli”) Berjastein. Gulli er at hitta á tlf. 290290 ella á telduposti gulli@ hdygd.fo. Heimasíðan hjá HDYGD er www.hdygd.fo Hjá HDYGD húsast bæði í Vatnsoyrum, har skrivsstovan og timburframleiðslan er og í Mið­ vági, har plastframleiðslan er. Hjá HDYGD fært tú vindeygu sum halda – Við at keypa vindeygu frá okkum, fáa viðskiftafólk alt tað, tey ynskja sær. Vit hava bæði besta og bíligasta vindeygað fyri hvørja krónu, tá haldføri og livitíð verða havd í huga, sigur stjórin í HDYGD, Jóhan á Mýrini HDYGD er veitari av vindeygum og hurðum til bæði størri og smærri verkætlanir