Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov So hendi tað fyri aðru ferð, at and­ støð­an spældi hund og lat ov fá fólk í sam­gonguni sita einsamøll eftir í ting­sal­inum soleiðis, at tingfundur ikki kundi setast. Í síðstu viku gjørdu and­støðu­ um­boðini sær dælt av tí, at Krist­in Michel­sen lá veðurfastur í Suð­ uroy. Vit kunnu hava ta mein­ing, vit vilja um tað. Men and­støðu­ pol­i­tikk­ur á tingi er ikki al­tíð kon­ struk­tiv­ur, ofta er hann bein­leið­is tápu­lig­ur, fyri ikki at siga barns­ lig­ur. Tað sum hendi var, at and­ støð­an rýmdi úr tingsalinum, tá at­kvøð­ast skuldi um málið at yv­ir­taka persóns-, húsfólka- og arva­rætt. Andstøðan vildi hava mál­ið beint aftur í nevnd, ella at for­mans­skap­urin vísti tí frá sær. Løgtingsformaðurin mátti nið­ ur­leggja tingfundin, tí samgongan var ikki fullmannað. Tá tingfundurin var settur aft­ ur, bar ikki til at seta fundin, tí fram­vegis var ikki nóg mikið av fólki í tingsalinum, og ting­for­mað­ ur­in boðaði frá, at at­kvøð­u­greiðsl­ an var út­sett. Vit skulu tó ikki gera hesa and­ støð­una verri enn aðrar andstøður, men politkkur er ofta, rættiliga ofta, á sera lágum støði. Hevði tað til døm­is ver­ið í vinnulívinum, at fólk skikk­aðu sær sum tingfólk, so vóru nógv virki verið farin á húsa­ gang av berari tápiligheit. Hevði tað verið í einum fót­ bólts­dysti, so vóru nógv reyð koyrt á lofti og leikarar vístir av vølli. Men í politikki ber alt til. Og tá sagt verður »alt«, so skal tað skilj­ ast í orðsins rætta týdningi. Tað ber til at taka góðar og skilagóðar avgerðir, men tað ber sanniliga eis­ ini til at spæla hund á sera barns­ lig­an og niðrandi hátt, hóast talan átti at verið um okkara høga ting við landsins hægstu tign. Hana liva pol­it­ikarar ikki altíð upp til, tí verri. Tað er so tað, og hesi eru fólkini, vit hava valt at stjórna landinum. Tað kann sjálvandi eisini henda seg, at tingfólk liggja veðurføst. Men vit hava vara­fólk, sum kunnu møta. Tá tað verður lagt upp til tað eina ferð afturat, at andstøðan fer at spæla hund, um samgongan ikki klárar at manna lið, so er tað ov vánaligt at samgonguflokkunum ikki at møta fullmannaðir til ting­ fund­in mánadagin. Kann tingfólk ikki møta, so er at senda boð eftir vara­fólki, trupulleikin er ikki størri enn tað. Uppgávan hjá floksleiðarunum í samgonguni er tí sera einføld. Fáið fólkini at møta til arbeiðis! Ráðini eru einføld: Fáið hasi fólkini at møta upp til arbeiðis! løgin arbeiðsmoralur á tingi End­ ur­skoðar føriska stavseting Ólavur Hátún Kjak síða 14 Skulu vera errin av Koks Johan Mortensen Kjak Síða 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Á sjálvum Arbeiðaradegnum, mán­adagin hin 1. mai, var há­ tíð­ar­dám­ur í Havnar Ar­beið­ ar­a­felag. Á hesum degi fyri 35 ár­ um síðan hevði Ruth Arge sín fyrsta arbeiðsdag sum skriv­stovu­kvinna í felag­ num. Ruth er havnarkvinna. For­eldruni vóru Petur Arge og Marianna Arge (fødd Pet­ er­sen) í Havn. Ruth byrj­aði skriv­stovu­yrki sum lærl­ing­ ur hjá Tórs­havn­ar Bý­ráð, har hon fekk sína út­búgv­ing, áðrenn hon tók við starvi­ num í Havnar Ar­beiðs­mann­ a­felag 1. mai 1982 Ruth hevur dúgliga givið øðr­um íblástur av síni vitan inn­an tað arbeiðsyrki, sum hon trúliga hevur røkt til lít­ ar hesi mongu ár, og eru vit henni sera takk­som fyri tað. Ruth letur væl at sínum ar­beiðs­plássi og hevur trivist sera væl í arbeiðnum. – Vit ynskja Ruth hjarta­ liga til lukku við 35 ára starvs­deg­num og alt tað besta í fram­tíð­ini við vón um at tað leggj­ast fleiri ár afturat teimum 35, heilsar Havnar Arbeiðarafelag. Ruth Arge 35 ára starvs­dag Næsta mikudag – hin 24. mai, verður Sosialurin 90 ár. Hetta fara vit at há­tíð­ar­ halda í Miðlahúsinum hendan dag­in. Klokkan 16 seinnapartin verð­ur almenn móttøka í Miðla­hús­i­num, har øll eru hjart­a­liga vælkomin. Um kvøldið verður døgurði fyri starvs­fólkum og makum – og seinni, frá klokkan 22:30 ver­ður opið hús í Miðla­hús­i­ num, har øll, sum hava starv­ ast í Miðlahúsinum og á Sos­ i­al­i­num gjøgnum árini eru hjarta­liga vælkomin. – Og hevur verður hugsað um øll fólk. Bæði tey, sum hava ver­ið í føstum starvi og all­ar av­loys­arar og fólk, sum á ann­an hátt havt eitthvørt til­knýti til blaðið. Øll eru hjarta­liga vælkomin. Í Miðlahúsinum hetta kvøldið verður livandi tónleikur og okkurt gott til matna verður, eins og okkurt at sløkkja tostan við. – So kæru øll somul fyrr­ verandi starvsfelagar. Latið okkum gera 90 ára dagin til eina hugnaliga samveru, har vit bæði kunnu tosa um gamlar dagar – og um tað, sum framtíðin hevur at bjóða! Halda 90 ára føðingar­dagin í Miðlahúsinum Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, handa Ruth Arge blómuheilsan á sjálvum altjóða arbeiðaradegnum 1. ma, tá hon hevði 35 ára starsvdag á skrivstovu felagsins Mynd Álvur Haraldsen