týsdagur 16. mai 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
søkir eftir
starvsfólki til
verkstøðini
Søkt verður eftir fólki við handaligari
útbúgving til fast starv við 30 tímum um
vikuna.
Sjóndepilin hevur tríggjar sjálvstøðugar eindir:
Ráðgevingin og Dagtilhaldið á Íslandsvegnum og
Verkstaðið á Traðabrekku..
Starvfólkið søkt verður eftir, kemur at arbeiða bæði á
Dagtilhaldinum og Verkstaðnum.
Dagtilhaldið á Íslandsvegnum hevur eina vevstovu
og eitt verkstað, ið bjóðar fram ymiskt handverk, so
sum hornarbeiði, leirarbeiði, tøving og binding.
Á Verkstaðnum á Traðabrekku eru ymiskar
handaligar og sosialar uppgávur.
Brúkararnir her eru sjónveikir og lættari seinmentir.
Eisini er her ein lítlil sølubúð við handgjørdum
vørum.
Starvið:
Dagliga arbeiðið fevnir um fyrireiking og tilgerð
av lutum, brúkararnir tilvirka. Ein partur av
framleiðsluni er vørur til sølubúðina á Traðabrekku.
Stórur dentur verður lagdur á at hava høga góðsku
á øllum handverki.
Endamálið við Dagtilhaldinum/Verkstaðnum er:
• at menna og stuðla blindum og sjónveikum
sálarliga og sosialt
• at blind og sjónveik fáa sjálvvirði av
innihaldsríkum virksemi
• at virksemið verður lagt til rættis eftir ynski og
førimuni brúkarans.
Krøv til fakligar førleikar:
• útbúgvin innan handverk ella hondarbeiði, evt.
ítrivsvegleiðari
• førleikar at seyma og gera til, bæði í hond og við
maskinu.
• telduførleiki til vanligt samskifti
Sjóndepilin bjóðar:
• fakliga frálæru um sjón og sjóntrupulleikar – atlit
og arbeiðshættir
Krøv til persónligar førleikar:
• góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi
• hevur hugflog og evnir at læra frá sær
• evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málssøkin
• lætt við at skifta ímillum verkstøðini
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjar
málaráðið og Heilsurøktarafelagið. Starvið verður
sett frá 15. august 2017. Skrivlig umsókn við
prógvum og CV skal vera okkum í hendi seinasta
lagi fríggjadagin 16. juni 2017 og sendast til:
Sjóndepilin
att. leiðarin
boks 2074
FO110 Tórshavn
Ella teldupost: kak@sjondepilin.fo
Eru fyrispurningar, kunnu tit ringja á tlf. 31 82 22 og
spyrja eftir leiðaranum.
Meira kunning á www.sjondepilin.fo
Skrivstovustarv á
Dómaraskrivstovuni
er leyst at søkja
Talan er um skrivstovustarv, 37 tímar
um vikuna.
Høvuðsuppgávur:
• Málsviðgerð og skráseting
• Telefonavgreiðsla
• Kundatænasta
Førleikakrøv:
• Skrivstovuútbúgving ella líknandi
• Góð evnir at samskifta á føroyskum
og donskum, munnliga og skrivliga
• Telduførleiki á brúkarastøði
• Góð samstarvsevnir
Setanar–og lønarviðurskifti
Setanar–og lønarviðurskifti eru
sambært felags sáttmála millum
Offentligt Ansattes Organisationer –
Det Statslige Område (OAO-S
fællesoverenskomsten), samt
organisationsaftale mellem
Finansministeriet og HK/Stat om
kontorfunktionærer, laboranter og
it-medarbejdere i staten (HK)
Setanarøkið fevnir um allar deildir á
Dóm ara skrivstovuni.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Áka Andreasen,
skrivstovuleiðara ella Marin
Augustinussen, deildarleiðara á telefon
31 10 03 ella umvegis teldupostin:
post@sorinskrivarin.fo
Umsókn
Umsókn við prógvum, møguligum
viðmælum og viðkomandi skjølum,
skal sendast til:
Dómaraskrivstovan
Postrúm 28
FO–110 Tórshavn
Ella umvegis teldupost:
post@sorinskrivarin.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi
í sein asta lagi fríggjadagin tann
26. mai 2017.
DÓMARASKRIVSTOVAN
C. Pløyensgøta 1 · Postrúm 28 · FO-110 Tórshavn
post@sorinskrivarin.fo · www.sorinskrivarin.fo
Tlf. 31 10 03 · Fax 31 83 13
Til sølu
Málningar av Sigmund Petersen
og Waagstein til sølu.
Tlf: 586243
Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri
fyrra hálvár 2017 saman við kvittanum fyri
goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal
vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi
05.06.2017. Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn
barna- ella hjúnafelagagjøld eru goldin. Um
goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn
kvittanir.
Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening
verður stuðulin útgoldin seinast í juni og
desembur. Umsóknir móttiknar aftan á
05.06.2017 kunnu ikki væntast at verða
avgreiddar fyrr enn í desembur 2017.
Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjalds-
avgerð um barna- ella hjúnafelagagjald frá
Ríkisumboðnum ella samsvarandi útlendskum
myndugleika sendast inn saman við umsóknini.
Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at
gjalda kr. 12.996 árliga.
Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert
rindar vanligt barnagjald til eitt barn.
Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu
okkara.
Á heimasíðu okkara undir familja og børn er
meira at lesa um stuðulin.
Freist fyri stuðli 2016
Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2016,
skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli
2017. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur
rætturin til stuðul av goldnum upphæddum
2016 burtur.
Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí
sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn
rættstundis"
av.fo >Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Stuðul til
uppihalds
pening fyri fyrra
hálvár 2017
umsóknarfreist
Tele 35 36 37 / 299 000 · solsetur@solsetur.fo · solsetur.fo
Vit hjálpa við
øllum í sambandi
við jarðarferðina