týsdagur 16. mai 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Thomas Michael Smith
Nøkur orð um ein vin
Ymsastaðni í Føroyum standa,
stundum nær vegnum, stundum
longur uppi í fjøllunum, nøkur
smá hús, sum fyrr vóru reyð og
kanska eru tað enn. Telefonverkið
eigur hesi húsini. Tá ið tey verða
nevnd her, er tað tí at mín góði
vinur Thomas Michael Smith í 70-
og 80-árunum hevði ábyrgd av at
mála hesi húsini. Undirritaði hevði
ta stóru gleði í styttri tíðarskeið at
ganga honum til handa í hesum
arbeiði. Málararayrkið er sum
kunnugt eitt eitt fak, og vinur mín
var lærumeistarin, ið veitti mær
hylling á hesum kynstri.
Sum uppgávan formaði seg, var
hon arbeiði, útferð og náttúrugleði
í einum. Eitt av hesum húsum
stóð ovarlaga sunnan fyri Sørvág,
eitt annað millum Funning og
Gjógv og eitt á einum tindi vestan
fyri Vestmanna. Spyr meg ikki
um nøvnini á hesum støðum og
fjøllum. Arbeiðið varð gjørt á sumri,
og altíð var ein góðveðursdagur
valdur til hesar ferðir. Vit settu
bilin, fatlaðu tað neyðuga tilfarið
upp á okkum, máling, penslar, mat
og drekka, og hildu so leiðina niðan
í fjøllini. Vinur mín var róligur av
lyndi, vit fóru so líðandi til verka,
onki varð gjørt í bráðskundi. Fyrst
skuldi skavast, plettast ella grund
ast, seinni varð so húsið latið í tað
fína, nýggja reyða plaggið.
Sum vit arbeiddu, í einbýli at
kalla, meðan sólin skygdi á Vest
mannasund ella Funningsfjørður
fekk ein at murra Hans Andriasar
“Tá ið teir sóu landið”, fór náttúran
at tala til okkara. Spógvi, lógv,
mýrisnípa, ein tutlandi áarløkur,
skróv í grasi. Samstundis tók prátið
seg upp, og sama gjørdi hvat evnið
var, so gav persónleikin hjá vini
mínum samrøðuni eitt serligt virði.
Ringt er at lýsa hetta, men helst var
talan um eitt slag av umhugsni og
umsorgan, sum altíð vóru fargað
av stillførum humori. Thomas
Michael var ein teirra, sum longu
tíðliga sá virðið í at fara væl um
umhvørvi og ikki brúka náttúruna
sum ruskpláss. Um hetta skrivaði
hann søguna “Víkin”, har evnið er
Vágseiði, og sum stendur prentað
í úrvalinum Slóðir (eftir Svannu
Hanusardóttur og Kirsten Brix),
sum kom í 1992.
Hugaheimurin hjá mínum vini
hevði við sær, at hesar løturnar
uppi millum fjalla í Føroyum vóru
ríkar sum fáar í mínum lívi:
So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð,
tað tykist, sum gloymir tú virðini
her.
Hví droymir tú heldur um
fjarskotin lond
enn síggja tað vakra, sum er í nánd?
Thomas Michael var sonur William
M. Smith (1910-78) úr Vági. William
var málarameistari, men var eisini
politiskt virkin og sat árini 1945-50 á
tingi fyri javnaðarflokkin. Mamma
Thomas Michael var Maria Smith
úr Trongisvági. Th. Michael og
Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður,
vóru sostatt systkinabørn. Barna
flokkurin var stórur, og av einum
drongi sum Thomas Michael, fødd
um í 30-árunum, kravdist ivaleyst
bæði ágrýtni, vit og dugnaskapur,
skuldi hann koma nakra leið í til
veruni. Drongurin hevði, á sín hóv
liga hátt, allar hesar eginleikar.
Um eg ikki fari skeivur, var
Thomas Michael eins og faðirin
kønur í æðramáling. Hann hevði
eitt serligt hegni til at litprýða
kirkjur. Millum bygningar av hes
um slag, hann við sínum serliga
kynstri hevur málað, er Havnar
kirkja.
Sum tónleikari var Thomas
Michael við til at stovna bólkin
Ad Libitum, har hann sjálvur leikti
mandolin. Aðrir tónleikarar í hes
um bólki vóru Svenn Brimheim,
H.C. Clementsen, Heðin Thomsen
og Fróði Sandoy. Stundum med
virkaðu við sangi Durita Dam og
(seinni) Elin Brimheim Heinesen.
