Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 22. MAI 2017 10 RÓÐRARBLAÐIÐ Jóannes Hansen Tað ræður um at halda børnunum og teimum ungu til at rógva so tíðliga, sum tað ber til. Barna­róður hevur í nógv ár verið somu dagar og á sama stað, har FM kappingarnar eru. Mánadagin fyrsta mai varð skipað fyri nýggj­ um tiltaki við tí fyri eyga at kveikja og stimbra áhug­an fyri kappróðrinum. Henda dagin var innandura róðrarkapping fyri næmingar í sættu og sjeyndu flokkunum. Ætl­an­in og vónin er, at hetta skal vera aft­ur­ vend­andi tiltak. – Vit í RSF gera hetta, tí vit ynskja at fremja og framtíðartryggja føroyska rógving, og tí vit halda, at tjóðarítrótt okkara eigur at vera ein nát­úr­ligur partur av skúlanum. Ein ikki minni týdn­ingarmikil orsøk er, at hetta er eitt gott og heilsu­framjandi tiltak fyri tey ungu, sigur Karlot Her­geirs­son, kappingarleiðari í Róðrarsambandi Før­oya. Rógving krevur ikki nakrar ávísar ítróttarligar før­leik­ar, og tí var hetta ein upplagdur møguleiki fyri, at øll kundu vera við uttan mun til, hvussu góða ella minni góð viðføddu ítróttarligu evnini eru, vísa tey í RSF á. Róðrarsambandið hevur syrgt fyri, at tilfar frá Dansk Roforbund um at rógva, er týtt til før­oyskt. Í januar varð hetta tilfarið sent út til skúlarnar, sum síðani hava nýtt tað í ítr­ótt­ar­ und­ir­vísingini, og hæddarpunktið var so kapp­ ing­in í Skúlanum við Løgmannabreyt mána­dagin fyrsta mai. Hæddarpunktið Endin á hesum átakinum fyri hesaferð var kapp­ingin, sum Skúlin við Løgmannabreyt í Hoy­vík hýsti. Átakið varð skipað í samstarvi við Mentamálaráðið, sum hevur ábyrgd av skúla og undirvísing. Skrivað varð til skúlarnar, og und­ ir­tøkan hetta fyrsta árið varð góð. Tað verður rokn­að við, at hon fer ikki at vera minni góð næsta ár, tá ið kappingin aftur verður á skránni. 277 næmingar vóru meldaðir, sum um­boð­ aðu seks sættu flokkar og átta sjeyndu flokkar tóku lut í kappingini. Onkrum flokki barst frá at møta, men tað mundu vera um hálvttriðja hundr­að børn, sum luttóku í kappingini. – Tað var ein fragd at síggja, hvussu ágrýtn­ir næmingarnir vóru. Einki er so deiligt at síggja sum væl nøgd børn, og vit hava gjørt av, at hetta verður eitt árliga afturvendandi til­tak, sigur Karlot Hergeirsson, formaður í kapp­ing­ar­ nevnd­ini hjá Róðrarsambandi Føroya. Setningurin var, at hvør flokkurin skuldi rógva 4000 metrar. Hvussu hetta varð lagt til rættis var upp til flokkarnar í samstarvi við lær­ ar­arnar at gera av. Tað mundi tað umleið hálv­ an­ann­an tíma at avgreiða kappingina. Navnið á kappingini var “Kiwanis Róðrar- Kupp 2017”. Hetta komst av, at Kiwanis Tórs­ havn, ið hevur sum endamál at stuðla børnum, barna­familjum og tiltøkum børnum at frama, var høvuðsstuðul hjá RSF í sambandi við hesa kapp­ingina. Úrsliti frá hesu fyrst kappingini: 6. flokkar 1. Stranda Skúli 15m 58,9s 2. Sankta Frants 6.a 16m 35,6s 3. Sankta Frants 6b 16m 41,1 4. Fuglafjarðar Skúli 16m 55,2s 5. Skála Skúli 17m 09,6s 6. Frískúlin Keldan 18m 40,4s 7. flokkar 1. Skúlin á Fløtum 7.e 14m 50,6s 2. Fuglafjarðar Skúli 14m 55,3s 3. Vágs Skúli 15m 02,0s 4. Skúlin á Fløtum 7.b 15m 08,4s   5. Skúlin við Løgmannabreyt 15m 41,0s 6. Skúlin á Fløtum 7.d 15m 58,6s 7. Skúlin á Fløtum 7.a 16m 02,9 8 Kvívíkar Skúli 16m 30,2s Kappróðurin er nú í skúlunum Ætlanin er, at kappingin millum næmingar í 6. og 7. Flokkunum skal vera fastur táttur á hvørjum vári Mánadagin fyrsta mai varð fyri fyrstu ferð skipað fyri innandura kapping í rógving millum sættu og sjeyndu flokkar. Kappingin var í Skúlanum við Løgmannabreyt. Mynd: rsf.fo