týsdagur 23. mai 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. mai 2017 · Nr. 60
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eli Brimsvík, formaður.
Havnar Handverkarafelag
Við hoyrdu nú um dagarnar
tekniska stjóran í Bústøðum
greiða frá, at íbúðirnar í
Máttalág, sum ætlanin er at
byggja, skulu útlendingar
byggja. Grundgevingin er, at
føroyskar fyritøkur eru ikki
kappingarførar!
Hvat verður henda út
søgn grundað á?
Áhugavert hevði verið at
fingið upplýst, hvussu nógv
ar fyritøkur talan er um.
Havi tosað við nakrar teirra,
sum allar vísa á, at tær als
ikki eru spurgdar, ei heldur
bidnar
um
nakran
prís.
Fleiri av hesum fyritøkum,
sum hava sett lærlingar við,
hava ikki arbeiði niðurfyri
til stórt meir enn 3 mánaðir
fram, so hetta ávirkar eisini
grundarlagið undir útbúgv
ingunum hjá teimum.
At tað almenna gongur á
odda at lata útlendingar gera
arbeiðini ger ikki støðuna
betri. Tað er tíverri ikki
ókent, at kvaliteturin ikki
stendur mát, og byggisjusk
hava vit alt ov ofta verið
vitni til.
Hava vit als einki lært?
Hvar er SEV í øllum hes
um?
Í § 6 í Handbók fyri El-
innleggjarar stendur at: El-
innleggjarin kann ikki frá
boða ella átaka sær ábyrgd
av arbeiði, ið er gjørt av per
sónum, sum ikki starvast í
virkinum.
Verða so bara undantaks
loyvi givin?
Samstundis verður frá
politiskari síðu róð fram
undir tankan um, at fakfeløg
eiga at lána Bústøðum pen
ing at byggja fyri! Hví skulu
fakfeløg tað, tá ið arbeiðið
ikki so mikið sum verður
gjørt av føroyskari arbeiðs
megi? Tað hjálpir lítið at rópa
um ein sjálvberandi búskap
og síðan ganga á odda fyri,
at
skattakrónurnar
enda
í útlendskum kommunu
kassum. Tí tað er gongdin,
lata vit útlendingum alt tað
stóra arbeiðið at gera fyri
løtuvinning og fyri at spara
nakrar krónur her og nú.
Søgan hevur víst okkum,
at vanliga verða tað føroysk
ar fyritøkur, sum kortini
mugu taka um endan, tá ið
kvaliteturin ikki vísir seg at
standa mát við tað, sum biðið
varð um, og goldið varð fyri.
Løgið, at vit einki hava
lært, og uppaftur løgnari
tykist tað, at politiskt verða
oyru og eygu latin aftur fyri
veruleikanum. Vit hava fyri
kortum hoyrt stjóran á Mest
og aðrar stjórar við greiða
frá, at føroyingar eru í allar
mátar kappingarførir við út
lendingar, men ikki hjá Bú
støðum – har er uppáhaldið
tað øvuta.
Annað dømi er strand
faraskipið Smyril, sum var
í dokk uttanlands herfyri.
Teir høvdu føroyskar hand
verkarar við til ymiskar upp
gávur, og teir vórðu stórliga
róstir fyri dugnaskap og
skjótleika, so her haltar
okkurt við frágreiðingini
frá Bústøðum. Í útlondum
mangla føroyskir handverk
arar, hví man tað vera? Neyv
an tí, at teir ikki eru kapping
arførir!
Tað tykir mær eitt sindur
løgið, at tað nú brádliga
skal vera so stórur tørvur á
leiguíbúðum. Hví hava tær
ikki verið raðfestar fremst,
heldur enn at byggja marg
lætisíbúðir Yviri við Strond,
har vanlig fólk ikki hava
ein livandi kjans at fáa
sær bústað, men bara fólk
við sera góðum lønum og
pensjónum hava ráð at leiga?
Spurningurin kann tí av
røttum verða settur, hvør er
ætlanin við Bústøðum?
KJAK
Jógvan á Lakjuni
løgtingsmaður
Um nakrar dagar fer Løg
tingið at hava triðju viðgerð
av
hjúnabandslógini,
og
verður uppskotið samtykt,
so er hjúnabandið, sum vit
kenna tað, farið í søguna. Tað
hjúnabandið, sum Skaparin
sjálvur innsetti, millum ein
mann og eina konu, verður
nú avtikið.
Hetta
fer
samgongan
millum
Javnaðarflokkin,
Tjóðveldi og Framsókn at
syrgja fyri, og tey gera tað
uttan yvirhøvur at hava lýst,
hvørjar øgiligar avleiðingar
hetta fer at fáa á samfelagið
og okkara eftirkomarar.
Í staðin fáa føroyingar nú
eina lóg um ein heilt annan
búfelagsskap, sum ikki kann
kallast hjúnaband. Tí nú fara
menn at kunna velja, um
teir ætla sær at giftast við
eini konu ella einum øðrum
manni, og ein kona kann nú
velja, um hon fer at giftast
við einum manni ella eini
aðrari konu.
