Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. mai 2017 · Nr. 60 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Menn, sum søkja bjørgini eftir nátaeggum, eru onga løtu í iva um, at eisini nátin er nógv minkaður seinnu árini. Kortini hevur tað týdning at uppihalda gamlan siðaarv og seta yngri fólk við Vilmund Jacobsen “Svongd lærir nakna kvinnu at spinna..” Soleiðis plaga vit at taka til, men tað er ikki av svongd, at sandoyingar, skúvoyingar og møguliga menn úr øðrum oyggj­um við eru í bakkanum og taka nátaegg, tá komið er út til umleið 20. mai, og vænt­andi er, at fuglurin hev­ ur vorpið. Slíkar veiðiferðir eru meira fyri at uppihalda gaml­ an siðaarv og at seta yngri fólk við í nøkrum, sum áður hevði stóran týdning fyri lívs­grund­ar­lagið hjá fólki á bygd. Hevði stóran týdning Í bók hjá Ólavi Clementsen, ið nógv­ir føroyingar kenna sum stjór­an á Matr­ik­ul­ stovuni – Søga og skemt av Sandi – sigur høv­und­urin, at “... nógv­ir vóru teir, sum fullu í bjørg­unum...” Nógv varð lagt fyri, tá ráddi um at søkja sær til lívs­ ins uppihald, og stundum var prís­urin høgur. Í dag kunnu øll umvera náta­egg, eins og tøka av lom­ vig­ar­eggum ikki hevur verið loyvd seinnu árini, nú sjó­ fugl­urin hevur verið fyri so stór­ari minking. Náti verpur vanliga eitt egg, men tá eggið verður tik­ið, er gamalt at siga, at fugl­ur­in verpur uppaftur. Hugs­andi er, at hetta eitt nú vald­ast, hvussu fuglurin er fyri, men tað skulu vit ikki gera okkum klók uppá. At náti eins og annar sjó­ fugl­ur hevur verið í minking seinnu árini, eru neyvan fleiri meiningar um. Hetta sæst ikki minst í bjørgum, har talið av eggum og fugli í dag er munandi minni enn fyri nøkrum árum síðan. Lítil fuglur og fá egg Seinasta fríggjadag, 19. mai, vóru menn og tóku nátaegg Yv­iri á Egg á Sand­o­ynni, sum er sunn­an­fyri Søltu­vík, og sama dag vóru menn eisini og tóku nátaegg í Skúvoy. Á báðum veiðiferðunum verður latið illa av. Teir, sum vóru Yviri á Egg, vóru ikki langan dag og fingu til­samans 160 nátaegg. Menn, sum vóru við, halda, at tá fugl­urin var mestur, kundu teir í somu siðum havt fingið eini 500-600 egg. Í Skúvoy royndist dagurin held­ur einki serligur. Her fingu teir 236 egg í siðum, sum tá fuglurin var mestur kundu givið eini 1000-1200 egg, verður mett í Skúvoy. Um tað kanska var held­ ur tíð­liga at søkja bjørg­ini fríggja­dag­in, 19. mai, ávika­ vist í Sandoy og Skúvoy, so skuldi mánadagurin, 22. mai, ikki verið tað. Mánadagin vóru fimm mans og søktu bjørgini vest­ an­til á Sand­oynni – úr Brún­ skorð­um og suð­ur í Oknadal, men roynt varð bara nakrar fáar metr­ar niður frá bakka­ trom­ini. Veðrið var gott, og tað var turt. Onkra løtu var lotið eitt sind­ur frískligt, men tað var eis­ini onkur løta út á dagin, har sólin sá. Menn, sum vóru við á hesi ferð­ini, siga, at sum heild var lítil fuglur at síggja, og nógv reið­ur vóru tóm. Bert tær ovastu røkurnar vórðu søktar, og heldur ikki gjørd­ist dagurin so langur. Tá menninir góvust í bakk­an­um henda dagin, høvdu teir 130 nátaegg. Um hesa tíðina í fjør vóru teir um somu leiðir, men hildu nakað longur á, og tá var fongurin 189 egg til­sam­ ans. Nátin nógv minkaður Rókin, sum plagar at geva mest ovarlaga í berginum um hes­ar leiðir, er Skóleysarók, norða­laga í Oknadali, sum hesa­ferð gav eini 28 egg. Tá Skóleysarók fyri nøkr­ um árum síðan royndist best, gav hon einsamøll eini 120- 130 egg. Menn, sum søkja bjørgini eft­ir náta­eggum, eru onga løtu í iva um, at eisini nátin er nógv minkaður seinnu ár­ ini. BJARGAVEIÐA TAÐ ER IKKI AV SVONGD Maður situr niðri í Skóleysurók við beinunum út av. Her er eingin ótti, tí hetta eru teir uppvaksnir við Teir sita við línuna, meðan maður er niðri. Fremstur á línuni er 81 ára gamli, Thomas Petersen