týsdagur 16. mai 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Nevndin í
Ljósmøðrafelag Føroya
Altjóða ljósmøðradagur var
5. mai, og 12. mai var altjóða
dagurin hjá sjúkrarøktar
frøðingum.
Tillukku allar ljósmøður
og sjúkrarøktarfrøðingar, og
eitt herðaklapp til allar aðrar
fakbólkar, ið dagliga arbeiða
í føroyska heilsuverkinum.
Hvønn dag og hvønn tíma
í samdøgrinum stríðast tit
við eldhuga, umsorgan og
fakligu førleikum tykkara,
at gera tað besta fyri allar
føroyingar.
Og júst fakligi serkunn
leikin, eigur at vera grundar
steinurin undir skipanini av
føroyska heilsuverkinum.
Siðvenjan hevur eisini
verið, at besta fakliga leiðsla
verður sett, at leiða sítt ser
øki. Eitt nú er fysioterapeut
ur leiðari á fysioterapideild
ini, og á rannsóknarstovuni
er
bioanalytikari
leiðari.
Innan sjúkrarøkt er útbúgv
ingin bygd soleiðis upp, at
holl grundútbúgving sum
sjúkrarøktarfrøðingur
er
grundarlag fyri ymiskar eft
irútbúgvingar, ið geva ser
førleikar innan ymsar ser
greinar. Tí hevur tað verið
ein sjálvfylgja, at tann við
bestu útbúgving innan við
komandi sergrein verður
settur at leiða arbeiðið. T.d. er
leiðarin á Gigni serútbúgvin
heilsufrøðingur. Á skurð
deildini á Landssjúkrahúsin
um eru tvær sergreinar inn
an sjúkrarøkt – bæði skurð
og anæstesi. Hóast báðar
greinar eru sjúkrarøktar
fakligar, mugu tveir leiðarar
til at leiða arbeiðið – ein við
serútbúgving innan skurð og
ein við serútbúgving innan
anæstesi.
Mett verður ikki, at út
búgving sum sjúkrarøktar
frøðingur er nóg mikið at
leiða sergreinarnar, og tí er
ein leiðari við viðkomandi
serútbúgving settur at leiða
hvørt serøkið, hóast tað er
sama deild.
Barnakonuøkið er ser
grein hjá ljósmøðrunum –
tvs. bæði viðgonga, føðing
og barsil. (Hetta kann lætt
liga kannast nærri á heima
síðum
hjá
lærustovnum
og galdandi lóggávu). Tað
merkir ikki, at sjúkrarøktar
frøðingar ikki kunnu arbeiða
á barsilsøkinum, men at tann
við serútbúgving sjálvandi
eigur at leiða arbeiðið.
Tá leiðslan á Landssjúkra
húsinum
tekur
leiðsluna
av barsilsøkinum frá ljós
møðrum og setir leiðara
við grundútbúving innan
sjúkrarøkt, gera tey greitt
brot á hesa siðvenju, og tað
er als ikki fakligt grundað.
Tí er tað ørkymlandi og
hugstoytt at forkvinnan hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum
tekur undir við avgerðini og
beinleiðis pástendur, at av
gerðin er í lagi. Barsilstíðin
krevur góða røkt, men eisini
sera nógv annað, ið krevur
serútbúgving.
Ikki er sannlíkt, at for
kvinnan hevði skilt og góð
tikið, at ein sjúkrarøktarfrøð
ingur uttan eftirútbúgving
sum heilsufrøðingur, varð
settur sum leiðari fyri Gigni.
Ella at ein ljósmóðir fekk
hetta leiðarastarv.
At
leiðslan
á
Lands
sjúkrahúsinum brýtur hesa
siðvenju – at tann við ser
útbúgving hevur leiðsluna
á einum serøki – hava all
ar ljósmøðurnar á Lands
sjúkrahúsinum gjørt vart
við og mótmælt, bæði inn
anhýsis og í Heilsu- og inn
lendismálaráðnum,
uttan
úrslit. Tí valdu tær at senda
eina kæru um m.a. hesi við
urskiftini. Ein kæra, ið er fak
liga grundgivin, um ein lesur
viðmerkingarnar til kæru
punktini.
Serliga
hugstoytt
og
óskiljandi er tað tí, at for
kvinnan hjá sjúkrarøktar
frøðingunum hartar ljós
møðurnar fyri m.a. at “rópa
harðast”, ongan vilja hava til
at fáa arbeiðið at virka, og
krevur starvsrættarlig tiltøk.
