Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. mai 2017 sosialurin 58 4 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar 1982: Trýsta á knøttin til fyrstu vind­myll­ ur­nar Sosialurin skriv­ aði soleiðis 4. mars 1982: »Nú leygardagin fer bygd­ar­ ráðs­for­mað­ur­in í Hesti, Jo­ han Wang Niclasen at trýsta á ein týdn­ing­ar­mikl­an knøtt – knøttin, ið skal fáa fyrstu før­oyskt framleiddu el-vind­ myll­una at mala og gjøgnum SEV-netið veita el-orku til heim og virkir í Føroyum. Tað verður annars stjórin fyri P/F Riisager elvindmyllur, Birgir Enni, sum skal handa mylluna til Hests Kommunu, ið hev­ur keypt hesa fyrstu vind­myll­una. Myllan er framleidd á verk­ staðn­um hjá J. K. Joensen í Mið­vági. Í løtuni eru teir á verkstaðnum í ferð við at gera fleiri vind­myllur. Í sambandi við handanina av hesi fyrstu vindmylluni verð­ur skipað fyri hátíðarhaldi í Vágum leygardagin, har inn­ boð­in m. a. hava høvi at síggja fram­leiðsl­una av vindmyllum á verk­smiðj­uni í Miðvági.« SOSIALURIN 2001 S osialurin skrivaði soleiðis 14. juli í 2001: »Sovereign Explorer ligg­ ur á før­oyska landgrunninum, 130 km í ein land­synning úr Før­oy­um. At oljuævintýrið er byrjað, gekk sjón fyri søgn hjá Anfinni Kalls­ berg, løg­manni, Eyðuni Elttør, lands­stýr­is­manni í oljumálum og øll­um hin­um í fylgi teirra, tá vitj­að varð um­borð á oljupallinum, So­v­er­ eign Ex­plor­er, hósdagin. Sovereign Explorer er tann fyrsti oljupallurin, sum setir borin í før­oysk­um undirgrundina. Tað ger hann fyri Statoil-samtakið, ið um­framt Statoil við 35% eisini er um­boð­að av Phillips Petroleum við 30%, En­t­erprise við 20% og Veba við 15%. Fyrsta almenna ferðalagið, sum vitja­r oljupall í føroyskum øki, fór av flog­vøllinum í Vágum seinna­ part­in hós­dagin. Á odda fyri ferð­ a­lagnum stóðu Anfinn Kalls­berg, løgmaður og Eyð­un Elt­tør, lands­ stýr­is­mað­ur í olju­mál­um. Afturat teim­um vóru eisini m. a. Rich­ard Hubb­ert, varastjóri í Statoil, Her­ álv­ur Joensen, aðalstjóri í olju­mála­ stýr­i­num, Rúni M. Hansen, stjóri á Stat­oil­deildini í Havn og um­boð fyri føroyskar fjølmiðlar. Sovereign Explorer, ella »Sovex«, sum tey nevna hann í stytting, ligg­ ur nær­indis bretska markinum, 69 sjó­míl úr Akrabergi – ella 180 km úr Havn. Tað er Atlantsflog, saman við bretska felagnum, Bristow, sum stend­ur fyri øllum flutningi út á olju­pall­ar í føroyskum sjógvi. Til enda­málið eru tvær stórar tyrlur, sum taka 18 ferðafólk. Trygdarkrøvini eru sera strong, so alt ferða­lagið hjá løgmanni og olju­ráð­harra Føroya skuldi fyrst á eitt trygd­ar­sekið, ið terminalinum, ið sett­ur er upp í skúrum á flog­ vølli­num í Vágum. Umframt at fáa at vita, hvussu vit skulu bera okk­ um at í eini neyðstøðu, skuldu øll í lív­drakt­ir, tí tað krevst á hesum ferð­um. Tað gekk lætt bæði hjá løgmanni og Eyð­uni Elttør at sleppa í trongu og strømmu draktirnar, og tað var týð­u­ligt at merkja, at hesir menn hava ferðast á oljupallum fyrr. Tíðindafólkini, ið fyri fyrstu ferð royndu hetta, høvdu størri trupul­ leik­ar at smoyggja seg gjøgnum trongu gummiholini á draktunum. Ferðin við tyrluni suður á »So­ vex« tók slakan tíma, og flog­skip­ ar­in eft­ir­líkaði mynda­fólku­num at sveima kring pallin, so sjónvarp og bløð við hesum kunnu vísa Før­oya fólki søguligu myndirnar av pall­i­ num, sum fyrstur borar í føroysku und­ir­grund­ina, sum kanska hevur stórt olju­ríkidømi við sær. Teir hava havt borin 941 metrar niðri á botni undir boripallinum, men tá føroyska ferðalagið vitjaði, varð ikki borað. Onkrir trupulleikar við at fáa fest borin á botni vóru, so bíða varð eftir betri veðri. Hóast veðrið onkuntíð man verða verri í føroyskum sjógvi, so var hann strúkur í vindi upp í hvass­an vind hósdagin og aldan var 4-5 metr­ar. Hjá Statoil siga teir, at møgu­ leik­in fyri at f inna olju hesaferð er 30%. Og í­ olju­leit­ing­ar­høpi sigst hetta vera nógv. Út­reiðsl­ur­nar í sam­bandi við hesa leitingina eru um 200 milliónir krónur. Men hví brúka 200 milliónir til nak­að, sum er so óvist? – Tað er júst tí, at vit hava brúkt so nógv­ar pengar, at vit vita, at møgu­leik­in at finna olju er 30% sig­ur varastjórin í Statoil, Ric­hard Hub­bert. Leitingin hjá Statoil er mett at taka 78 dagar frá 2. juli. T. v. s., at úrs­lit­ið skal liggja greitt sunnu­ dag­in 16. sep­tember, um alt gongur sum ætlað. Nú er spónurin settur í... Fyrsti oljuboripallurin stendur nú á føroyskum øki, og um tveir mánaðir vita vit, um olja er í føroysku undirgrundini Umsíðir stendur fyrsti oljuboripallurin í føroyskum sjóøki. Sovereign Explorer ligg­ur 69 fjórð­ingar í ein landsynning úr Akrabergi. 941 metrar undir pallinum fæst um tveir mánaðir at vita, at olja er í føroysku undirgrundini Fyrsti Sosialurin, sum varð prentaður á nýggju prentsmiðjuni hjá Sosialinum á Argjum, var prentaður 6. mars í 1982. Her síggjast føðingarnar í tí blaðnum...