hósdagur 18. mai 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
19. mai 2017
Jógvan á Lakjuni meinar tað av innasta
hjarta, tá hann stríðist sín lívsins bardaga
fyri at forða fyri, at fólk av sama kyni skulu
sleppa at giftast.
Greitt er, at meiriluti er á tingi fyri at
loyva fólki av sama kyni at giftast borgarliga.
Men í politikki verða nógv knep brúkt, og
knepið hjá Jógvani á Lakjuni í løtuni er at
leggja fótonglar í vegin – bara upp á onkran
máta, so málið kortini fer í baklás.
Sjálvandi skal skil vera í lógarsmíðinum
hjá Løgtinginum. Men tá kærur og undan
førslur verða brúktar sum beinleiðis obstruk
tión, so er ikki at lata seg trýsta. Avgerðin er
tikin, at fólk av sama kyni sleppa at giftast
borgarliga. Semja er um, at tað ikki skal ger
ast í kirkju, um kirkjan ikki sjálv ynskir tað.
Og tað ger kirkjan ikki – enn í øllum førum.
Jógvan á Lakjuni koyrir nógv uppá, at nú
verður lóggivið inn í kirkjuna. Hví er tað ein
trupulleiki? Vit hava eina almenna fólka
kirkju, sum tað almenna rindar. Skal kirkjan
lóggeva sjálv, og skal landið góðtaka alt?
Tað eru so nógv onnur stríð, sum hava
verið um kirkjuna. Og nógvir harðir bard
agar, verri enn tann, sum Jógvan á Lakjuni
roynir at føra. Vit kunnu bara taka sum dømi
kvinnuligar prestar. Sterkar kreftir vóru
ímóti tí. Tað eru ikki meira enn 40 ár síðani,
at vit fingu okkara fyrsta kvinnuliga prest,
og tað eru ikki meira enn 70 ár síðani, at
Danmark fekk sína fyrstu kvinnu í kraga. Og
hevur tað nú skatt kirkjuna so illa?
Um maður og maður fara at uppfostra
børn, ella kvinnur og kvinnur. Verða børnini
verri fyri, enn tey eru í dag? Verða tað fleiri
barnaverndarmál og fleiri miseydnað hjúnar
løg fyri tað? Og hví tað?
Vit kunnu kjakast um tað til tað óenda
liga. Jógvan stríðist eitt erligt stríð, eingin ivi
um tað. Men hann hevur nógvar lagsbrøður,
sum gera sær dælt av støðuni. Menn, sum
eru fyri, at fólk av sama kyni skulu sleppa
at gifast, men sum ikki ynskja, at tað skal
eydnast hjá hesi samgonguni.
Slíkt kalla tey at føra politikk ella taktikk
– sum tíverri ofta er á sera lagum støði.
Men tað at Jógvan á Lakjuni stríðist so
hart ímóti, man fáa fleiri at hugsa, at so
mugu tey heldur vera fyri. Eitt sindur av
konservatismu kann vera gott. Men tað er
ikki neyðugt at vera so stokkkonservativur,
sum Jógvan á Lakjuni fyri tað.
– Fáið nú hatta málið avgreitt. Glíðibreyt
ini megnar tingið ikki at steðga. Og ja. Málið
endar fyrr ella seinni eisini í kirkjuni. So taka
vit tað stríðið tá. Kirkjan broytist eisini.
Samlaði útflutningurin fyrsta árs
fjórðing í ár var 2,2 milliardir krónur.
Tað eru 250 milliónir krónur meira enn
í fjør
Tað eru serliga uppsjóvarsløgini makrelur og
sild, sum vit hava útflutt meir av. Hagstovan
skrivar, at munurin er ávikavist 405 og 180
milliónir krónur í ár, móti 243 og 60 millionum
krónum í fjør. Eisini í nøgd er talan um vøkstur
av hesum fiskasløgum. Fyri svartkjaftin er
minni útflutt, bæði í nøgd og virði.
Útflutningurin av laksi er vaksin í virði, með
an nøgdin er minkað nakað.
