Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ólavur Hátún Í 60-árunum komu trý heftir út við kór­sats­um, sum gitna danska tóna­ skald­ið Vagn Holm­boe hevði gjørt til yrkingar eft­ir J. H. O. Djurhuus, William Heine­sen og Christian Matras – tað fyrsta eisini við enskari týðing eft­ir Ken Tindall, tað næsta við før­isk­um týðingum eftir Tummas N. Djurhuus, og tað triðja, har Willi­am Heinesen hevði týtt til danskt. Tað eru hesir kórsatsir, sum nú eru komnir út í einari kórbók og við bara føriskum tekstum. Har­um­framt rúmar bókin eisini óút­givn­um føriskum kórtilfari úr hond­um Holmboes: Ørindir úr “Sig­mundskvæðnum yngra” og úr “Ólavi Riddararós”, barnaskjaldrið “Rura, rura barni” og sum seinasta verk kantatan til upplatingina av Norð­ur­landahúsinum í 1983, sum gong­ur yvir yrkingina “Brúgvar” eftir Karsten Hoydal. Tá bókin skuldi greiðast til prent­ingar, setti eg fyrst tekst­ir­ nar upp við vanligu førisku stav­ set­ingini, men skjótt komst eft­ir, hvussu nógv natúrligari ein ljóð­ frøði­lig­ur stavingarháttur fellur til í sang­ligum samanhangi. Eisini datt mær í huga, hvussu púra ómøgulig okk­ara verandi rættskriving royn­ ist, um útlendsk kór hava hug at hava onkran føriskan kórsats við á teirra sangskrá, tí so vantandi sam­ svar er millum skrivað og fram­bor­ ið. Eg skal tó viðganga, at tað eis­ini spældi við í metingum, at her var eitt høvi at fáa lagt fram í dags­ins ljós eina stavseting, sum mun­andi meira hevur atlit til okkara sam­ tíð­ar móðurmál enn tann arkai­ser­ andi, sum útlendingar í sínari tíð fingu kroyst inn á okkum. Um tú vilt tað ella ikki, so má staðfestast, at okkara óføriska rættskriving er ein darvandi trupulleiki, sum vit tó við skilvísi væl kunnu fáa bøtt um. Skal her fylgjandi grundgeva fyri teimum frávikum frá okkara ver­andi stavingarlag, sum tekst­ ir­nir í kórbókini umboða, og sum sam­stund­is eru at meta sum leik­ manna íkast til eina ynskiliga end­ ur­skoðan av okkara stavseting. Fyrst er tá at leita aftur til stav­ ing­ar­til­mælið fyri stórthundrað ár­ um síðan, sum fekk heitið Broytingin Vælkendur er orðadrátturin, sum seinastu áratíggir av 19. øld var ímillum tey, sum vildu halda fast við ta afturlítandi so­kall­ aðu hammershaimbsku stav­set­ ing­ina, og tey, sum ynsktu eina ljóðfrøðiliga tillaging móti tí livandi sam­tíð­armálinum, sum Jákup Jak­ ob­sen, doktari, mælti til. Til tess at koma burtur úr hes­ um lemjandi stríði varð tað á ólav­ søkufundi í 1893 samtykt í Før­ inga­felag at seta eina nevnd, har Hamm­ershaimb og Dr. Jakobsen – hóast ymsa áskoðan og 45-ára ald­ urs­mun var vinskapur og samstarv all­ar dagar teirra millum – skuldu velja hvør sín lim, felagið tveir og so hesir seks ein lim aftrat. Hendan 7-mannanevnd skuldi “... avgera, hvussu skrivingarlagið skal verða, ið felagið skal brúka, og skal tað, ið hend­an nevnd kemur á samt um, verða bindandi firi felagið”. Nevndararbeiðið gekk striltið, eis­ini tí at Jákup Jakobsen var ikki heima í tvey ár. Men í oktober 1895 kundi Jákup leggja fyri nevndina í Føringafelag tað uppskot, sum sjey­ manna­nevndin var komin á samt um, og sum fekk heitið “Broyting”. Og broytingin var hendan: 1. Bara i og í - ikki y og ý ( t.d. sinir og lísa – ikki synir ella lýsa ) Trupult er tað hjá fólki at hava greiði á um skrivast skal við i/í ella y/ý – at tú t.d. skalt skriva biðja, men styðja - kvikur, men kyk­ur – hill men syll – snigil men tryg­ il – bíta, líta, skíta men gýta, nýta og sýta o.s.fr. (Hetta við tveim­um ymsum stavum fyri sama i-ljóð er eisini eitt vandamál hjá ís­lend­ing­ um, sum annars við sínari ljóðrøttu rætt­skriving ongan trupulleika hava við at stavseta sítt móðurmál. Mær er vorðið sagt, at tankin hevði ver­ið frammi um bert at brúka ant­ in fyrra ella seinna i/í; men so bleiv ósemja, um tað skuldi vera hetta ella hitt, og tí kom ongin broyting burt­urúr). 