mánadagur 15. mai 2017síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 15. MAI 2017
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: ORKUBLAÐIÐ
Vitja okkum á Orkustevnuni og fá eitt prát um
hvussu tú kanst gera heimin eitt sindur grønari
Orkudeildin á Umhvørvisstovuni heldur eisini fyrilestrar á Orkustevnuni
Fríggjadagin kl. 11:30
Nýggir framleiðarar á elnetið, Ari Johanneson
Leygardagin kl. 11:30
LNG heldur enn tungolja, Meinhard Eliasen
Leygardagin kl. 17:30
Biogassverk á Eiði, Kári Mortensen
FERÐ Á GRØNA ORKU
Traðagøta 38
165 Argir
Tlf. 342400
us@us.fo
Vilmund Jacobsen
S
EV verður millum luttakararnar á Orku
stevnuni og Hákun Djurhuus, stjóri, fegn
ast um, at tey herfyri kundu boða frá
nýggjum og grønum útbyggingarætlanum.
– Vit mæla til stórar og grønar útbyggingar
í Suðuroy, og vit mæla eisini til at byggja eina
vindmyllulund í høvuðsstaðarøkinum aftrat.
Hann vísir á, at hesi bæði stigini á grønu
leiðini skulu fáa elorkuna úr varandi orkukeldum
upp á umleið 70 prosent av allari el-framleiðslu
tilsamans.
SEV hevur arbeitt í tøttum samstarvi við
orkumyndugleikan, og nú verður mælt til at seta
upp 12 vindmyllur í Suðuroy saman við einari
pumpuskipan og einari battarískipan.
– Vit meta eisini, at stundin er komin til at
byggja eina vindmyllulund við battarískipan
aftrat í høvuðsstaðarøkinum.
Hákun Djurhuus sigur, at um alt gongur, sum
ætlað, kunnu hesar báðar verkætlanirnar fara í
gongd næsta ár.
– Elorkan í Suðuroy, sum er leys av elskipanini
í meginøkinum, verður við útbyggingini umleið
75 prosent grøn.
Hann sigur, at meðan hesar báðar verkætl
aninar verða fyrireikaðar til at fremja, hyggur
SEV eisini longur fram og fer at seta miðvíst út
í kortið, hvørjar grønar útbyggingar skulu setast
í verk, sum tíðin gongur.
– Tað eru kommunurnar, sum eiga SEV, og
tær skulu sjálvsagt viðgera allar útbyggingar hjá
elfelagnum, leggur Hákun Djurhuus aftrat.
Stjórin sigur, at málið hjá SEV er, at ein al
samt størri partur av elframleiðsluni verður
fluttur frá olju til varandi orkukeldur.
– Í Suðuroy hava SEV og ORKA gjørt vind
mátingar tað mesta av einum ári, og í báðum
verkætlanunum skulu fleiri kanningar gerast,
áðrenn farast kann í gongd. Vit samstarva við
ORKU í hesum arbeiði, og vit vóna, at útbjóðingin
kann fara fram skjótast gjørligt, sigur Hákun
Djurhuus.
Bíligari til tað grøna
SEV-stjórin sær eisini fram til, at føroyingar fara
at gera enn meira við Spor2, sum hann rópar
tað. Tað er, at føroyingar í enn størri mun fara at
velja grønar orkuloysnir, bæði í húsarhaldinum
og í ferðsluni.
– Skulu Føroyar gerast grønari, er neyðugt,
at fólk í størri mun leggja um til grønari orku -
við hitapumpum og fleiri el-bilum. Tøknin verður
betri, bíligari og effektivari, og tað er mín vón,
at SEV áðrenn langt um líður sleppur at geva
avsláttur í prísi, tá talan er um grønari orku. Her
verður bíðað eftir broytingum í el-veitingarlógini,
sum er ábyrgdin hjá politiska myndugleikanum,
sigur Hákun Djurhuus.
Øll mugu viðvirka til
einar grønari Føroyar
– Skulu Føroyar gerast grønari, er neyðugt, at fólk í størri mun leggja um til grønari
orku – við hitapumpum og fleiri el-bilum, sigur stjórin í SEV, Hákun Djurhuus
Gongst, sum SEV ætlar, koma fleiri vindmyllur aftrat
í høvuðsstaðarøkinum – og í Suðuroy