hósdagur 18. mai 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017
SOSIALURIN 58
32
MYND: HEINESEN MYNDIR
H
asin er góður, hugsaðu
teir hart. Ein góður
kundi. Nógv at klippa har.
Vónandi kemur hann inn.
Eg var steðgaður á og hugdi inn í
eina hárskerastovu av tí gamla slag
num í Liverpool, Barber Barber eitur
hon.
Fór. Men gekk framvið eina ferð
afturat. Avgjørdi so at fara inn. Hatta
sær forkunnugt út, hugsaði eg. Hví ikki
royna?
Spurdi tann, sum stóð og klipti
við úthurðini, um eg kundi blíva
rakaður...og bara rakaður.
Jú, jú, gamaní, fá tær sess.
Skjótt kom ein annar og
spurdi, um eg vildi hava
okkurt at drekka. Kaffi, te,
øl...? Eg valdi kaffi [tað er
ikki lygn).
Teir vóru fimm, sum
kliptu og rakaðu, tá eg
var har. Nakrir stólar
vóru ómannaðir.
Teir kliptu ikki eftir
plenuklipparametoduni.
Nei, teir tóku hvørt einasta hár
sær og snøggaðu tað.
Leingi var tí at bíða. Tíbetur
bíðaði bara ein annar, tá eg
kom. Men fleiri komu stutt
eftir. Eingin hevði, tað
eg dugdi at síggja,
brúk fyri at verða
kliptur
ella
rakaður.
Onkur
hárskeri prátaði alla tíðina við tann
í stólinum. Tað var jú gamalt, at tann
við saksinum og tann undir saksinum
prátaðu um leyst og fast og loystu
heimsins trupulleikar. Teir eru nógvir,
heimsins trupulleikar, so tað kom
væl við, at klippingin vardi líka nógv
sekund sum hár vóru á høvdinum.
Ein berskøllutur skuldi hava
skallan rakaðan. Fyrst var hann,
skallin, smurdur inn í hvíta sápu. Við
henni sat maðurin eina góða løtu.
Nú kom ein kona inn. Hvat ger ein
kona her? Hetta er bara fyri menn. Tað
var kona tann skúmhvíta berskølluta.
Hon helt, at hann var liðugur, men tað
var hann verri enn so.
Ein ungur hárskeri rópti nú next,
please! Tað var eg. High five.
Bað um at verða rakaðar og fáa
vangaskeggið snøggað.
Eg fekk okkurt smurt upp á
skeggstubbarnar, fýra dagar gamlir.
Síðani heitar stórar eygnalappar
um alt andlitið. Hann spurdi oftari enn
eina ferð, um alt var í lagi, um eygna
lapparnir kanska vóru ov heitir.
Við hesum heita um andlitið sat eg
eina løtu. Tað var sæluríkt.
Hetta var eitt trygt stað. Og tá,
á einum stórum skelti á bróstinum
stendur, at hetta er stað fyri Scound
rels and Gentlemen, fyri bakbeist og
hampamenn.
So skúm og síðani at raka við einum
rakiknívi av tí slagnum, tú bara hevur
sæð í gomlum filmum. Hann bleiv við
og við. Eg fór at stúra fyri húðini. Men
einki hol kom á. Nakað tætt var kanska
í støðum, tí hann fór afturumaftur við
einari stift av tí slagnum, vit gomlu
menn minnast. Ein hvít stift, sum
steðgar blóði eftir raking.
Fór at hugsa um Kálv lítla, sum
endaði sínar dagar sum bartskeri,
barberur, hjá kongi í Danmark.
Ein dagin, hann rakaði kongi og
hevði knívin á barkanum, spurdi hann
kongin, hvør nú ráddi fyri londum.
Kongur fekk ikki svarað annað enn,
at tað gjørdu teir báðir.
Tá rakingin var liðug, varð Kálvur
lítli dømdur til deyða. Hann var eitt
bakbeist.
Aftur eygnalappar, hesa ferð
kaldir. Nøkur klams við hondunum.