2. Skriva kv og ikki hv, tá ljóðið er kv (t.d. kvør og kvessa – ikki hvør og hvessa) Fleiri dømir um verandi vill­ing­ar­ semi: kvalið, men hvalur – kveita, men hveiti - kvirra, men hvirla – kvinna , men hvonn – at kvíða, men at hvíla – kvarði, men hvarvið - kvørkr­ar, men hvørki. 3. Skriva kj og ikki hj ( t.d. kjá og kjóm – ikki hjá og hjóm ) Dømir um verandi villingarsemi: kjúkla, men hjún – kjallari, men hjall­ur – kjarni, men hjarnast (ilsk­ ast ógvisliga) – kjúklingur, men hjúkla. 4. Dl-ljóðið stavað dl, t.d. fjadl og trødl (ikki fjall og trøll) og dn- ljóð­ið stav­að dn, t.d. badn og kodn (ikki barn og korn). At t.d. fjall­mað­ur er at stava uttan d og ban­dóm­ur uttan r sakar ikki, tí oyrað sigur tær, hvat rætt er. At verandi stavseting kann elva til skeiv­an framburð hoyrist, tá fólk siga t.d. barndómur og barns­lig­ur við r-ljóði. 5. –un og ikki –um í hvørjumfalli ( monnun og húsun ), tí tað er ljóðligi veruleikin og hevur verið tað í øldir. 6. Attur, attan og ettir ( ikki aftur, aftan ella eftir ) – heldur ikki her nøkur orsøk til at apa okkum eftir grannunum fyri vestan. Men tann annars so hugbjarti Jóan­nes Patursson, sum sjálvur hevði verið við til at orða setn­ing­ in hjá nevndini, gjørdi nú slík­an vørr um seg móti hesum broyt­ ing­ar­ætlanum, at hann voldi til, at Før­ingafelag datt niðurfyri, og at mál­gagn felagsins Føringatíðindi tí held­ur ikki kom ikki út meira. Hesin hvøkk­ur í okkara mentanarheimi man vera mesta orsøk til, at fólk í stórt­hundrað ár illa hava hættað sær at mæla til broytingar aftur. Men hesum broytingartilmæli, sum báðir høvuðspersónarnir V. U. Hamm­ershaimb og Jákup Jak­ob­ sen tóku undir við, verður nú fylgt í kórbókini. Ð-ið burtur Vanlukku ð-ið í føroyskari rætt­ skriv­ing verður ikki umtalað í “Broyt­ingini”; men vit vita, at Dr. Jac­ob­sen, okkara fremsti mál­frøð­ ingur, vildi hava tað burtur úr okk­ ara stavrað, tí tað var ein aðal mein­ bogi fyri, at fjøldin av Førja fólki nakr­antíð fór at megna til fulnar at skriva sítt egna móðurmál. Í hans­ara mongu skrivum innan fund­ar­sam­tyktina í 1995 um okk­ara máls­ligu við­urskiftir finn­ur tú ikki ð, men lýðin móti nevnd­ar­sam­tykt­ ini skrivaði hann kortini ð eftir tað. Men ð hevur veruliga onga heim­ ild í føriskum. Í miðaldarbrøvum frá 13. - 15. øld, sum Jakob Jac­ob­sen gav út við heitinum “Diplo­mat­a­ ri­um Færoense” í 1907, finn­ur tú bert í einstøkum førum okk­urt ð og tá eyðsýniliga skrivað utt­an­ lands. Ljóðið hevur tó verið har, skriv­að við d ella t, men longu um miðju 16. øld hoyrdist tað ikki meira í málinum. Tað var tí reinur ør­skapur, at N.M. Petersen og teir fingu trokað hendan tvørliga stav inn í okkara skriftmál 300 ár eftir, at hann var horvin úr dagsins veru­ leika. Teir báði serkønu P. A. Munch og N. M. Petersen kundu saktans siga, at teir, annar norðmaður og hin fjónbúgvi, høvdu ongan trup­ ul­leika av at skriva t. d. barnet ella landet við t, sjálvt um enda t-ið var ljóðleyst á teirra tungu; men teir høvdu ikki orðaformin barne og lande sum ørkymlandi val­møgu­ leika, so­leiðis sum vit hava tað við barn­ið ella barni, landið ella landi. Ein­falt er tað sjálvandi hjá lærara at greiða sínum næmingum frá, at hvørki­kyn krevur ð í bundnum formi hvør- og hvønnfall (“hon segði við barnið”), men ikki óbundið í hvørj­umfalli (“hon gekk við barni”). Men hvussu kanst tú krevja slíkt umhugsni av fólki í skrivandi skundi? Sjálvt kønir málfrøðingar varn­ast mangan slíkar ósketnis ð-feilir í egnum handritum. At boðsháttur í fleirtali krevur end­a-ð, men má ikki hava tað í ein­ tali (skundið tykkum, men skunda tær), er eisini ein steinur at snáva um. Onnur villandi ð-dømir: Ein við­ gerð við ð, men at viðgera uttan ð - at skera uttan, men ein skurður við ð - ein skari uttan, men eitt skarð við ð - ein skor onki ð, at skorða und­ir við ð, men at skora ígjøgnum