Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FORSETAVITJAN Sólvit E. Nolsø Íslendski forsetin, Guðni Thor­la­ci­ us Jóhannesson, vitjar í Føroyum í hes­um døgum. Hann kom við fylgi sín­um til Føroya mánadagin og tey flúgva aftur til Íslands fríggjadagin. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, er vertur hjá forsetanum. Mánadagin brúktu tey í Vágum, har tey millum annað vitjaðu í mu­ sikk­skúlanum, á Hiddenfjord og á krígs­savninum. Týsdagin helt forsetin ein al­ menn­an fyrilestur um stríðið hjá ís­lendingum, at flyta fiskimarkið frá trimum út á 200 fjórðingar. Mikudagin er ferðaliðið í Tórs­ havn, meðan hósdagurin verður brúkt­ur í Klaksvík og í Runavík. Heim­ferðin er so aftur fríggjadagin. Valdur í eini spentari tíð Guðni Th. Jóhannesson bleiv vald­ ur forseti í Íslandi í fjør. Tað var ein pol­it­isk spent tíð í Íslandi, har nógv órógv var innanhýsis í teimum gomlu etableraðu flokkunum. Eis­ ini millun fólkið var stór ónøgd við pol­it­isku skipanina. Fyrrverandi for­setin, Ólafur Ragnar Grímsson, ein væl dámdur maður, mátti taka sína uppstilling aftur, tí kona hans­ ara var blandað uppí gøluna við Panama skjølunum, ið avdúkaði fíggj­arligan undandrátt kring heim­in, millum annað í Íslandi. Guðni Th. Jóhannesen stillaði upp sum spildurnýggjur politikkari og vann valið. Millum annað var mett, at tað, at hann var ikki settur í sam­ band við nakran politiskan flokk, hev­ur hjálpt honum nógv. Er ikki komin at tosa politikk Tað merkist og hoyrist væl tá for­ set­in tosar, at hann ikki er komin at tosa politikk ella at hann roynir at ávirka nakað politiskt mál. Hann tos­ar sera yvirskipað um tað mesta, ið hann verður spurdur um. Týsdagin helt forsetin, sum sagt, ein almennan fyrilestur á Fróð­ skap­arsetrinum. Eftir fyri­lesturin fingu áhoyrararnir møguleika at seta spurningar. Millum annað bleiv spurt um hansara metan um hví Ísland var eitt sjálvstøðugt land og Føroyar ikki vórðu tað enn. – Eg eri ikki komin at ávirka nakra politiska mannagongd. Eg eri ikki sjálvur politikkari. Tað havi eg eina stjórn til í Íslandi, segði for­ set­in. Fyri fyrstu ferð síðan hann bleiv valdur, vitjar íslendski forsetin í Føroyum ÍSLENDSK FORSETA- VITJAN Í FØROYUM