Barberspritt, sum luktaði av kaneli,
og so veittraði hann, ungi hárskerin,
luft inn á vangar og høku við einum
handklæði. Neðra helvt av andlitinum
var nú sum nýføðingarumpa.
Komin heim, sá eg í speglinum, at
vangaskeggið var longri øðrumegin.
Kanska bað eg um tað í einari mis
skiljing.
Á skivuni ein skál við hítum. Ella
vóru hatta bara bomm.
Prísurin var høgur, 28 pund, 249,39
kr., vísir kontuyvirlitið. Góð tímaløn, í
øllum førum hjá mær, sum bíðaði.
Eingi príslisti hongur har inni. Og
rættir gentlemenn spyrja ikki um prís,
teir bara gjalda.
Og tænasta kostar. Góð tænasta
kostar meira. Út aftur í sólina.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Shave shave babyreyv
BAKSÍÐAN
Føroyar eru eitt stuttligt land at búgva í.
Føroyingar eru av Folkaheilsuráðnum lýstir sum eitt nøgt
fólkaslag, sum trívist sera væl í landinum.
Hendan lýsingin byggir á eina kanning, sum er gjørd
eftir altjóða leisti.
Stuttligt, at vit øll fegnast um tað.
Men tað er eisini stuttligt hvønn einasta gerandisdag
at møta hópin av fólki, sum fegin vilja fortelja um, hvussu
illa alt virkar í Føroyum.
Spurningurin er so, hvat er rætt? Eru vit nøgd og glað,
hóast vit búgva í einum landi, har nógv ikki virkar og
summir borgarar verða heilt gloymdir.
Ella vilja vit, sum vanligt í smásamfeløgum, royna at
vísa eina glansmynd úteftir og klandrast heima?
Sjálvur havi eg lyndi at halda, at hetta seinna ger seg
galdandi. Eg haldi, at vit sum føroyingar hava ilt við at
siga okkara meining á røttum stað. Vit duga heldur ikki,
tá ið vit skulu finnast at onkrum, at fara á rætta staðið at
gera vart við okkara ónøgd.
Hvussu mangan hoyra vit ikki fólk fortelja um, at tey
eru illa viðfarin ella hava fingið ringa kundatænastu
onkustaðni. Tá ið vit so spyrja, hvat tey gjørdu við tað, so
er svarið oftast onki.
– Eg tímdi ikki at siga nakað um tað.
Eitt ógvuliga nógv brúkt orð í dag er evaluering – ella
eftirmeting.
Mín uppfatan er, at vit í Føroyum halda at hetta verður
brúkt til at finna syndabukkar. Tí duga vit eisini sera illa
at brúka hetta henta amboð.
Veruleikin er, at ein eftirmeting ella evaluering verður
gjørd, so vit ikki gera somu mistøk aftur og harvið betra
okkum – í arbeiðnum ella privat.
Fyri at tey, sum veita tænastur – bæði privatar og í
almennu skrankipávatænastunum – kunnu bøta um
veitingarnar, so er neyðugt at vit sum borgarar siga frá á
røttum stað, tá ið vit eru ónøgd.
Tí skulu tey veita betri tænastur, so mugu tey fáa at
vita, at vit ikki vóru nøgd við tað, sum vit fingu seinast.
Tað er óluksáliga vánaligt bert at spilla onnur út fyri
vánaliga tænastu og ikki siga tað við viðkomandi fyrst.
Aftur til nøgdu føroyingarnar: sjálvandi er nógv at vera
nøgdur við í Føroyum, men vit eiga eisini at gera nógv
betri og øðrvísi.
Sum journalistar úr baltisku londunum søgdu eftir at
tey fingu tali- og skrivifrælsi fyrst í nítiárunum:
– Gera vit ikki vart við okkum, tá ið vit eru ónøgd, so
henda heldur ongi framstig.
Lat okkum minnast til tað. Bert hálvfjákut at siga at vit
eru nøgd – tað flytur okkum als ikki fram á leið.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar