mánadagur 15. mai 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 15. MAI 2017
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: ORKUBLAÐIÐ
F
yritøkan Byggi Orka er umboðað á Orku
stevnuni 2017. Eivind Gregersen frá fyri
tøkuni sigur, at tey hava valt at vera á
stevnuni fyri at ráðgeva um umhvørvisvinarliga
bygging.
Vánaligt inniklima kann vera orsøk til, at
fólk hava trupulleikar við t.d. astma og ovurvið
kvæmi, tí er tað av stórum týdningi at alt byggi
tilfarið er allergivinarligt.
Byggi Orka umboðar ThermoCell træfipur
bjálving og impregnering. Hetta er sera effektivt
bjálvingartilfar. Eisini umboðar fyritøkan Super
wood træimpregnering. Superwood er nakað
heilt serligt. Superwood er ikki einans impreg
nering á yvirflatuni, men heilt inn til kjarnuna.
Impregneringin er gjørd av organiskum
soppadrepandi tilfari, sum er gókent av Miljø
styrelsen í Danmark og av ES. Superwood er
heilt uttan tungmetallir og organisk upploys
ingarevnir.
– Vit nýta t.d. føroyska seyðaull frá Navia
ella danskt træfipur til isolering rundan um
vindeyguni eins og tetningsbond, sum eru gjørd
til føroyska veðurlagið.
– Vit hava boð upp á eina heildarloysn, sum
er fullkomiliga umhvørvistrygg. Øll eru væl
komin á bás okkara á Orkustevnuni 2017, sigur
Eivind Gregersen frá Byggi Orku.
Eivind Gregersen frá Byggi Orku
Fullkomiliga umhvørvis
tryggar loysnir
B
yggifyritøkan West-Trading er við á
Orkustevnuni 2017, har Magnus Thomsen
frá fyritøkuni hevur tvær áhugaverdar
framløgur.
Fríggjadagin 19. mai kl 15.30 er evnið: Byggi
samtyktir / BK 17, og leygardagin 20. mai 15.30
er evnið: Grøn orka – ein góð íløga.
Magnus er ein tann mest royndi í byggivinn
uni í Føroyum bæði sum el-innleggjari og køli
montørur eins og hann hevur drúgvar royndir
við ráðgeving innan el, hita, bjálving, køling/
hitapumpur og annað í byggivinnuni. Hansara
fyritøka hevur eisini staðið fyri byggingi av
nógvum stórum bygningum eins og sethúsum
síðan fyrst í 80-unum.
Framløgurnar hjá Magnusi eru sera áhuga
verdar, har hann kemur við nógvum alterna
tivum loysnum. Hann viðger evni sum t.d. fjar
hita og vindmyllur við serligum denti á hvat
hesar ymisku loysnirnar kosta, og hvat kann
sparast við at hugsa alternativt. Endamálið
er altíð, at tey sum byggja fáa sum mest fyri
pengarnar.
Magnus sigur, at nógv grundøki eru so smá,
at húsaeigarin, sum má halda seg til tær nýggju
byggisamtyktirnar, fær ofta munandi minni
gólvvídd, enn hann kundi ynskt sær. Tey, sum
seta búgv, spara upp á bálvingina fyri ikki at
missa gólvvídd. Hetta tí at reglurnar í nýggju
byggisamtyktunum eru so meiningsleysar.
Hann leggur dent á, at vit eiga ikki at straffa
tey, sum gjarna vilja hava tær grønu loysnirnar,
men heldur lóggeva soleiðis at fólk veruliga fáa
hug at finna grønar loysnir, tí tað gevur meining
fyri tey.
Ein verulig verkætlan verður viðgjørd, har víst
verður á hvussu vit kunnu gera eina vánaliga
verkætlan til eina sólskinssøgu. Har varandi
grøn orka verður gjørd til eina verkætlan við
góðum peningaligum avkasti.
Til seinast verður ein ígongdverandi verkætl
an, sum eftir hansara tykki er beinleiðis tápulig,
viðgjørd. Tað kann ikki vera rætt at vit brúka
nógvar pengar upp á eina verkætlan, sum hoyrir
einari farnari øld til.
–Tað er bara at møta upp, har tær veruligu
grønu loysnirnar verða viðgjørdar. Eg vóni at
bæði lands- og kommunupolitikarar koma at
lurta. Øll eru vælkomin til framløgurnar, har
eisini høvi verður at seta spurningar, sigur
Magnus Thomsen frá West Trading.
Alternativar framløgur
á Orkustevnuni
West Trading framløgur
á Orkustevnuni 2017:
Fríggjadagin 19. mai kl 15.30 er evnið: Byggisamtyktir / BK 17.
Leygardagin 20. mai kl. 15.30 er evnið: Grøn orka – ein góð íløga.