Sigur hon veruliga, at
starvsfólk ikki mugu gera
vart við umstøður, ið ikki
kunnu góðtakast? Meinar
hon, at ógrundaðar leiðsluav
gerðir (og jú, tær eru ógrund
aðar, um leisturin frágreidd
ur omanfyri er galdandi) ikki
skulu mótmælast – og um
tað verður gjørt, so skulu
starvsrættarlig tiltøk gerast?
Meinar hon í fullum álv
ara, at starvsfólk ikki mugu
rópa hart og eiga at fáa ávar
ing ella verða uppsøgd, um
tey gera tað?
Ein googleleiting kann
skjótt vísa, hvør hevur rópt
hart um viðurskiftini hjá
limum sínum í almennu fjøl
miðlunum, og tað eru ikki
ljosmøður.
Hetta
merkir
sjálvandi ikki, at vit ikki
stuðla slíkum rópum, tí tað
er júst tað, ið er neyðugt, tá
órímiligar avgerðir og við
ferð fer fram frá leiðslum og
øðrum, ið hava avgerðarrætt
og makt. Ljósmøðurnar áttu
allarhelst at rópt hart nógv
fyrr og nógv oftari.
At ein fakfelagsleiðari
skal hótta og brúka slíkar
grundgevingar
mótvegis
øðrum fakbólki er tí sera ør
kymlandi, og sigur ikki frá
góðum grundleggjandi fakfe
lagshugburði, um samanhald
og um at verja rættin at mót
mæla, uttan vanda fyri ávar
ing ella uppsøgn.
Uppáhaldið um, at ljos
møðurnar ongan vilja hava
til at fáa arbeiðið at virka, er
eisini sera hugstoytt. Veru
leikin er, at ljósmøðurnar í
nógv ár hava arbeitt lið um
lið við hinar starvsbólkarnar
á føðideildini við einari trý
býttari deildarleiðslu, og ljós
møðurnar hava ikki kravt
nakra broyting, hóast av
bjóðingar og hóast hetta er
serøkið hjá ljósmøðrum.
Ljósmøðurnar
eru
als
ikki ímóti broytingum, men
broytingar
skulu
verða
grundaðar og til fyrimun fyri
brúkaran.
Ljósmøðurnar
høvdu
heldur sæð at neonatalstov
an, (ið er ein stova fyri ov
tíðliga fødd og sjúk pinku
børn) bleiv flutt av føði
deildini og at leiðslan á
Landssjúkrahúsinum hevði
valgt, at givið hesum serøki
nøktandi umstøður. Ístað
in hevur leiðslan á Lands
sjukrahúsinum býtt gomlu
føðideildina
upp
í
eina
burðardeild fyri seg og eina
neonatal-
og
barsilsdeild
fyri seg. Slík samansett deild
finst onga aðra staðni, og er
als ikki ein heppin samanset
ing, hvørki fyri sjúka og sár
bæra nýføðingin og sperdu
familjur teirra, ei heldur fyri
barsilskonurnar
og
børn
teirra.
Heldur enn at brúka
óneyðugar
skattakrónur
upp á løgna uppbýting, har
serøkið verður tikið frá ljós
møðrunum, átti hesin pen
ingur at verið givin sperda
neonataløkinum, brúkaran
um at frama.
Tí mótmæla ljósmøður
nar, og vóna veruliga, at við
komandi fakfeløg skilja og
stuðla, heldur enn at hótta og
niðurgera tær í stríðnum, at
tryggja serøki teirra og besta
tilboðið til barnakonurnar í
Føroyum.
15. mai 2017
Um at rópa hart og virða fakligheit
Føroya
Myndakalendari
Sosialurin gevur á hvørjum árið út
Føroya Myndakalendara, sum flest øll
heim í Føroyum hava hangandi heima.
Vit bjóða tykkum at keypa Føroya Myndakalendara
við tykkara búmerki á.
kalendarin er í brævbjálva, soleiðis at hann kann sendast
til vinir og kenningar. ein góð gáva til starvsfólk,
veitarar og vinir kring heimin.
Her eru nøkur prísdømir
10 eint.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr
1.037,50
20 eint.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr
1.825,00
30 eint.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr
2.612,50
50 eint.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr
4.187,50
100 eint.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr
8.125,00
200 eint.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr 16.000,00
Sosialurin ynskir gott samstarv í framtíðini
Bílegg kalendarin á tel. 341800
ella á mail til bokhald@sos.fo