mánadagur 15. mai 2017síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 15. MAI 2017
28
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: BÁTASTEVNAN
Nógv tiltøk
á vágni
Á Bátastevnuni eru sum vant nógv ymisk tiltøk, og
tá ið talan er um eina bátastevnu, so er tað kanska
ikki so løgið, at fleiri av tiltøkunum ganga fyri seg á
sjónum.
Tí leygardagin hendir ymiskt á vágni í Vestmanna.
Stutt eftir, at stóra bátafylgið hevur siglt av
Fútakletti og inn á Vestmanna, verður skipað fyri
stórari bjargingarroynd við bæði verjuskipi, bátum
og tyrlu. Hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak
á Bátastevnuni, og áhugin fyri bjargingarroyndini
plagar at vera stórur.
Tá ið bjargingarroyndin er liðug, verður skipað fyri
ódnartøkum. Ódnartak er lutfalsliga nýtt átak innan
føroyskan kappróður, og onkursvegna er hetta eitt slag
av forsmakki uppá róðrarárið, sum fer av bakkastokki um
nakrar fáar vikur.
Bussamband
er til Havnar
leygarkvøldið
Vitjandi á Bátastevnuni
í Vestmanna, og sum
ikki ætla sær at liggja
nátt, hava møguleika
fyri at taka náttarbuss
úr Vestmanna til Havnar
sunnunáttina.
Náttbussurin hjá
vestmenningum koyrir
nevnliga úr Vestmanna
til Havnar klokkan 04.30
sunnunáttina, so tá ber til
at sleppa til Havnar, um
tørvur er á tí.
Bussurin koyrir av
Torginum í Vestmanna.
S
um vant kemur tónleikurin eisini at fylla
nógv á Bátastevnuni í ár. Og tað er tón
leikur av alskyns slag, sum verður at hoyra
í Vestmanna um vikuskiftið.
Sum vanligt er, har bátafólk koma saman,
er harmonikutónleikur á skránni. Tað verður, tá
ið bátarnir eru komnir at bryggju seinnapartin
leygardagin, at harmonikutónleikur verður at
hoyra, samstundis sum suppa verður borðreitt
til mongu bátastevnugestirnar í stóra tjaldinum
á bryggjuni.
Men annar tónleikur og dansur er eisini á
skránni. Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið er
nógvur tónleikur á skránni.
Fríggjakvøldið verða tað millum annað Eyðun
Nolsøe, Danny & The Veetos og ikki minst The
Dubliners Legends, sum fara at spæla í báðum
tjøldunum á bryggjuni.
Og leygarkvøldið verður ikki minni á skránni,
og tá er eitt sindur av hvørjum á skrá. Í lítla tjald
inum spæla vælumtóktu Danny & the Veetos,
Swangah og Finnur Koba, meðan í stóra tjald
inum verður dansur við Signar í Homrum og Kim
Hansen.
Nógvur tónleikur á Bátastevnuni