mánadagur 15. mai 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 15. MAI 2017
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: ORKUBLAÐIÐ
Vilmund Jacobsen
Æ
tlar tú tær at spara olju í húsarhald
inum, snýr tað seg ikki minst um at
hugsa teg um. Lat tað gerast tín vani
at hugsa um ovnarnar í húsinum - at hesir ikki
standa óneyðuga heitir, tá lýtt er í veðrinum. Tað
snýr seg ikki um at sita kaldur heima við hús,
men heldur, at hiti ikki fer til spillis.
Tey, sum ráðgeva um orkusparing, siga, at
fyri hvørt hitastig, sum tað verður kaldari inni,
sparir tú fimm prosent í olju. Ein máti er at
skrúva eitt sindur fyri um náttina, og tá tú ert
úti. Skilagott er tó ikki at lata hitan í rúminum
minka við meira enn fýra stigum, tí tá verður tað
ov kostnaðarmikið at hita rúmið uppaftur.
Í betri tíðini av árinum verður væl minni
olja brúkt til upphiting enn í køldu vetrarmán
aðunum. Hinvegin kostar upphitingin av vatni
num tað sama - summar og vetur, og tað er
kostnaðarmikið at hita vatn. Tí er skilagott, um
tú vilt spara olju, eisini at spara heita vatnið.
Góð bjálving
Eitt er, hvussu tú ansar eftir hita-og nýtsluni av
heitum vatni í húsinum. Annað er, hvussu væl
ella illa húsini eru bjálvað. Tað er stórur orku
missur í illa bjálvaðum húsum. Bjálving er ein
eingangsíløga, sum er skjót at vinna aftur, og er
soleiðis ein varandi sparing. Eru húsini ótøtt og
trekkja illa, elvir hetta til stóra meirnýtslu.
Vindeygu kunnu vera ein stórur orkumissur,
og tí loysir tað seg ofta at skifta til orkugløs,
um vindeyguni eru ótøtt, gomul ella punkterað.
Orkugløs
hava ta
ávirkan,
at hitin
sleppur inn,
samstundis
sum gløsini
forða fyri, at
hitin í rúminum
sleppur út. Tí er
skilagott at hava
orkugløs og tøtt
vindeygu og úthurðar.
Ketil og oljufýr
Stórur orku- og hitamissur
er í ketlum, sum ikki verða
reinsaðir eins og í oljufýrum,
sum ikki verða stillaðar. Bert fáir
millimetrar av sóti í ketlinum hava
við sær, at oljunýtslan økist fleiri
prosent. Steðgar oljufýringin í
heilum, kostar tað eisini eyka,
hvørja ferð húsið skal hitast
uppaftur.
Stórur orku- og hitamissur
er í ketlum, sum ikki
verða reinsaðir eins
og í oljufýrum, sum
ikki verða stillaðar. Bert
fáir millimetrar av sóti í
ketlinum hava við sær, at
oljunýtslan økist fleiri prosent
Lat ikki hitan
fara til spillis
Fáir millimetrar av sóti í ketlinum hava
við sær, at oljunýtslan økist fleiri prosent
Bjálving er ein
eingangsíløga, sum
loysir seg. Eru húsini
ótøtt og trekkja
illa, elvir hetta til
stóra meirnýtslu