Thomas Michael umsetti ella um
yrkti sjálvur fleiri tekstir, m.a. tann
norska »Nánd« (»De nære ting«)
eftir Arne Paasche Aasen og tann
gitna sangin um brýnaran eftir
Siegfred
Pedersen.
Serstakliga
tann fyrri av hesum sangum er ofta
at hoyra á veitslum. »Nánd« er til
skjals, framførdur av Ad Libitum
og Elin Heinesen, á tí sjarmerandi
vøkru fløguni YNDISLØG, frá 2007,
har tann sorgblíði rákin av tí besta í
ølklubba-mentanini er varðveittur.
Á hesi fløgu eru 15 sangir, og á teim
um flestu teirra, m.a. Sangi um
frið (tekstur eftir Theodorakis) og
Veraldarenda (tekstur eftir Sylvia
Dee) hoyra vit Ad Libitum og
mandolinleikaran Thomas Michael
Smith.
Men Thomas Michael var eis
ini listamálari og rithøvundur.
Hann skrivaði bókina um ta før
oysku málarasøguna og læt í 2012
úr hondum søgusavnið Ein fyrr
verandi føringur. Tær bestu søgur
nar í hesum savni eru eftir mínum
tykki »Josias« og »Tortilla Katt«,
ein skemtingarsom lýsing av um
hvørvinum undir Kletti í Havn, har
Heri Smith, bróðir høvundin, búði.
Nú hesi fátæku orð verða fest
á blað, rennur mangt minnið
fram fyri ein. Vit málaðu eini hús
Heima á Sandi í 70-árunum, tá var
Napoleon Smith, farbróðir vin mín,
við í ferðini, ein stak dámligur og
hugnaligur maður. Hvørt menn
iskja hevur sín serliga atburð, og
meg minnist, vit plagdu at smílka,
tá ið Pole helt fyri: »Og ja, so olja
vit handa skjøldurin!« At »olja« var
hansara yndisorð. Heimkomnir
av arbeiði í Vestmanna vitjaðu vit
Hjalmar Didriksen, og Hallgerð
borðreiddi fyri okkum. Ógloymandi
hugnalig var løtan í tí lítla køkinum
í húsum teirra oman fyri kirkjuna.
Og so var tað hina ferðina, vit
skuldu mála eini stór sethús á
eini útoyggj í Føroyum. Vit hildu
hugagóðir avstað tíðliga ein fagran
summarmorgun í báti, sum Thomas
Michael og aðrir áttu, men gakk,
tá ið vit komu fram, hevði eigarin
júst spulað húsini væl og virðiliga.
Hann visti, at vit skuldu koma og
meinti tað væl, men vit máttu fara
heim aftur sum av torvheiðum.
Men sólin helt fram at skína, og
húsini blivu málað nakrar dagar
seinni.
Góði vinur! Henda seinasta
heilsan kundi ivaleyst verið orðað
bæði betri og drúgvari, men – sum
skaldið tók til – »tung man vera
sorgin tann, ið ofta hjartað bindur«.
Veri tað tó sagt nú at enda, at tey
stillføru byggja land. Við teirri
kærastu kvøðu til Hervør, Anniku
og Magnus.
Hanus Kamban
Standandi f.v.: Geir Jónsson, Levi Niclasen, Niels Pauli Thomsen, Johan í Giljum (f. Olsen), Elmar
Skaalum og Gert Næs Joensen. Sitandi f.v.: Margit Lisberg (f. Midjord), Oddvør Mikkelsen (f. Holm),
Sælbjørg Niclasen (f. Holm) og Knút Guðjónsson. Tríggir aðrir konfirmantar vóru eisini, og tey eru
úr Sandvík. Verning og Marjun høvdu forfall sunnudagin, og Elberg er farin foldum frá.
Fermd fyri seksti árum síðani
Sunnudagin 7. mai 2017 vóru
konfirmantar frá 1957 samlaðir
til familjugudstænastu í Hvalbiar
kirkju, har Jens Mortan Mortensen,
prestur, prædikaði.
Tað var Poul Jacobsen, prestur,
sum konfirmeraði tey í Hvalbiar
kirkju 14. apríl 1957.
Eftir gudstænastuna sunnu
dagin vórðu konfirmantarnir til
døgurða í Missiónshúsinum, har
myndin eisini er tikin.
Andrea Thomsen (mamma) 15 ár, Sonja Tungá (omma)
38 ár, Óløf Tungá (langomma) 59 ár, og Tóra Henriksen
(olduromma) 79 ár. Lítli beiggin føddur 8.4.17
Fimm ættarlið