Hetta er tann beiski veru
leikin, so ótrúligt tað enn
kann ljóða! Og so lóggeva tey
eisini beint inn í kirkjuna!
Sjálvur havi eg fylgt ógvu
liga væl við í hesum mál
inum, og eg má siga, at tað
er óhugnaligt at hava upp
livað, hvussu eitt mál sum
hetta – bara tí at tað er eitt
lgbt-mál og av teirri grund
“politiskt korrekt” – er lump
að og lirkað ígjøgnum ta pol
itisku skipanina, og eg eri
hundrað prosent vísur í, at
einki annað mál hevði farið
ígjøgnum upp á henda mát
an.
Alt baklandið hjá kirkj
uni, Føroya biskupur, Stifts
stjórnin, Felagið fyri kirkju
ráðslimir og Prestafelagið,
hava í hoyringarskrivi sagt,
at tey kunnu als ikki við
mæla, at hetta verður gjørt.
Men tað leggja løgmaður
og “kirkjuministarin” í Føroy
um , Rigmor Dam, einki í. Nei,
tey fara nú ímóti kirkjunnar
vilja beinleiðis inn og taka ein
lógartryggjaðan
verjugarð
rundan um kirkjuna burtur,
soleiðis at tað nú bara skal
eitt ritual til, at tvey av sama
kyni kunnu verða signað í
kirkjuni.
Hetta er eitt ræðandi
stig, sum samgongan hevur
tikið – eitt stig, sum gongur
beint ímóti aldargomlum
siðvenjum og øllum teimum
avtalum, sum flokkarnir á
Løgtingi hava gjørt í sam
bandi við kirkjuna.
Eg havi verið í Mentan
arnevndini í sambandi við
viðgerðina av hesum máli,
og tað hevur verið nívandi
at hoyrt umboðini fyri kirkj
una, sjálvan biskup, Jógvan
Fríðriksson, og Una Næs,
dómpróst, hvussu harmir
og argir teir saman við øll
um tí kirkjuliga baklandin
um, Prestafelagnum og Fe
lagnum fyri kirkjuráðslimir
eru um gongdina í hesum
máli – hesum, at kirkjan ikki
hevur verið eftirspurd og
ikki hevur verið við í pros
essini, men nú móti end
anum av viðgerðini verður
drigin inn í málið og í veru
leikanum er komin í neyð og
ikki veit, hvat hon skal gera.
Ja, so ógvuslig orð sum “yvir
rulað”, “arrogant” og “provo
kerandi” hava verið nýtt
um viðferðina, sum kirkjan
hevur fingið frá samgong
uni!
Hetta er ein niðurgering
og vanvirðing av kirkjuni!
Eg skilji væl, at meirilutin
í Mentanarnevndini (Hanna
Jensen, Kristianna Winther
Poulsen, Óluva Klettskarð,
Katrin Kallsberg og Jónleif
Johannesen) ikki torir at
skriva meira enn fýra reglur
í sínum áliti til Løgtingið aft
an á øll tey álvarsomu orðini
frá kirkjuni.
Og meirilutin við Honnu
Jensen á odda sigur bara, at
tey meta, at hetta, sum tey
gera, fer at tryggja, at kirkjan
framhaldandi
sjálv
kann
taka avgerðir viðvíkjandi
málinum at signa borgarliga
gift.
Men biskupur hevur við
síni reaktión longu víst, at
metingin hjá meirilutanum
í Mentanarnevndini als ikki
heldur
stikk.
Kirkjunnar
sjálvræði at skipa egin við
urskifti eru als ikki vird.
Biskupur hevur longu
boðað frá hesum. Verður
hetta samtykt, má hann í
somu løtu geva prestunum
tænastuboð um ikki at signa
borgarliga gift í kirkjuni.
Eg hevði væntað, at onk
ur í Javnaðarflokkinum fór
at steðga hesum álopinum á
kirkjuna. Hugsi mangan um
teir gomlu javnaðarmennin
ar, Jákup Frederik Øregaard,
Poul Jacob Olsen, Jørgen
Thomsen, Hilmar Bech o.a.,
og eg kann lítið ætla, hvussu
forharmaðir teir høvdu verið
í dag.
Í fjør segði m.a. formaður
in í tingbólki Javnaðarfloks
ins, Jónleif Johannesen, at
tey við broytingaruppskoti
ætlaðu at binda um heilan
fingur fyri at verja kirkjuna.
Men hetta vóru eisini bara
orð!
Vit hava í dag ein javn
aðarløgmann, Aksel V. Jo
hannesen, sum pressar hetta
ígjøgnum, og Henrik Old,
sum fyri trimum árum síð
ani atkvøddi ímóti hesum,
klývur ikki í tvey, hóast hann
saktans kundi steðgað málin
um!
Frá Tjóðveldi og Fram
sókn er einki at vænta, tí tey
eru farin púrasta út at koyra.
Tjóðveldi kallar enntá av
tøkuna av hjúnabandinum
fyri “at byggja land”.
So syndarligt er skilið.
Nú fer hjúnabandið í søguna
Hvør er politiska ætlanin
við Bústøðum?
Ein kunning og ávaring til Føroya fólk
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo