Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. mai 2017 · Nr. 60 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEYGUM & PETERSEN ADV. BØGØTA 16 | POSTBOKS 164 | FO-110 TÓRSHAVN TLF. 351710 | FAX 351711 | HP@ADV.FO | WWW.ADV.FO Stór og høvuðsumvæld sethús í Vestmanna verða hervið lýst til sølu. Húsini standa høgliga fyri á Ovara Veg við stak góðum útsýni yvir alla havnina. Tak og vindeygu eru skift, umframt at húsini nýliga eru klødd og bjálvað. Oljufýringin er nýggj og øll rørini eru skift og løgd av nýggjum. Grundøkið er til víddar 575 m2. Húsini eru bygd í 1954, og eru býtt upp í trýggjar sjálvstøðugar íbúðir. Tilfar: Húsini eru stoypt og klødd við timbri. Ovasta íbúð er til víddar 145 m2, og er innrættað soleiðis: Durur, gongd, 2 minni og ein stór stova, 2 kømur, hjúnarúm, baðiverilsi og WC, umframt stór altan. Mið- íbúðin er til víddar 110 m2, og er innrættað soleiðis: Uppgongd, gongd, køkur, 2 stovur, 2 kømur, baðiverilsi og WC. Niðasta íbúð er til víddar 110 m 2, og er innrættað soleiðis: Gongd, millumgongd, køkur + stova, 1 kamar, baðiverilsi og WC, umframt vaskirúm. Stórur kjallari er felags fyri allar íbúðirnar. Prísuppskot kr. 1.400.000,00. Trøð í Gøtudali verður hervið lýst til sølu. Trøðin er til víddar íalt 9.290 m2. Talan er um partvíst veltan bø og annars gott og væl vallað dyrkilendi. Trøðin liggur høgliga fyri við beinleiðis atgongd til veg. Prísuppskot kr. 200.000 Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til: SETHÚS Í VESTMANNA TIL SØLU TRØÐ Í NORÐAGØTU TIL SØLU Grundstykki og trøð í Vestmanna verða hervið lýst til sølu. Grundstykki liggur miðskeiðis í bygdini innan fyri Gerðisheygg, niðanfyri Ovara Veg nr. 27. Grundstykkið er stórt og er til víddar 1.224 m2. Prísuppskot kr. 200.000 GRUNDSTYKKI Í VESTMANNA TIL SØLU MASKINMEISTARA TIL OFFSHORE SKIP ÆVINTÝRIÐ BYRJAR Á WWW.THOR.FO THOR søkir eftir: P/F THOR, er eitt felag sum eigur og rekur skip í oljuvinnuni, og annað virksemi í hesum sambandi, serligani innan seismic support. Víst verður til heimasíðu okkara www.thor.fo BRYGGJAN 5 420 HÓSVÍK TEL 422503 WWW.THOR.FO Førleikakrøv: – Óavmarkað vinnubræv sum meistari – Kunnleika til ISM og ISO 9000 góðskustýring – Stinn/ur í enskum, skrivligum og talu – Góðan teldukunnleika – Royndir við diesel electric Send tína umsókn við CV til justin@thor.fo NiNG · Tel 215 315 Loyvir at gagnnýta vatn úr Sumbiarbergholinum lýst leys Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 53 frá 28. apríl 2000 um vatnið í Sumbiar­ bergholinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, verða við hes um lýst leys loyvir at gagnnýta vatn, sum til eina og hvørja tíð rennur úr riv um og øðrum lekum í fjallinum inni í Sumbi ar­ berg holinum. Umsóknarblað og nærri upplýsingar Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Skráseting Føroya fyri at fáa um sókn­ ar blað og nærri kunning um treytir o.a. fyri at kunna søkja. Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya, www.skraseting.fo. Freist at søkja Seinasta freist at søkja er 1. juni 2017. Umsóknir skulu sendast til: Skráseting Føroya, Sigmundargøta 13, Postrúm 264, 110 Tórshavn Treytir fyri at kunna søkja Umsøkjarar skulu hava bústað í Føroyum, ella innan umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans. Er talan um felag, sum søkir, skal felagið vera partafelag, smápartafelag ella lutafelag. Felagið skal vera skrásett í Føroyum ella aðrastaðni innan umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans. Tá loyvi verður latið, verður dentur lagdur á førleikar hjá umsøkjarunum at fremja ætlanina, og hvussu vatnið kann gagnnýtast á skilabestan hátt. Skráseting Føroya kann lata vera við at geva teimum loyvi, ið søkja. Skráseting Føroya er sostatt ikki bundin at veita loyvi, hóast lýst er alment eftir umsóknum. Í loyvinum verða settar treytir um virksemið undir loyvinum, og harímillum nær loyvishavin skal fara undir virksemið, og um seinni burturbeining av útbúnaði. Skráseting Føroya · Sigmundargøta 13 · Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 · Fax: +298356015 · E-mail: skr@skraseting.fo