Størsta minkingin er
í bólkinum fiskaúr
dráttir, og har er tað
serliga útflutningurin
av fiskamjøli, sum er
minkaður.
Jógvan ræðist illa at samkynd giftast
Vaks í virði –
minkaði í nøgd
útflutningurin
Les eisini blaðið
á telefonini
Shave shave
babyreyv...
Høgni Djurhuus
baksíðan
At finna perfekta
brúðarkjólan
Brúdleyp síða 16-17
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Arbeitt verður nú við at seta eina skipan, har
summi kunnu fáa bíligari streym frá Sev um
náttina. Hetta hevur fingið fólk at halda, at nú
fer tað so at verða bíligari at vaska upp og at
vaska klæðir um náttina.
Men Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, sigur, at
tað er ikki hetta, ið liggur í kortunum. Hann
sigur, at sum støðan er nú, er ikki heimild í lógini
til at hava ymsan prís á streymi, alt eftir hvør
tað er sum brúkar hann, ella nær streymurin
verður brúktur. Tí verður nú arbeitt við at
broyta lógina so at tað fer at bera til at hava
ymsar prísir. Tað er eitt arbeiði, tey eru í holt
við í Heilsu- og innlendismálaráðnum, og tað
er ikki liðugt enn.
Tað sum liggur í kortunum hjá Sev er ikki,
at øll skulu kunna fáa bíligari streym um
náttina, og tískil er heldur ikki ætlanin, at tað
skal vera bíligari at vaska klæðir ella at seta
uppvaskimaskuna frá um náttina.
Hákun Djurhuus sigur, at framleiðslan hjá
Sev verður lagað eftir nýtsluni. Um næturnar
er minni nýtsla, og tá minkar Sev tilsvarandi
um framleiðsluna. Sostatt sparir Sev pengar,
tí tey hava onga framleiðslu, sum ikki verður
brúkt.
Men hann ásannar, at so hvørt vindorka
vindur upp á seg verður eisini neyðugt at finna
útvegir fyri, hvussu Sev kann sleppa av við
streymin, ímeðan hann er til taks, og tá kann
ein onnur prísskipan verða upp á tal.
Hugsanin er, at tey, sum fáa sær hitapumpu
og elbilar, sum skulu fáa bílari streym.
– Ætlanin hjá okkum er ikki at verandi
nýtsla skal vera bíligari, men tað er tann
nýtslan, sum kemur afturat av tí at fólk brúka
hitapumpu og elbil, sum skal vera bíligari.
Men tað merkir so eisini, at orkan, sum
verður brúkt til hitapumpu og elbil má kunna
eyðmerkjast og tí mugu tey, sum hava elbil og
hitapumpu, eisini fáa sær serstakar málarar til
tey.
Óvist er, hvat slíkir málarar kosta, og tað
eru nógv sløg, men ein prísur upp á 10.000
krónur er nevndur
Hákun Djurhuus heldur, at tann gongda
leiðin er, at málarin verður tikin við í prísinum,
tá ið elbilur ella hitapumpa verður keypt.
Tey, sum hava hitapumpu fáa so avsláttur
allan sólarkringin av streymunum, pumpan
brúkar.
Men hvat elbilum viðvíkur ætlar Sev, at tey
skulu gera av, nær bilurin verður løddur og tí
skal málarin til elbilin kunna teldustýrast av
Sev.
Tað merkir, at eigarin setir stikkarin í um
kvøldið og klokkan sjey um morgunin tryggjar
Sev so, at bilurin er løddur, men akkurát nær
streymurin fer í hann, ger Sev av, tí tað verður
lagað til nýtsluna annars.
Í løtuni kostar streymur til vanlig húsarhald
1, 825 krónu fyri hvønn kilowattíma, tá er mvg
við. Hákun Djurhuus sigur, at enn er ikki greitt,
hvussu stórur avslátturin verður av streymi til
hitapumpur og elbilar, men tey hava arbeitt við
einum avsláttri upp á eini 37,5 – 50 oyru fyri
hvønn kilowatt tíma, ella onkustaðni ímillum
20 og 27 prosent í heilt rundum tølum.
Nøkur kunnu vænta sær
at fáa bíligari streym