Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 22. MAI 2017 12 RÓÐRARBLAÐIÐ Jóannes Hansen Leygardagin verður lagt til brots í nýggjari kapp­ ing um FM í kappróðri. Nú verður tað róð og kapp­ast alt árið, men næstu vikurnar snýr tað seg um kappingina um FK heitini Føroyskir rógvarar luttaka í innandura kapp­ ing­um bæði heima og burturi, og so eru tað ódn­ar­tøkini, sum so at siga eru mikroovnurin í kapp­róðr­inum, tá ið tað verður kappast á hundrað metr­um. Ódnartøkini eru bæði upphiting til FM kapp­ róð­urin og niðurtrapping, eftir at tað á ólavsøku er sett punktum fyri FM kappróðurin. Síðstu ódn­ar­tøkini vóru í Vestmanna leygardagin, og tey verða sjálvandi nýtt sum grundarlag undir met­ing­um fyri, hvussu tað nú fer at hilnast í FM kapp­ingini. Ódnartøkini hava verið á skrá trý tey seinastu ár­ini, tey hava verið aftur nú í vár, og tey fáa sera gott skoðsmál millum rógvarar og áskoðarar. – Vit í RSF hava ikki formliga ábyrgd fyri ódn­ ar­tøk­unum. Tað eru framvegis teir báðir, Fróði Magn­ussen og Teitur Samuelsen, sum skipa fyri, og vit stuðla teimum, sigur Annika V. Dalsgarð, for­mað­ur í Róðrarsambandi Føroya. Lokalu kreftirnar Tað eru róðrarfeløgini, sum eiga Róðr­ar­sam­ band­ið, og sum harvið velja nevndarlimirnar, ið sam­skipa kappróðurin, og sum leggja uppskot um reglur og ásetingar fyri róðrarfeløgini at taka støðu til á aðalfundinum. Í FM kappingini verður á hvørjum ári lagt fyri á norð­oya­stevnu í Klaksvík. Soleiðis verður tað eis­ini í ár. Leygardagin verður fyrsta startskotið á túsundmetra málinum, sum nú er tað einasta, ið tað verður kappast á, og so verður spent í, með­an klaksvíkingar og onnur eygleiða, og með­an tað ber til kring allan heimin at fylgja við í stroym­ingini hjá Kringvarpinum. – Øll sum eru góð við og kenna seg varða av kapp­róðrinum vóna, at róðrarárið fer at hepnast væl. Vit eru ikki harrar yvir veðri og vindi, men vit kunnu gera tað, sum vit hava møguleika at gera fyri, at tað skal laga seg væl. RSF hevur ábyrgd av sjálvum róðrinum og dømingini, meðan tað eru lokalu feløgini, sum fyrireika alt tað prakt­ iska í og kring kappingarnar og róðrarnar, sigur RSF formaðurin. Í fjør kundi tað gingið betri onkran leyg­ar­ dagin, tá ið tað varð róð kapp, og í eft­ir­met­ ing­unum av róðrarárinum hevur fokus verið á, hvussu uppaftur betri trygd, enn tað higartil hev­ur verið, skal skipast, soleiðis at spurningar verða svaraðir og avbjóðingar ruddaðar av veg­ num, áðrenn talan verður um trupulleikar. – Vit í RSF eru í støðugum samskifti við fe­ løg­ini. Mikukvøldið undan leygardegnum, tá ið tað verður kappast, er fundur millum lok­alu fyri­ reik­ararnar og umboð fyri RSF. Vit hava tjekk­ list­ar, og okkurt er strammað upp síðani í fjør. Tað er bara á norðoyastevnu og á ólavsøku, at tað verður róð á hvørjum ári. Í hinum plássunum er kapp­róður annað ella triðja hvørt ár. Tí upp­ muntra vit fyriskiparar um at samstarva tvørt­ ur­um bygdamørk og róðrarøki. Harvið verða tey fleiri at lyfta uppgávuna, og harvið verður størri trygd fyri, at royndirnar verða gagnnýttar og fyri, at tað ikki á hvørjum ári so at siga verður byrjað av nýggjum. Í kappróðrinum – sum í so mongum øðrum høpi – vísir tað seg viðhvørt striltið at fáa fólk at manna nevndirnar. Ivaleyst er hetta eitt av eyð­kennunum í nýmótans samfelagnum. Hetta vil tó ikki siga, at kappróðurin ikki eigur nógv við­halds­fólk og nógvar vinir. Tað er eitt nú neyðugt við stórum bilum og bæði skjóttgangandi og kraftmiklum bátum, og tað stendur ikki á. Manning og amboð, sum annars kosta nógv í tímaløn, ofra seg og brúka nógvar tímar uppundir kappingarnar og á sjálv­ um leygardegnum, tá ið kappingarnar eru. Hetta verð­ur gjørt í tænastu fyri kappróðurin og fyri at styrkja lokala samleikan, og um tað ikki hevði ver­ið soleiðis, so hevði tað neyvan borið til at varð­veitt kappróðurin og FM kappingarnar í tí líki, sum tað framvegis verður gjørt. Kappróðurin eigur nógvar vinir Kring alt landið verður nógv lagt fyri í arbeiðnum at varðveita og menna kappróðurin Leygardagin verður Klaksvíkar Róðrarfelag vertur, tá ið fyrsti FM kappróðurin verður. Her eru manningarnar hjá felagnum í 2016 Mynd. Klaksvíkar Róðrarfelag