leygardagur 9. oktober 2004síða 23
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 193 - 9. oktober 2004
Nr. 193 - 9. oktober 2004
45
TILTØK
Gudstænastur
18. sunnud. e. trinitatis
Christianskirkjan: kl. 11,
konfirmatión. Niels Pauli
Danielsen. Talvan gongur fyri
Guðs orðs boðan
Húsar: kl. 11, altarg. Hans
Eiler Hammer
Hattarvík: kl. 12, altarg.,
Kirkja: kl. 17, altarg., Elsa
Funding
Vesturkirkjan: kl. 11,
konfirmatión, Bergur D.
Joensen
Havnar kirkja: kl. 11,
konfirmatión, Jóannis Fonsdal
Kvívík: kl. 12, konfirmatión,
Inga Poulsen Dam
Tjørnuvík: kl. 12 altarg.,
Mogens Tilsted Christensen
Eiði: kl. 11.40 skriftamál, kl.
12 messa (sunnudagsskúlin í
kirkju) Emil Olsen
Skála: kl. 11, konfirmatión.
Jógvan Fríðriksson
Rituvík: kl. 11, konfirmatión,
Meinhard Bjartalíð
Leirvík: kl. 11, altarg., Uni
Næs. Í Fuglafjarðar
prestagjaldi gongur talvan fyri
Bláa Kross
Sørvágur: kl. 11, altarg.,
David Johannesen
Húsavík: kl. 11,
konfirmatión, Jákup R.
Hansen
Vágur: kl. 11, konfirmatión.
Patrick de Neergaard
Øravík: kl. 12 John
Myllhamar
Sandvík: kl. 12, ólavur
Rasmussen
Talvan ogngur í Nes presta-
gjaldi fyri sunnudagsskúlan
hjá Heimamissiónini
Komandi sunnudag verður
farið íkirkju kl. 12 á Selatrað
Komandi sunnudag verður
farið í kirkju kl. 12 í
Fuglafirði
Kirkju- og missiónshúsið
á Argjum
Sunnudagin kl. 18 Møti
v/Hera Tróndheim.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30 verður
morgunmøti og samstundis
barnaansing. Á møtinum
talar Páll Poulsen. Eingin
sunnudagsskúli verður vegna
heystfrí.
www.hebron.fo
Aglow, Tórshavn
Fundur verður í hølunum hjá
Frelsunarherinum leygar-
kvøldið 09. oktober kl. 19.30.
Allar kvinnur eru vælkomnar.
Elisabeth Joensen og Sofía
Jacobsen luttaka við vitnis-
burði og sangi.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin 11. okt. kl. 15.00 í
KFUK: Eldrasamkoman.
Týsdagin 12. okt. Onki Vár-
gleði verður vegna heystfrí.
Filadelfia
Landavegur 22
Í dag kl. 17.00: Landsbøn.
Í morgin kl. 11.00: Morgun-
møti v/ Sam Jakobsen, kl.
11.50: Sunnudagsskúli og
ABC v/ Regin við Skipá,
evnið er: "Stúrið ongum fyri"
1. partur, kl. 18.00: Sangmøti
við ymiskum luttakarum.
Mánadagin kl. 20.00: Bønar-
skúlin.
Um tær tørvar persónliga
samrøðu og/ella forbøn ring
211067. Telefonin svarar
man-frí frá 8-16.
www.filadelfia.fo
Ebenezer
Leygardag
kl. 11.00: Brúðarvígsla
Guðrun Godtfred Leo og
Mortan Ólason Vang giftast
Fríggjadag
kl. 20.00: Teen-Night
Sunnudag
kl. 10.00: Breyðbróting.
kl. 12.00: Sunnudagsskúli
kl. 18.00: Evangeliskt møti
Øll eru vælkomin.
Heimasíðan:
www.ebenezer.fo
Meinigheitin í Hoyvík
uppi á Brekku 3
Sunnudagin ongin sunnu-
dagsskúli vegna heystfrí, møti
kl. 18.00, vitjan úr Afrika.
Mánakvøldið kl 20.00: Felags
bønamøti í Filadelfia.
Mikumorgun kl. 07.00: Bøn.
Lívdin í Hoyvíkar skúla
Sunnumorgunin kl. 10.30 á
familjumøtinum talar
Jústinus Eliasen um evnið
"Torførir spurningar - Hví
fjalir Tú Teg Gud?", og á
tilbiðjanarmøtinum kl.12.00
talar Anja Hansen um
"Evangilisering á knøunum".
Barnaansing er fyri børn
undir skúlaaldur á báðum
møtinum.
Sunnudagsskúlin er kl. 12.
