Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Runavík Benjaminsen. Eitt eftirnavn, sum hevur fylgt føroyskum fótbólti í nógv ár. Í fjør gavst hann – Fróði Benjaminsen. Hann fann tó gaggurnar fram aftur, men tað er líkt til, at ein nýggjur Benjaminsen er á veg. Við Løkin bjóðar 20 ára gamli Jann Julian Benja­ min­sen seg fram. Hann er systkinabarn landsliðs­hetj­ una, sum eisini er gubbi unga vongin í NSÍ. Leygardagin bleiv hann innskiftur, skor­ aði tvey mál og legði upp til tað triðja. Tað kundi tó verið nakað øðrvísi, tí eitt vetrarkvøld í 2014 fór Jann Benjaminsen illa. Skinnabeinsbrot í vakstrarsonuni Tað kundi fingið álvarsligar fylgir, tá Jann Benjaminsen, saman við millum annað gubbanum, luttekur í inn­ an­durakapping á Toft­um á jólum í 2014. Jann Benja­ min­sen hevur bara ver­ið á vøllinum í ein minutt, tá hann skorar, men sam­stund­ is fær ein álvarsligan skaða. – Vit høvdu spælt í ein minutt, tá eg stóð fastur og breyt skinnbeinið í vakst­ rarsonuni. Tað var faktist eitt skot, sum fór í mál, men tá eg skuldi venda og renna heim stóð eg fastur. Eg veit ikki hví og hvussu, tí ongin annar spælari stóð nær við. Tað var ein øgi­lig pína, greiður Jann Benja­min­sen frá. Tað er ein løta síð­ani at dysturin móti ÍF er bríkslaður av, men hann og nakrir liðfelagar eru ikki lidnir enn. Teir eru farn­ir í fim­ l e i k a ­h ø l l ­i n a , at lyfta vekt­ir og gera øvils­ir. Hann peikar á vakstrar­plátuna, sum situr beint undir knænum. – Eg bleiv skurðvið­gjørdur tvær ferðir í full­ari narkosu. Eg hevði bæði skrúðir og stengur í knæ­num at byrja við. Fyrst ivað­ust vit um tað var knæið, ið var farið úr lið. Tað vísti seg at verða vakstrarplátan, sum var brotað. Tað kunnu standast fleiri fylgiskaðar av einum slíkum skaða, sum eitt nú pína í rygginum, men tað hevur spælt væl av. Eg merki einki til skaðan í dag, sigur dagsins hetja í Runavík. Hann sigur eisini, at endur­venjingin var hørð, og at hann fekk góða hjálp at koma fyri seg. Innskiftur og tók av Jann Benjaminsen bleiv skift­ur inn, tá dysturin er ein lítlan hálvan tíma gam­al. Petur Knud­sen verður feldur í brots­teig­in­um, men onkurs­ vegna verð­ur ikki bríkslað fyri brots ­ sparkið. Løtu seinni let­ur hann seg skifta út. Stutt seinni endar gott álop við, at Betuel Han­sen blívur spældur púra leysur. Hann trillar bóltin upp á tvørs til ein enn leysari Jann Benja­min­sen, sum skorar sítt fyrsta mál í bestu deildini. – Í dystinum móti 07 Vest­ ur høvdu vit einar tríggjar líknandi støður og fingu av grovfíluni, tí vit ikki spældu kjansin størri. Tíbetur hevði Betuel Hansen lurtað eftir venj­aranum og spældi bóltin tvørt­ur um. Tað eri eg glaður fyri, sigur Jann Benjaminsen og leggur afturat: – Eg náddi enntá at hugsa um hvussu eg skuldi jubla, men tað hevði ikki verið gott um eg brendi. Tað bleiv til at mussa merkið á troyggjuni, sigur Jann Benjaminsen. Tað er eisini 20 ára gamli vongurin, sum punkterar dystin miðskeiðis í seinna hálvleiki. ÍF hevur nakað frammanundan brent brots­ spark, og nú megna teir ikki at rudda vekk í verjustøðu, tá Jann Benjaminsen leggur trýst, vinnur bóltin og skor­ ar. Móti endanum eigur hann eisini stútaran, sum spæl­ir Klæmint A. Olsen púra leysan til 3-0 málið. – Eg havi ikki spælt so nógv á besta liðnum og ver­ið misnøgdur. Tað hevur gingið væl í 1.deild, har vit eru á odda og eg havi skotið sjey mál. Tað var fantastiskt, at tað bragdaði hjá mær nú við tveim­um málum, sigur nes­ mað­urin í NSÍ. Í fjør spældi hann til­sam­ ans níggju dystir fyri besta liðið, harav fýra frá byrjan. Í ár er tað blivið til fýra dystir sum innskiftari. – Málið er at fáa fleiri minuttir á besta liðnum, og koma við fleiri málum og uppleggum til liðið. Tað er torført at koma á liðið, tí vit hava nógvar góðar spælarar og kanska ein tann besta hópin í landinum. Eg skal arbeiða knallhart og gera mítt besta, so kanska eisini ein hurð til U21 landsliðið letur upp, leggur Jann Benja­ min­sen afturat. Hann hevur fyrr verið út­ tikin til U17 landsliðið, men hevur enn sína fyrstu úttøku til U21 landsliðið til góðar. Droymur um at spæla uttanlands Jann Benjaminsen er av Nesi, har mamman er ættað. Pápin er dani. Jann verður lýstur sum ein tekniskur spælari við einum góðum høgra beini, og einum góðum eyga fyri at spæla viðspælararnar leysar. Hann er partur av nøkrum árgangum hjá NSÍ, sum hava staðið seg væl og venja nógv. Fleiri teirra hava eisini stórar dreymar. – Sum flestu aðrir dreing­ ir, so havi eg ein dreym um at sleppa at spæla uttanlands. Eg havi familju, sum hevur klára tað væl, sigur Jann Benja­minsen og vísir til systk­inabarni og gubban, Fróða Benjaminsen. Tað eru skjótt hálvt triðja ár síðani hann fekk álvarsliga skaðan. Um vikuskiftið hev­ ur hann skotið síni fyrstu mál í Effo-deildini. Hann er til reiðar at bera Benja­ min­sen eftirnavnið víðari í fót­bóltsføroyum, tá Fróði Benja­minsen eina ferð takk­ ar fyri seg – sum tó ikki nýt­ ist at verða enn. trondur@sosialurin.fo Innskifti Jann Benjaminsen bleiv dagsins maður, tá NSÍ vann 3-0 á ÍF. Fyri hálvum triðja ári síðani breyt hann beini illa, men eftir tvær skurðviðgerðir og óteljandi tímar av endurvenjing, hevur hann vunnið seg í hópin hjá besta liðnum hjá NSÍ. Nú hevur hann eisini skotið fyrstu málini FRÓÐI ER STÓRA FYRIMYNDIN Landsliðshetjan er systkinabarn og gubbi Jann Benjaminsen. Tí er hann ein natúrlig fyrimynd. -Hann er ein stór fyrimynd hjá mær og eg eri ótrúliga stoltur av honum. Vit spæla gott nokk ikki á sama plássi, men á øllum øðrum økjum er hann ein fyrimynd. Hann gevur mær góð ráð, um eitt nú at vera tolin og bara koyra á, sigur Jann Benjaminsen. Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Jann Julian Benjaminsen: FRÁ BEINBROTI TIL MÁL­SKJÚTTA Í BESTU DEILDINI