Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 22. MAI 2017 14 RÓÐRARBLAÐIÐ ÍSAK er aftur við róðrið Jóannes Hansen Fyrsti FM kappróðurin verður leygardagin á norð­oyastevnu í Klaksvík. Vertur fyri norð­oya­ stevnuróðrinum er Klaksvíkar Róðrarfelag. Ný­ vald­ur formaður í felagnum er Ísak Mikladal. Í apríl fylti hann 67 ár og er harvið pensionistur. Dýra biðidag hevði felagið tiltøk fyri rógv­ar­ un­um, foreldrum og øðrum áhugaðum. At tað er lív í felagnum varð staðfest eitt nú við, at tað møttu hálvtannað hundrað fólk upp. Ætlanin er at skipa fyri einum tiltaki aftrat undan norð­oya­ stevnu. Tað verður mitt í hesi vikuni. – Vit leggja stóran dent á, at tað er felagið, sum er í fokus. Gamla manningin á Klaksvíkingi syrgdi fyri nógvum sigrum til Klaksvíkar. Tíbetur vóru yngri rógvarar settir við, og vit standa sam­ an við teimum. Nýggja manningin er so spaku­ liga bygd upp undanfarnu árini, og vit hava góð­ar vónir, hóast miðalaldurin liggur um tjúgu ár. Manningin eru teir, sum í fjør vunnu FM við Nev­inum Reyða, og so eru tveir komnir aftrat, sum í fjør vunnu FM við Fípuni Føgru, sigur Ísak Mikla­dal, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag. Tað er liðin meiri enn ein hálv øld, síðani Ísak Mikla­dal kom upp í kappróðurin. Í 1966 róði hann við Rituni norðuri í Sundi, sum dreingir í Klaksvík mannaðu tað árið. Síðani róði hann við Fípuni Føgru og Klaksvíkingi fram til 1974. Tá var hann komin upp í felagsarbeiðið. Hann var nevndarlimur og formaður í Klaksvíkar Kapp­ róðr­ar­felag, sum tað tá æt. Tá ið Torleif Sigurðsson, sáli, legði frá sær sum formaður í róðrardeildini hjá ÍSF, tók Ísak Mikla­dal við, og hann var fyrsti formaður í Róðr­ ar­sambandi Føroya, sum varð stovnað í 1980. Seinni lá leiðin – saman við Torleif Sig­urðs­ son – yvir í fótbóltin og FSF, og nú er Ísak aftur í róðr­arfelagnum í Klaksvík. – Tað ræður um at seta við og halda á og at hugsa um tað, sum er nú, og tað sum verður í fram­tíðini. Vit eru umboðað við sjey manningum. Fípudreingirnir, sum vunnu FM í fjør, eru við aftur í ár. Tveir eru fluttir upp á tíggjumannafarið, og tveir nýggir eru komnir umborð. Páll Fangi er mannaður við nýggjari kvinnumanning, sum vit halda hevur ment seg skjótt, og so hava vit eina nýggja dreingjamanning umborð á Teklu. Ein kvinnumanning er við Teklu, og so eru vit umboðað í barnaróðrinum við bæði gentumanning og dreingjamanning, greiðir formaðurin frá. Skulu hava nýtt neyst Tað er partur av miðbýarætlanini, at Hús­ar­ halds­skúli Føroya skal byggja har, sum neyst­ið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag nú er. Tí verð­ur neyð­ ugt at finna útav, hvar kapp­róðr­ar­felagið skal halda til í framtíðini. – Vit eru í samskifti við býráðið. Eftir áheitan frá teimum hava vit gjørt eina tørvskanning. Hon er send býráðnum. Vit rokna ikki við, at bý­ ráð­ið fer at betala alt tað, sum skal til. Tí er tað neyð­ugt hjá okkum í felagnum at spenna okkum út og at syrgja fyri einum parti av fíggingini, sig­ ur Ísak Mikladal. Í nevndini í Klaksvíkar kappróðrarfelag eru Ísak Mikladal, formaður, Jóannes Pauli Mohr, næst­formaður, Karla Matras, Benjamin Isaksen, Jan­us Dam Jacobsen, Elsa Maria í Beiti og Sólarn Is­ak­sen. Nevndin hevur í fleiri vikur fyrireikað seg at halda norðoyastevnu: – Vit hava nógv hjálparfólk, sum eru trúgv ímóti felagnum, og vit kenna okkum at vera klár at taka ímóti róðrarfólkum og bátum, sigur for­ mað­urin í Klaksvíkar Róðrarfelag. Í Klaksvík royna tey at styrkja um felagsskapin, og tey eru sera spent uppá, hvussu tað fer at roynast hjá nýggju manningini umborð á Klaksvíkingi