Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. mai 2017 · Nr. 60 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen At stór skip liggja í føroyskum havn­um og dálka luftina í eina tíð, kann tó ikki samanberast við støð­ uga luftdálking frá eitt nú nógvari bila­ferðslu og ídnaði hvønn tann ein­asta dag og tíma í árinum. Men, kortini kann hetta vera keði­ligt og ótolandi fyri fólk og fam­ilj­ur, sum hetta gongur útyvir. Á donsku heimasíðuni – www. helse.dk – er forvitnislig grein um, at meðan vit bíða eftir orku, sum ikki dálkar, kunnu vit bøta um okkara egnu støðu við at taka B-vita­minir. Tað vísir nýggj gransking. Granskarar í USA hava nevniliga funn­ið fram til, at við at taka nógv av ávísum B-vitaminum, kunnu vit bøta um skaðar, sum smáir og eitr­ andi partikklar annars kunnu elva til í likaminum. Partikklar, sum koma frá die­ sel­bilum, brenniovnum og sum stand­ast av kemiskum reaktiónum av dálkandi gassi, kunnu viðvirka til sonevndar arvafrøðiligar (epi­ genet­iskar) broytingar í okkara kykn­um, sum aftur kunnu skaða okk­ara heilsu. Ein globalur trupulleiki Heimsheilsustovnurin (WHO) met­ ir, at 92 prosent av heimsins íbúgv­ um í løtuni búgva í økjum, har luft­ dálk­ing er omanfyri markvirðið á 10 μg/m3. Og sjálvsagt skapar hetta órógv. Dálkandi evnini, sum verða mett mest vandamikil, eru smáir par­tikklar, ið verða umrøddir sum PM2,5. Hesir partikklar hava eitt tvørmát, sum er minni enn 2,5 mikrometrar. Hetta svarar til umleið 1/30 part av einum manna­ hári, og hesir partikklar treingja djúpt niður í lunguni. Sjálvt um vit vita, at dálking ger fólk sjúk, vantar okkum kortini fult yvirlit yvir tær meira neyvu meka­nism­ur­nar sum hava ávikan á, hvussu tingini henda. Granskarar hava tó leingi havt ill­gruna um, at PM2,5 er atvoldin til arva­frøðiligar (epigenetiske) broyt­ ing­ar í okkara kyknum, sum kunnu skaða okkara heilsu. Vit vita, at epigeniskar broyt­ing­ ar kunnu standast sum fylgja av aldri, dálking, strongd, kemiskum evn­um, heilivági og kosti. Tað, sum granskarar í USA ynsktu at finna út av, var, um skaða­ávirkanin av PM2,5 kann mink­ast við dagliga at taka tilskot við B-vitaminum. 10 sjálvboðin fólk í aldrinum mill­um 18 og 60 ár luttóku í kann­ ing­ini, har hesi fyrst vórðu útsett fyri reinari luft, meðan tey fingu óvirkn­ar snýtitablettir, soleiðis at gransk­arar kundu máta virknaðin. Blóð­royndir vórðu eisini tiknar eft­ ir hvørja kanning. Síðan fingu luttakararnir eina stóra nøgd við B-vitaminum í ein mán­aða. B-samansetingin var 2,5 mg folin­sýra, 50 mg B6 vitaminir og 1 mg av B12 vitaminum. Eftir hetta vórðu luttakararnir út­settir fyri luft við høgum inni­ haldi av PM2,5 í tveir tímar. Hvat vísir úrslitið? Granskararnir sóu, at tær fýra vik­ ur­nar við B-vitamintilskoti mink­ aðu munandi um skaðaárinini av PM2,5  við millum 28 og 76 pros­ ent­um - eisini í teimum pørtum av kykn­unum sum framleiða orku. Eftir hesa kanning, hugsa gransk­arar um at gera nýggjar kann­ingar við fleiri luttakarum og við tilskoti av B-vitaminum í ym­ isk­um nøgdum. Í nevndu kanning var nøgdin av B-vitaminum størri, enn fólk van­ liga taka, og granskarar halda, at kanska hevði ein minni nøgd av til­ skoti havt hálvan virknað. Men, tað er óvist, tá hesar kann­ ing­ar enn ikki eru gjørdar. B-vitaminir eru kendar fyri at minka um skaðiliga evnið, sum á donskum verður rópt “homo­cy­ stein”. Evnið verður gjørt í vanliga stoff­skiftinum í likaminum og er und­ir illgruna fyri at veksa um vand­an fyri blóðtøppi, um nøgdin av evninum í blóðinum verður ov stór. Kelda: www.helse.dk Luftdálking er ikki ókend í stórbýum, og um dagarnar hevur eisini verið nógv frammi í Føroyum um luftdálking frá stórum trolarum, sum liggja í føroyskum havnum Vitaminir verja ímóti eituri frá luftdálking HEILSA Heimsheilsustovnurin (WHO) metir, at 92 prosent av heimsins íbúgvum liva í økjum, har luftdálking er omanfyri markvirðið á 10 μg/m3 Granskarar hava funnið fram til, at við at taka nógv av ávísum B-vitaminum, kann bøtast um skaðar, sum