utt­an ð o.s.fr. Ofta steðga fólk ivandi á um “verða/vera” skal hava ð ella ikki, og mang­an verður ikki skettað eftir, at “ta” hevur ikki ð í kvennkyni ( ta kon­una, men tað barnið). Umframt hendan stav­ing­ar­trup­ ul­leika kemur tann ókøni út­lend­ ingurin í óføri, tá hann skal lesa upp, tí í summum førum um­boð­ ar ð-ið eitt j-ljóð (gleði, skund­aði), í øðrum eitt v-ljóð (glaður, skund­ aðu), í onkrum eitt g-ljóð ( í neðra og fjaðrar við g-ljóði á suðriamáli), og tey mongu ljóðleysu enda-ðini munnu undra mangan. Nei, lat okkum sleppa okkum av við ð-ið – tað hevur onki við okkara mál at gera, ger onki gagn, bara ógagn. Fleitals r-ið fellur burtur í bundnum formi Tað surrar í oyrum og sker í sinnið at hoyra fólk syngja um fuglarnar og blómurnar, tí hjá okkum eins og hjá norðmonnum fellur fleirtals r-ið burtur í bundnum formi. Eins og teir siga t.d. hester, men hestene, siga vit eisini hestar, men hestanir, hund­ar, men hundanir, konur, men kon­unar, systrar, men systranar o.s.fr.. So­leiðis skrivaði Svabo, Hamm­ers­haimb eisini í 1845, og hjá Dr. Jak­ob­sen var tað so sjálvsagt at fylgja málsliga veruleikanum. Tvíljóðini Eitt úrslit av “islandificeringini” hjá Jóni Sigurðsson var, at vit fóru at skriva ei, har okkara framburður er ai. Skilabest og snøggast man vera aftur at stava okkara tvíljóð sam­ bært bókstavaljóðunum: ai, oi og ei. a stundum sum æ og æ stundum sum a Ikki minsti trupulleiki er tað, at stav­urin a hjá okkum eisini um­ boð­ar æ-ljóð, og at a-ljóðið stundum skal skrivast við æ. Dømir, sum vísa villingarsemi mill­um a og æ: ala, fjala, mala, skala og svala, men græla, hæla, næla, spæla og sæla – basa, fjasa, grasa og knasa, men hvæsa, hæsa (av), læsa og ræsa – sat og las, men græt og læt – nana men ræna – hvalur og svalur, men sæl­ur og trælur –stava, men svæva - fáa fatur, men geva gætur – Grani, men Fræni - etc. etc. Hví kunnu vit ikki stava øll hesi æ-ljóð við æ, tá málsins ljóðligi veru­leiki biður um tað? Og hví ikki skriva t.d. kladdur, radd­ur, rastur og skraddur við a, so sum ljóðið er, sjálvt um aðrir formar av somu rót hava langt æ ( klæði, ræð­ast, ræsa, skræða?) Ljóðskifti er jú vanligt í føriskum – t.d. klæji, kladd­ur, klødd – ræsa, rastur, røst – skræa, skraddur, skrødd. Nógv verður vunnið, um vit eisini her hava mesta atlitið til málið, sum tað er, og skriva a-ljóðið við a og æ-ljóðið við æ. Tann fullkøni í ís­lendskum hevur ikki trupulleika av a ella æ, tí har hoyrir tú munin; men tað er jú ein tvørlig sniðgøta at skulla leita um annað mál til rætta stav­ing av tínum egna. Í Suðri verður æ bæði við long­ um og stuttum ljóði framborið sum e – tey heingja fisk upp at resa, eta rest­an fisk, og til hátíðarløtur kleða menn seg í kledning. Rímiligt - og eg vil halda ynskiligt -, um suðringar eis­ini her geva egið málføri til kenn­ar í skrift, eins og tú varnast suðr­ingin, tá skrivað stendur báði, har vit onnur skriva bæði. Eyðsýnt er jú eisini, at talan er um skrivandi suðr­ing ella sanding, tá tað stendur tú er, tú var ella tú fer, tú fór. Ein­støk staðbundin frábrigdi merk­ ir ikki, at alt verður slept út á flot, og at hvør kann skriva sum best. Sjálv­ur mál­struktururin er jú at kalla tann sami um alt land­ið, og tú sært van­liga ikki á skriv­ing­ar­ lag­num, um talan er um norðing, vága­fólk, eystring ella onkran í Norð­streymi; men verður muður lat­in upp, so hoyrist beinanvegin, um tann talandi er kvívíkingur ella vest­menningur, klaksvíkingur ella svín­ingur, og í einstøkum bygdum hoyr­ist eisini munur millum býl­ ing­ar. Tað var sostatt ongin orsøk til mál­førisampan hjá N. M. Petersen, P. A. Munch og fylgjandi eisini hjá V. U. Hammershaimb, sum høvdu hann sum eina grundgeving fyri at føra okkum út i tað óførið, at vit í so stóran mun skuldu stava okkara mál á fornnorrønum / íslendskum. Førisk kórbók við endurskoðari stavseting KJAK