Drekkamunnur verður millum
møtini.
www.livdin.fo
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
»Hvør yndisligir eru bústaðir tínir,
herskaranna Harri! Sál mín stundaði,
ja so sára henni longdist eftir
forgørðum Harrans. Nú hjarta mítt og
likam mítt seg frøa at hinum livandi
Guði«. (Sálmur 84, v. 2-3).
Hesin sálmur tykist vera yrktur í
sambandi við eina pílagrímsferð til
halgidómin í Jerusalem, og sálma-
skaldinum hevur við væl valdum
orðum og vendingum eydnast at givið
okkum gott innlit í, hvørjar kenslur
gera seg galdandi í hansara sál og sinni
eins og vit fáa sum fáa aðrastaðni eina
livandi mynd av, hvønn týdning
halgidómurin og guðstænastan har
hava havt fyri tátíðar menniskju.
Ja, bara tað at fáa halgidómin í
eygsjón setir hjá sálmaskaldinum
kenslurnar í røring, tí saman við halgi-
dóminum hoyrir eisini takksemi yvir at
hava fingið longsulin gjørdan til
veruleika, nú hann enn einaferð kann
møta hinum livandi Guði í halgidómi
sínum. Og eydnuna aftur at taka lut í
guðstænastuni sær sálmaskaldið sum
eina gávu, Guð hevur givið honum, og
hóast hann bert kann uppliva hesa
guðstænastu við at standa uttanfyri í
forgarði halgidómsins, so er tað kort-
ini, sum tikið verður til, at »betri er ein
dagur í forgørðum tínum enn túsund
har úti, og betri at sita á gáttuni í Guðs
míns húsi enn í guðloysis tjøldum at
búgva«. Ja, longsulin eftir Guði tykist
búgva so djúpt í honum, at gleðin so at
siga tekur hann av ræði, so skjótt sum
hann er farin at skilja, at halgidómurin
veruliga dagar fram og nú er í eygsjón
– ein gleði, ið ikki verður minni, tá
farið verður inn í sjálvan halgidómin,
ið kennist honum sum eitt annað heim,
at sita í trygdum og kenna seg í góðum
hondum undir Guðs varðveitslu – sum
ynskir hugtikni yrkjarin í gleði og
ovfarni at leggja bæði kenslur sum hug
og tankar fram fyri Guðs – sum kann
einki longur skilja hann frá Guði, nú
hann aftur enn einaferð slapp at møta
sjálvum Guði í halgidóminum. Og tað
hóast yrkjarin veit alt um at siga, hvør
munur er á hinum æviga Guði og so
okkum deyðiligu menniskjum, men
júst hetta er tað, ið myndar honum
trúnna á Guð og sum vit plaga at kalla
gleðiboð.
Og so er hetta ein trúgv, ið eisini
hevur
megnað
at
borið
sálmaskaldinum uppi á longu leiðini at
halgidóminum í Jerusalemn, har tað
mundi eknnast honum, sum at oydna
oyðimørkin nú gjørdist kelduvað –
sum at gleðin yvir asftur at nærkast
Guði í halgidóminum enn einaferð
gjørdi allar lutir nýggjar longu á
leiðina hagar.
Av sonnum sálmur, sum eisini kann
minna okkum á, hvønn dýrgrip vit eiga
við okkara guðstænastum og halgi-
dómum, har hin livandi Guð enn sum
áður savnar okkum um gleðiboð síni
til okkara: Komið, tí at nú er alt
tilgjørt!
Martin Restorff Jacobsen, á Nesi
C
M
Y
K
45
44
HEILSANIR
Hey Petur
Frank
Hjartaliga
tillukku við
degnum. Nú
nærkast túrurin
við BMW.
Lillian
Góði Heidi
Hjartaliga tillukku mána-
dagin 11. okt. Alt tað besta
til tín og tykkum.
Mamma og Jan
Tillukku
Gita hvør
Góði elskaði Erling
Hjartaliga tillukku við 5 ára
føðingardegnum 11. okt.
Jesus signi framtíð tína.
Bestu heilsanir mamma,
babba, Hannelina og Elsa
Góði elskaði Erling
Hjartaliga tillukku við 5 ára føðingardegnum
11. okt. Jesus signi framtíð tína.
Bestu heilsanir omma og abbi við Gjógv
Góða fitta
Bára
Hjartaliga
tillukku við 1
ára degnum.
Eg eri so
góður við teg.
Muss og
klemm frá
Róki
PS.
Langomma,
mamma og
Alice lata
heilsa
Hvør skuldi trúð, at Jenny og Svein, sum fyri 20 árum
síðan spældu saman í dag vera kona og maður. Tillukku.
Ynskja familjurnar
Góðia Súsan
Hjartaliga tillukku við 30 ára
degnum 10. okt.
Heilsan vit á Láarvegi