mánadagur 22. mai 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Við Djúpumýru, Klaksvík
HB svav í eitt ”Splidt” se
kund. Soleiðis ljóðaði eitt av
smsunum, ið bleiv sent inn
til 3. Hálvleik á Rás2. Boðini
lýsa til deils væl klassikaran
millum KÍ og HB, sum klaks
víkingar vunnu 1-0. Málið
kom eftir stutt spæl eftir
hornaspark. Bólturin endaði
úti hjá Dion Splidt, sum úr 20
metrum kundi senda bóltin í
handara málhorn.
Í so máta bleiv málið av
gerandi fyri allan dystin, og
”Splidt-sekundi”, har ongin
havnarmaður var vakin og
dekkaði upp fyri stuttu av
leveringini, dystaravgerandi.
Fyri KÍ merkir sigurin,
at liðið liggur á fyrsta plássi
aftaná fyrsta triðingin av
landskappingini. Fyri HB
merkir ósigurin, at liðið fyri
bils er avsett í stríðnum um
FM, har KÍ, Víkingur og NSÍ
eru í holt við at renna frá
suðuroyingunum og árstals
felagnum í Gundadali, B36.
KÍ betri á deyð
bóltunum
Klaksvíkingar høvdu munin
á
havnarmonnunum
við
Djúpumýru. Ikki óvæntað
vóru nógvir áskoðarar og
hýrurin góður rundan um
vøllin. Bláa Bylgjan er so
smátt við at koma í gongd,
og tað bæði hoyrist og sæst.
Tað bæði sást og hoyrd
ist eisini á vøllinum, at hetta
er klassikarin í føroyskum
fótbólti. Ongin bóltur var
ókeypis og mangan vóru
taklingarnar
harðar.
KÍ
var uttan lyklaspælaran,
Semir Hadzibulic. Tað
sást aftur í løtum, men
Atli
Danielsen
og
Jákup B. Andreasen
stríddust væl og
kláraðu at neutrali
sera miðvøllin hjá
HB fyri ein stóran
part.
Meðan munurin
á spælinum ikki var
so stórur, so er greitt
at KÍ er eitt betri lið til
deyðbóltar. KÍ tóktust
vandamiklari og betri fyri
reikað, tá teir fingu horna og
innkøst, meðan HB hevði ilt
við at fáa nakað burturúr. KÍ
hevur at síggja til sterkari
spælarar og tað er kanska
eisini ein forkláring.
”Splidt-sekundið”
Klassikarin bleiv avgjørdur
upp á eitt ”Splidt-sekund”, tá
KÍ í seinasta minuttinum fyri
h á l v l e i k
fekk
horna
spark. KÍ hevði roynt seg
við
stuttum
hornasparki
frammanundan, so HB arnir
vóru ávaraðir, tá Jóannes
Bjartalíð spældi stutt til
Jákup B. Andreasen.
HB hevði eisini fólk út
at leggja trýst á, men mitt í
øllum stóð Dion Splidt púra
leysur uttanfyri brotssteigin.
Hann legði bóltin til rættis
og meddaði hann upp í
málhornið.
– Eg visti longu, tá eg
legði bóltin rættis, at eg fór
at skora. Tá sá eg bóltin í
málinum, sigur Dion Splidt,
sum í undan hesum kapp
ingarárinum skifti til KÍ.
Argjamaðurin
átti
sín
stóra leiklut í marrudystin
um
hjá
KÍ í fjør,
tá AB púra
óvæntað vann 3-1 á
KÍ. Ein dysturin sum kopp
aði FM stríðið á høvdið. Nú
skal
bóltsterki
vongurin
verða við til at vinna FM-
gullið til Klaksvíkar.
– KÍ hevur eitt mál um
at vinna seg fast í oddinum
í føroyskum fótbólti. Tað er
tað vit arbeiða ímóti og tá er
tað fínt at liggja nummar eitt
aftaná níggju umfør, men vit
hugsa ikki so nógv um at vit
liggja á odda. Eg gleði meg
bara at koma til arbeiðis i
morgin, tí stjórin hjá mær
er HB ari, sigur Dion Splidt,
sum til dagligt arbeiðir hjá
Menta.
KÍ allan vegin
Klaksvíkingar hava onkra
ferðir í ár mist á stokkinum.
Millum annað móti NSÍ og
Víkingi, men nú tykist KÍ
hava fingið tamarhald á
støðuni. Við Stórá vinnur KÍ
í evstu løtu, meðan teir í gjár
megna at halda tætt seinastu
løtuna, hóast HB leggur nógv
fyri.
KÍ spældi hesa ferð við
fýra í verjuni. Miðverjan við
Jonas F. Rasmussen og Ah
med Mujdragic stóðu seg
væl, meðan Hørður Askham
spældi á høgra bakki. Ísak
Simonsen hevði úr at gera á
vinstra bakki og bleiv skiftur
út móti endanum.
KÍ byrjar at líkjast liðnum,
sum mitt í kappingini í fjør
setti ferð á og vann seg fram
í oddin. Tað er torført at
skora ímóti teimum, og í gjár
arbeiddu allir ellivu spæl
ararnir ótrúliga hart.
X-faktor
Undan hesum kappingarár
inum bleiv tosað um hvar
sokallaði
”X-faktorurin”
skuldi koma frá. Í fjør var
tað mangan Súni Olsen, sum
kom inn og vendi dystum.
Hann hevði eisini eitt frí
spark, sum bæði gav mál og
upplegg. Felagið hevur í ár
fingið tilgongd av Albert Adu
og Dion Splidt, men teir hava
ikki spælt frá byrjan. Men
seinastu dystirnar hava teir
báðir víst, at teir hava tað,
sum skal til at avgera dystir.
Fyrsta avgjørdi Albert
Adu móti EB/Streymi, síðani
tað sama móti TB/FCS/Royn,
eftir at Dion Splidt legði upp.
Nú avgjørdi so Dion Splidt
klassikaran í føroyskum fót
bólti.
”Vit liggja nummar eitt
og soleiðis skal tað verða”
syngja tey í Bláu Bylgjuni.
Nógv bendur á, at KÍ verður
við allan vegin í FM stríðnum
í ár.
trondur@sosialurin.fo
KÍ er oddalið í landskappingini eftir fyrsta triðingin. Í ferðmiklum
og til tíðir hørðum dysti, stóð KÍ sterkari enn HB. Dion Splidt og
Albert Adu hava givið KÍ X-faktorin, sum Súni Olsen gav teimum í
fjør. Fyri HB kemur illa við at ætlaði málskjúttin ikki er nærhendis
vøllinum, meðan Martin Bergvold fekk av at vita á miðjuni
KÍ ER ODDALIÐ
KÍ er oddalið í Effo-deildini, eftir at fyrsti triðingurin er spældur.
KÍ hevur 19 stig, sum eru tvey fleiri enn um sama mundið í fjør.
Klaksvíkingar hava bestu verjuna í landinum. Bara sjey mál eru
farin í gjøgnum, men liðið hevur skotið 14 mál. Tað er triðflest.
Tríggir mans hava skotið trý mál higartil. Teir eru
Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð og Albert Adu.
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
KÍ er nummar eitt:
HB SVAV Í EITT
»SPLIDT« SEKUND
»Eg visti
longu, tá eg
legði bóltin
rættis, at
eg fór at
skora«