Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-15, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2017síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 15. MAI 2017 30 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: BÁTASTEVNAN Hóast tað alla Bátastevnuna er tivoli við hoppiborgum og øðrum góðum opið í lítla tjaldinum á bryggjuni, so er tað serliga fríggjadagurin, sum er settur av til børnini á Bátastevnuni í ár. Tí fríggjadagin verða fleiri tiltøk, sum eru serliga ætlað børnunum, sum vitja á Bátastevnuni í Vestmanna. Klokkan 18 fríggjakvøldið verður stórt bassatiltak á kaiøkinum, og klokkan 19 verður eitt stórt barnatilak, har vælumtóktu undirhaldararnir, sum ganga undir navninum Fívlar, fara at skipa fyri ymiskum undirhaldi. Nógv børn vitja saman við foreldrunum á Bátastevnuni á hvørjum ári, og fyrireikararnir vænta, at í ár verður einki undantak í so máta. Børnini eiga fríggjadagin The Dublin Legends The Dublin Legends, sum fara at spæla á Bátastevnuni í ár, er bólkur, sum er sprotin úr heimskenda írska bólkinum The Dubliners. Tað eru teir fýra, Sean Cannon, Eamonn Campbell, Gerry O´Connor og Paul Watchorn, sum manna bólkin. Hesir fýra eru allir legendariskir innan írskan fólkatónleik. Sean Cannon og Eamonn Campbell vóru báðir við í The Dubliners í umleið 30 ár, meðan Gerry O´Connor eisini hevur spælt við legendariska bólkinum. The Dubliners høvdu 50 ára jubileum í 2012, men stutt eftir hetta doyði ein av limunum í bólkinum, meðan onkur annar valdi at gevast. Og tað var eftir hetta, at nýggi bólkurin The Dublin Legends, sum altso skal spæla í Vestmanna fríggjakvøldið, bleiv stovnaður við uppruna í The Dubliners.