Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. mai 2017 · Nr. 60 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Løgtingið mátti broyta tíð­ ar­freistir og feriutíð, men nú er uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni endaliga lagt fram. Høgni Hoydal, lands­stýr­ is­mað­ur við fiskivinnumál­ um, lat umsitingini hjá ting­ inum upp­skot­ið í sein­astu viku. Síð­ani hev­ur um­sit­ing­ in eft­ir­kann­að upp­skot­ið og sendi tað so aft­ur til fiski­ mála­ráð­ið við við­merk­ing­ um. Seint í gjár var tað so lagt fram. Tingið hevur ikki fleiri fund­ir í hesi vikuni, men mána­dag­in fer tað undir við­gerð­ina av fiskivinnu upp­skot­in­um.Á sama tingfundi verð­ur eisini eisini uppskotið hjá Sambandsflokkinum um tað sama viðgjørt. Høgni Hoydal, lands­stýr­ is­mað­ur, er grundleggjandi væl nøgdur við uppskotið sum tað liggur. – Tað byggir í stóran mun á tað, sum nýskipanarbólkurin mælti til, men aftaná hevur tað sjálvandi fingið eina pol­ it­iska viðgerð og hevur ver­ið til hoyringar. Tað sum ligg­ ur frammi í tinginum er tað, sum samgongan kann semj­ ast um, sigur hann. Tað eru tó onkur við­ur­ skifti, sum kjakast kann um, ser­liga tá ið tað snýr seg um línu­flotan. – Sjálvandi halda vit okk­ um til ta semju, sum er gjørd í samgonguni, men er talan um tekniskar broytingar, sum skulu til, so eru vit sjálv­ andi til reiðar at tosa um tað og um neyðugt gera broyt­ ingar, sigur Høgni Hoydal, lands­stýr­is­mað­ur. Tríggjar súlu Høgni Hoydal sigur, at eftir hans­ara meting, so er talan um tríggj­ar grundleggjandi broyt­ing­ar. Fyri tað fyrsta gongur alt upp­skotið út uppá, at vit skulu fiska burð­ar­dygt og fylgja til­ráð­ing­un­um og gera eina um­sit­ing­ar­ætl­an. Ein onnur er, at farið verð­ur frá fiskidagskipanini til eina kvotaskipan, und­an­ tik­ið smærru bátarnir á land­ leið­ini. – Tað er ein stór broyt­ ing, serliga hjá línuflotanum, men vit hava hildið alt tað, sum eitur útróðrarflotin utt­an­fyri. Tað er ein stór av­bjóð­ing, sig­ur lands­stýr­is­ mað­urin. Atgongdin til at sleppa at fiska er eisini eit stór broyt­ ing. Ein part­ur verður seldur á upp­boðs­sølu, meðan tey loyvir, sum eru nú fáa eina longd uppá átta ár. Tað er ein sttað­fest­ing av, at ongin priv­at­ur eig­u­r loyvini, men at Løg­ting­ið einaferð um árið skal taka støðu til um tey skulu sigast upp við átta ára freist. Fyri tey fiskirættindi, sum ikki verða boðin út, verður eisini eitt tilfeingisgjald lagt á. Landsstýrismaðurin vísir eis­ini á tann partin, sum snýr seg um virðisøking. Krøv verða sett til at fiskurin fyri ein stóran part skal landaqst í Før­oy­um og at alt skal tak­ ast til lands. Eitt annað krav er, at minst 20 prosent av fiskinum skal seljast um uppboðssølu í Før­oy­um. Manningar og ognarskapur Í uppskotinum verður eisini sagt, at manninganar skulu arb­eiða eftir føroyskum sátt­ mál­um. Eitt annað er, at í fram­tíð­ ini eru tað før­oy­ing­ar og fólk, sum hava búð í Før­oy­um, í ávísa tíð sum sleppa at eigha í veiðu­lið­in­um í fiskivinnuni. Tvey onnur uppskot eru løgd fyri tingið. Annað er eitt upp­skot frá Fólkaflokkinum. – Fólkaflokkurin vil so at siga, at sama skipan heldur fram, so eg dugi illa at síggja at vit kunnu fáa nakað burt­ urúr tí uppskotinum. Hitt uppskotið – tað hjá Sam­ bands­flokk­inum – líkist nógv okkara uppskotið, men teir halda, at privat fram­veg­ is skulu sleppa at keypa og selja rættindi millum sín og teirra uppskot hevur kvota­ skip­an, men bert galdandi fyri trolaraflotan, sigur Høgni Hoydal. Uppskotið fær 1.viðgerð mána­dagin og fer síðani í vinnu­nevndina til víðari við­gerð. – Skipanin er so, at alt verður væl viðgjørt í ting­ in­um áðrenn tey vera lóg, so onkrar broytingar vera helst,m men lat okkum nú síggja hvat hendir. Sam­gong­ an er samd, sigur lands­stýr­is­ mað­urin. POLITIKKUR Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur loksins lagt uppskotið um nýskipan fram. Okkurt er eftir at kjakast um, kanska serliga hjá línuflotanum, sigur landsstýrismaðurin. Eftir drúgva tilgongd og truplar samráðingar er uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni loksins lagt fyri Løgtingið STÓRBROYTINGAR Á VEG VIÐ NÝSKIPANARUPPSKOTINUM